Bitland-verkætlan gerst veruleiki

Fyrsta verkætlanin hjá Bitland á menningarstigi, verður at gera eitt talgilt undirstøðikervi, sum øll virðisketan í føroysku fiskivinnuni, frá grunni at munni, kann brúka og fáa gagn av.

Vinnutíðindi

Tann elektroniski motorvegurin gevur millum annað møguleika fyri talgildum ketusporføri longu á sumri 2006. Skipanin kann nýtast til alt talgilt samskifti í føroysku fiskivinnuni umframt at tað almenna fær betri og skjótari hagtøl.
Til prentingar
Bitland hevur síðan byrjan arbeitt við nógvum ymiskum verkætlanum á nógvum ymiskum økjum. Longu í 2003, tá Bitland bert varð ein undanverkætlan, varð fyrsta tiltakið um digitalt sporføri hildið. Tá bleiv staðfest at innan talgilt sporførið, hava Føroyar allar fortreytir og góðar møguleikar at gerast undangongu land. Føroyar hava altíð verið væl við, tá talan hevur verið um at skjalprógva lógarkravt sporførið og sporførið, sum marknaðurin hevur eftirspurt. Við komandi talgildu sporførisskipan er møguleiki fyri, at Føroyar blíva fyrsta land í heimunum, har sporførið verður skjalprógva talgilt, um kundarnir ynskja tað. Fleiri ábendingar eru um, at tað verður eitt framtíðar marknaðarkrav.

Í seinastu viku bleiv menningarætlanin sjósett við avtalu millum Bitland, Ráfiskakeyparafelagið og Fiskimálaráðið. Bitland kemur at hava prosjektleiðsluna í fyrsta stiginum, sum umfatar kravfesting av allari skipanini.

Í fyrireikingararbeiðinum hava, umframt Fiskimálaráðið, Ráfiskakeypara- og Ráfiskaseljarafelagið, eisini tey føroysku KT virkini, sum eru KT veitarar til fiskivinnuna, luttikið. Arbeitt verður fram í móti, at fáa kravfestinararbeiðið liðugt innan 1. november í ár, soleiðis at avtala kann gerast við veitara av skipanini í hesum árinum. Longu 1. mai 2006 skal skipanin royndarkoyrast, og 1. august verður hon so alment tikin í nýtslu. Samstundis sum kravfestinararbeiðið ferð fram, skal arbeiðast við at skipa eitt felag, sum skal eiga og reka skipanina.

Eitt felags talgilt undirstøðikervi letur upp fyri nógvum møguleikum. Eitt er talgilt sporførið, men væntast kann at hetta, sum frá líður, bert verður ein lítil partur av skipanini. Av tí at talan verður um at endurnýta dáta, soleiðis at tey bert verða skrivaði inn á teldu einaferð, eru møguleikar fyri effektiviseringum og rationaliseringum í øllum virkjum í virðisketuni umframt í áhugafeløgum og almennum stovnum, sum fáa elektronisk dáta frá fiskivinnuni.

Eitt sera týðandi evni í menningini er trygdin og ognarviðurskiftini til dáta, sum verða latin inn í skipanina. Viðvíkjandi ognarviðurskiftunum til dátunar verður meginreglan, at hann sum letur dáta inn í skipanina eigur dátunar og avgerð sjálvur hvør fær atgongd til dátunar.

Uppá sikt verða væntandi fleiri skipanir mentar av KT fyritøkum, sum fara at endurnýta dátur úr talgilda undirstøðikervinum, til dømis avreiðingarskipan, tollingarskipan til útflutning av fiski, avrokningarskipan og talgildar veiðudagbøkur til bátar og skip.