Orða nýggjan ferðavinnupolitikk fyri Tórshavnar kommunu

Tórshavnar kommuna er í hes­um døgum í ferð við at orða nýggj­an ferðavinnupolitikk fyri komm­ununa.

Ein slíkur ferðavinnupolitikkur varð orðaður í 2017 fyri eitt fýra ára skeið og skal tí orðast av nýggjum.

 

Tað er ein arbeiðsbólkur, sum sit­ur við uppgávuni og harafturat er ein samskipari settur at orða sjálv­an politikkin. Politikkurin skal ætlandi samtykkjast í býráðnum fyri summari.

 

Vit hava hitt borgarstjóran Heði­­n Mortensen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu.

 

Heðin Mortensen sigur, at nógv av tilmælunum í gamla ferða­vinn­u­politikkinum eru framd í verki, og at ætlanin tí hevur verið væl­eydnað. Nú skal so orðast ein ferða­vinnu­politikkur til næstu fýra árini.

 

– Ein slíkur orðaður politikkur er góð­ur at hava sum mál hjá komm­un­uni at arbeiða eftir, heldur hann, og vís­ir á, at býráðið hevur lagt dent á, at pol­itikkurin skal byggja á tað, sum fólki og vinnulívið metir hava týdning og skal byggja víðari á tað, sum er framt.

 

Heðin Mortensen greiður frá, at sam­skiparin hevur verið úti og tos­að við nógv fólk seinastu tíðini í sam­bandi við ferðavinnupolitikkin, og sam­skiparin er ovfarin av, hvussu positiv øll eru.

 

– Man hevði kanska væntað, at fleiri ikki fóru at orka meira eftir hesa strævnu koronutíðina hjá ferðavinnuni, sigur Heðin.

 

Men so var ikki.

 

– Tey hava verið sera positiv og bretta upp um ermar, har er so nógv bjart­skygni í ferðavinnuni, sigur Heðin.

 

Vit spyrja Heðin Mortensen, hvørja ferðavinnu Tórshavnar komm­una vil hava. Vit spyrja um Cruise skipini eru partur av ferða­vinnu­poli­tikkinum, og jú, tað eru tey.

 

– Cruise skipini eru partur av ferða­vinnu­politikkinum, og tað vóru tey eisini í tí gamla, tá settu tey sær fyri at gera eina strategi fyri cruisevinnuna.

 

– Og í tí nýggja verður arbeitt víð­ari við crusievinnuni. eðin Mort­ensen vísir á, at tað eru ymsar mein­ingar í Føroyum um cruise ferða­vinnui, men at Tórshavnar Havn júst hevur útbygt havnina til júst hetta endamálið.

 

Vit vilja fegin hava meira burtur úr ferðafólkunum, sum koma, og kanska stýra tí eitt sindur meira, tá tey til dømis fara í gomlu Havnina, so vit fáa avmarkað tað.

 

Í ferðavinnupolitikkinum verður fyrst og fremst dentur lagdur á tey, sum búgva í Tórshavnar kommunu.

 

– Ferðavinnan skal upplivast posi­tivt. Tað, at vit hava fingið ferða­vinn­­una ger eisini, at tað er betri at búgva í Tórshavnar kommunu, tí at tilboðini er vorðin fleiri, Havnin er vorðin ein meira spennandi býur at búgva í, hann er vorðin meira fjøl­broyttur við fleiri matstovum, kaffi­stovum og so framvegis.

 

– Tað skal gagna býnum og borg­ar­unum, og tað sum verður gjørt, skal gerast í samráð við fólkið. Tað er eitt av høvuðsmálunum, vísir Heðin á.

 

Eitt aðalmál hjá kommununi er at fáa fólk aftur at búgva í mið­bý­num, sum eisini fer at skapa meira lív.

 

Vinnuferðavinna er eisini partur av ferðavinnupolitikkinum, at fáa bólk­ar at koma hendavegin, tað sum verður kallað MICE, sum er ein styttig fyri Meetings, incentives, conferences and exhibitions.

 

Tað snýr seg um ráðstevnur, fundir, ítróttartiltøk og at fyri­tøk­ur koma til býin við sínum starvsfólkum og bjóða teimum eitt luksusuppihald.

 

– Vilja bæði hava ferðavinnuna at strekkja yvir longri tíð, at tey leggja meira eftir sær, og tað at tey hava verið her kann gera, at tey koma aftur við familjum seinni.

 

Heðin Mortensen sigur, at Tórs­havnar kommuna hevur lagt dent á at hava nógv og fjølbroytt ment­an­ar­tilboð og at tað er neyðugt, tí fólk mugu uppliva nakað, meðan tey eru her, so sum at vitja søvn og annað og tað hevur eisini týdning fyri borgaran í kommununi.

 

Borgarstjórin metir eisini, at tað er neyðugt at vit gera meira burt­urúr okkara fornminnum soleiðis, at tey er meira atkomulig sam­stundis sum vit ansa teimum.

 

Havnin hevur nógv betri møgu­leikar at taka ímóti ferðafólki, nú hot­el­kapasiteturin er øktur mun­andi.

 

– Hesum hava vit ikki fingið veru­liga fingið gagn av enn, tí heimurin so at lukkaði niður undir koronu.

 

Fleiri ráðstevnur, sum eru út­sett­ar orsaka av koronu verða hildn­ar í ár og tað skapar nógv lív og virksemi tá 200 -300 fólk koma til Føroya í senn. .

 

Nýggi ferðavinnupolitikkurin hjá Tórs­havnar kommunu skal samtykkjast hesu megin summ­ar­frí­tíðina og er í løtuni til politiska viðgerð í viðkomandi nevndum hjá kommununi.

 

Í nýggja politikkin verður nógvur dent­ur lagdur á grønu leiðina. Tí tað er nakað, sum ferðafólk spyrja eftir, tá tey velja sær ferðamál – serliga MICE bólkurin.

 

Heðin Mortensen vísir á, at í hes­um sambandi gongur vinnan á odda við grønu umstillingini og vísir á hotellini, sum leggja seg eft­ir at fáa góðkenningar og annað á grøna økinum, og spyrja eftir skilj­ingarskipanum og so víðari.  Tað er um­ráðandi at kommunan skapar karm­ar fyri ferðavinnumenning í allari kommununi. Kommunan skal ikki reka ferðavinnu. Tað ger megnar vinnan sjálv.

 

Tórshavnar kommuna er annað enn Havnin, sum hevur tað mod­er­naða býarlívið. Men sum borgastjórin vísir á, so skulu vit bara flyta okkum fimm minuttir, so eru vit úti í náttúrini – vit hava oyggjarnar Nólsoy, Hest og Koltur og so allar bygdirnar í kommununi.

 

Ferðavinnan er ein vinna í menn­ing, sum skapar nógv nýggj og spenn­andi størv og harvið eisin i pengar til kommununa.

 

Og í Tórshavnar kommunu, so fegnast tey um, at so nógv fólk hava valt at ferðast í Føroyum í koron­u­tíðini – og eisini vitjað í høvuðs­staðnum.

 

Úr »Ferðast í Føroyum«, Sosialurin 25. apríl 2022