HB fær styrk úr Íslandi

Fótbóltur: Allan Mørkøre fer at spæla við HB tvey tey síðstu umførini, og hóast tað ikki er avgjørt, so bendir nógv á, at Uni Arge eisini fer at hjálpa til

Fríggjadagin visti útvarpið at siga, at Allan Mørkøre skuldi spæla við HB tvey tey síðstu umførini í landskappingini, og vit frætta nú úr HB, at tað líka sum liggur í luftini, at Uni Arge eisini fer at hjálpa barndómsfelagnum, tá HB fer inn á Toftir og fær vitjan av sandoyingum:

? Uni Arge kemur til Føroya í dag, og tað er avrátt millum hann og okkum, at hann skal venja við okkum tær næstu vikurnar. Uni er uppvaksin í felagnum hjá okkum, hann hevur spælt nógv við okkum, og hann skal vera hjartaliga vælkomin at venja við okkum og harvið halda venjingarstøðuna við líka uppundir landsdystin í Kekkia. Vit hava ikki gjørt nakra avtalu við hann um, at hann skal spæla við okkum, men tað fara vit at tosa við hann um, tá hann er komin til venjing, og soleiðis sum kappingin hevur lagað seg í oddastríðnum, so kann eg illa ímynda mær annað, enn at hann fer at spæla við okkum, men, sum sagt, so hava vit ikki tosað liðugt um hetta, var í gjár viðmerkingin hjá Gunnari Mohr, formanninum í HB, sum ikki ivast í, at KÍ fer at vinna meistaraskapin, og sum roknar við, at hansara felag eigur at greiða sínar uppgávur. Gunnar Mohr vónar, at tað fer at røkka til næstfremsta plássið, men hann ásannar, at tað sær ikki serliga ljóst út, tí hann dugir illa at ímynda sær, at GÍ fer at snáva.


Allan verður drúgvur

Avtalan millum Allan Mørkøre og HB hevur røtur í handlinum, sum tíðliga í ár varð gjørdur millum HB og ÍBV.

? Í sambandi við handilin varð avgjørt, at spæliloyvið hjá Allani Møkrøre altíð skuldi koma til okkara, tá tað kemur til Føroya. Vit hava gjørt eina avtalu við Allan Mørkøre, sum eisini fevnir um, at hann fer at venja við okkum frá tí at vit fara undir nýggja kappingarárið síðst í januar og til hann fer aftur til Íslands stutt undan, at tað í mai mánaði verður farið undir aftur landskappingina har yviri.

Vit hava skilt, at Allan Mørkøre framvegis er innskrivaður á Frælsinum, har hann lærir til pedagog, og tað er ætlanin, at hann m.a. skal fáa nakað av praktikkini frá hondini, meðan hann í vetur er í Føroyum og samstundis skal spæla og venja við HB.