Fótbóltur og kórsangur eru avstressandi

Vit kenna hann sum dugnaliga sakførara og sum hartarbeiðandi formannin í Fótbóltssambandinum. Men tá hann skal stressa av, hugnar Christian Andreasen sær við kórsangi ella gittarspæli til húsbrúk

Hann er gamal í garði í Fótbóltssambandi Føroya, so tað er ikki heilt av tilvild, at Christian Andreasen situr sum formaður í FSF.

- Eg kom í nevndina í FSF á fyrsta sinni í 1986 og havi sitið í skiftandi tíðarskeiðum líka síðani. Eisini havi eg í mong ár virkað sum advokatur hjá Fótbóltssambandinum, so áhugin hevur altíð verið har, sigur Christian Andreasen.

Hann sat í FSF-nevndini frá 1986 til 1988, og so aftur frá 2002 til 2004. Og í 2010 varð hann so valdur til forseta.

- Eg fekk eina áheitan um at stilla upp til forseta, og tá eg havi arbeitt so nógv ár innan felagsskapin, kendi eg hann innanífrá. Og tað sigur seg sjálvt, at áhugin eisini var til staðar, tí talan er um eitt spennandi arbeiði, har eg sá nógvar møguleikar. Tí tók eg av teirri avbjóðingini, sigur Christian Andreasen.

Sjálvur hevur hann, eins og flestu aðrir ungir dreingir, spælt fótbólt.

- Á yngri árum spældi eg nógv fótbólt, men tað var í eitt lutfalsliga stutt tíðarskeið. Tá eg fór niður at lesa í 1980, gavst eg við at spæla fótbólt, men áðrenn tað spældi eg sum málverji við B68 heilt frá piltaliðnum, dreingja- og unglingaliði, og onkuntíð eisini á aðru deildarliðnum, sigur Christian Andreasen.


Syngur í kóri

Men meðan Christian Andreasen gavst við fótbóltinum, hevur hann eitt annað frítíðarítriv, sum hevur hingið betri við.

- Eg havi sungið í kóri í nógv Harrans ár. Eg byrjaði at syngja í kóri sum blaðungur. Tá eg gekk í Hoydølum, sang eg við kórinum har. Niðri sang eg við Húsakórinum, og síðani 1998 havi eg sungið við Tórshavnar Manskóri, sigur Christian Andreasen.

Seinastu mongu árini hevur hann eisini sungið við kórinum hjá Symfoniorkestrinum.

Hann syngur annan bass og hevur altíð havt áhuga fyri sangi og tónleiki.

- Ja, tað hevur altíð havt míin áhuga. Tað hevur altíð verið nógvur tónleikur har, sum eg havi verið. Eg havi eisini spælt í orkestri og í hornorkestri. So tónleikur og sangur hava altíð fylt nógv, sigur Christian Andreasen.

Tað eru fleiri ymisk ting, sum draga í kórsanginum.

- Tað er sjálvandi sangurin sjálvur, sum dregur, men eisini tað sosiala í tí. Og so avbjóðingin í tí, tí tað setur krøv og ber avbjóðingar við sær at syngja í kóri, sigur Christian Andreasen.

Og í serligan mun er eitt, sum dregur.

- Tað eru upplivingarnar. Eg havi verið fleiri ferðir uttanlands við Mannskórinum, í Eysturríki og í fjør í Ruslandi, so tú fær eina rúgvu av upplvingum í kórsanginum, sigur Christian Andreasen.


Neyðugt at kopla úr

Um seg sjálvan sigur Christian Andreasen, at hann arbeiðir nógv, fyrst og fremst sum advokatur.

- Men eg havi serliga tey seinastu árini lagt stóran dent á eisini at halda frí. Fyri nógvum árum síðani gavst eg at arbeiða í vikuskiftunum. Fyri yvirhøvur at kunna arbeiða í mínum tempo er neyðugt eisini at hava onnur áhugamál, sigur Christian Andreasen.

Sum dømi nevnir hann kórsangin, men hann hevur eisini onnur frítíðarítriv.

- Mær dámar sera væl at ganga í náttúruni, og so havi eg eisini ein hest standandi í Havnardali, so eg ríði eitt sindur.

- Arbeiðið sum forseti í Fótbóltssambandinum er eisini við til at variera dagligdagin og virkar harvið eisini avstressandi, sigur Christian Andreasen.

