Dagurin 12. oktober eitur Maximilian. Hann er deyður umleið ár 285. Pávin Sixtus II sendi hann sum trúboðara til tað, sum nú verður rópt Eysturríki. Hann varð seinni biskupur, men bleiv tikin av døgum. Er verndarhalgimenni hjá Eysturríki, og fleiri av keisarunum har hava borið navnið Maximilian. Navnið merkir hin fjølmenti.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
Hendingar, ið knýta seg at degnum:
1492: Christoffer Columbus kemur við skipum sínum, Santa Maria, Niña og Pinta til Bahamaoyggjar, sum hann kallar San Salvador. Hann heldur, at hann hevur funnið vesturleiðina til India. Seinni á ferðini kemur hann eisini til Cuba og Haiti. Í USA kalla tey dagin fyri »Landing Day« ella »Columbus Day«, og Columbus fær heiðurin fyri at hava funnið Amerika.
1617: Kristian 4. kongur sendir út fyriskipanina ímóti »Troldfolck och deris Medvidere«. Her verður munur millum annað gjørdu á klógum fólkum og veruligum heksum.
1923: Talufilmur verður fyri fyrstu ferð vístur í Keypmannahavn.
1948: Tann fyrsti Morris Minor, sum Sir Alec Issigonis hevur teknað, rullar av samlibandinum á verksmiðjuni í Cowley í Oxfordshire í Onglandi.
1960: Øðin hjá sovjetiska leiðaranum, Nikita Khrusjtjov, kókar yvir, tá hann heldur røðu í ST – hann letur seg úr øðrum skónum og bankar hann í borðið í berari øði.
1971: Sangleikurin Jesus Christ Superstar verður frumvístur á Broadway. Fólk verða argað av sangleikinum vegna umstrídda innihaldið. Tað eru Tim Rice og Andrew Lloyd Webber, sum hava skrivað sangleikin. Hann verður vístur 720 ferðir á Broadway.
1973: Juan Peron verður forseti í Argentina og konan Isabel varaforseti.
1984: Bretski forsætismálaráðharrin Margaret Thatcher sleppur við livinum frá eini morðroynd, tá ið ein IRA-bumba verður sprongd á Grand Hotel í Brighton, har konservativi flokkurin hevur ráðstevnu. Fimm fólk lata lív. Meðan hon sat á hotelkamarinum, varð baðirúmið sprongt í luftina.
1989: Christer Pettersson, sum fekk lívlanga fongsulsrevsing fyri at hava dripið Olof Palme, verður nú frífunnin og leyslatin
1997: John Denver doyði í flogvanlukku, tá privatflogfar hansara datt niður.
2002: Ein bumba verður sprongd á einum náttklubba í Bali, sum mest verður vitjað av ferðandi. Um 200 fólk doyggja, teirra millum fleiri norðurlendingar.
2012: Landsdystur í fótbólti Føroyar - Svøríki 1-2 á Tórsvølli, Rógvi Baldvinsson gjørdi málið fyri Føroyar.
Fødd hendan dagin:
1935: Luciano Pavarotti, italskur operasangar, deyður í 2007.
1957: Karl Martin Samuelsen, sangari, kendur eitt nú úr Hjarnum, úr Klaksvík.