Mótmælistiltøk í Italia í samhuga fyri palestinum

Fakfeløg og studentafelagsskapir í Italia skipa fyri mótmælunum

Í dag vísa fleiri túsund fólk í Italia samhuga við palestinum í Gazageiranum, og hetta gera tey við verkføllum og mótmælistiltøkum.

 

Tað eru fakfeløg og studentafelagsskapir, sum skipa fyri.

 

Stórar seinkingar hava verið í tokferðsluni, og avmarkingar hava verið í almennu ferðsluni í stórbýum, sum eitt nú Róm og Milano.

 

Í italsku havnarbýunum, Genova og Livorno, varð vøruflutningurin seinkaður ella lutvíst steðgaður av mótmælisfólkum.

 

Sagt verður, at fleiri enn 20.000 fólk vóru savnað uttanfyri høvuðstokstøðina í Róm, har tey mótmæltu støðuni í Gazageiranum.

 

Mótmælisfólkini finnast eisini at myndugleikunum, bæði í Italia og ES, fyri ikki at gera nóg mikið fyri at trýsta Ísrael.

 

Hetta skriva útlendskir miðlar seinnapartin í dag.