- Í Fótbóltssambandinum havi eg uppgávur, sum víkja rættuliga nógv frá vanliga gerandisdegnum sum advokatur, sigur Christian Andreasen.

Tá dagurin er fyltur við advokatvirki, FSF, kórsangi og náttúruni, so er ikki nógv tíð eftir til annað. Familian skal eisini hava sítt.

- Tað er sjálvandi okkurt, eg kundi hugsað mær at havt betri tíð til, sigur Christian Andreasen.

Men mesta tíðin gongur við advokatarbeiðinum. Arbeiðið sum FSF-forseti er meira at eitt nevndararbeiði.

- Eg royni at leggja dent á ikki at blanda meg í dagliga raksturin hjá FSF, men heldur at verða við til at leggja tær yvirordnaðu linjurnar. Hettar er eisini høvuðsuppgávan hjá einihvørjari nevnd. FSF hevur góð starvsfólk. Aðalskrivarin og starvsfólkini hava fulla kompetensu til at leggja gerandisdagin til rættis, sigur Christian Andreasen.


FSF væl fyri

- FSF stendur sterkt í dag. Vit hava fingið fíggjarligu karmarnar hjá FSF upp á pláss, búskapurin sær gott út, og vit hava tryggjað okkum fíggjarliga komandi árini, sigur Christian Andreasen.

Hann vísir á, at Fótbóltssambandið seinastu árini hevur gjørt nýtslu av teimum møguleikum, sum liggja í okkara altóða limaskapi í FIFA og UEFA. Hettar hevur eisini seinastu árini skapt skapt ein øktan aktivitet hjá Fótbóltssambandinum.

- Vit hava júst selt sendirættindini fyri fýra tey komandi árini fyri 75 milliónir krónur, samstundis sum játtanirnar frá FFA og UEFA heldur vaksa enn minka. Hartil hava vit møguleika at útvega okkum aðrar inntøkur, so aktiviteturin hjá Fótbóltssambandinum fer eisini at økjast komandi árini, sigur Christian Andreasen.



Afturvaldur

Avbjóðingin hjá FSF er rættiliga greið.

- Málið hjá okkum er fyrst og fremst at økja um áhugan fyri fótbólti í Føroyum. Skal hetta eydnast skula vit eisini betra um kvalitetin av fótbóltinum, sigur Christian Andreasen.

-Tað ræður um at fótbólturin framhaldandi skal vera okkara tjóðarítrótt.

- Tað ræður um at fáa so nógv fólk sum gjørligt at íðka fótbólt. Fyri at røkka hesum endamáli mugu vit stuðla tí sjálvbodna arbeiðinum, sum verður gjørt úti í feløgunum. Serliga er tað umráðandi, tá tað ræður um ungdómsarbeiðið. Menningin av fótbóltinum má fara fram úti í feløgunum. Karmarnir hjá feløgunum mugu tí vera so góðir sum gjørligt, sigur Christian Andreasen.

FSF skal hjálpa feløgunum við hesum. FSF skal vera samskipari og skapa góðar og tryggar karmar fyri feløgini. FSF tekur yvir, tá leikararnir koma á landsliðið.

- Tað ræður um at taka so breiðan hóp inn í okkara ungdómslandsliðsarbeiðið sum gjørligt. Herfrá kunna vit menna okkara ungdómslandsliðsleikarar upp til A-landsliðið, og tað eigur at vera hægsta ynski hjá einumhvørjum ungum fótbóltsleikara í Føroyum at verða upptikin til A-landsliðið, sigur Christian Andreasen.

- Alt hetta krevur betri venjingarumstøður, longri venjingartíðir og fleiri útbíunar venjarar. Og vit hava lagt stóra orku í at menna leikararnar og betra um útbúgvingarnar, og nú verður næstan vant alt árið. Vit hava eisini fingið graslíki á Tórsvøll, har ljósini efirhondini lýsa næstan hvørt kvøld. Tað ræður um at blíva betri og at koma longri upp á ranglistanum. Røkka vit hesum veksur áhugin fyri fótbóltinum og uppafur størri verður tilgongdin, sigur

Christian Andreasen, sum leygardagin verður afturvaldur sum FSF-forseti fyri enn eitt fýraára skeið.