Størsti feilurin 25 ára gamla Constance Kesseh úr Gana hevur gjørt, er at hon gifti seg við einum ov gomlum føroyingi. Í øllum førum sambært Udlændingestyrelsen, sum hevur noktað henni og manninum, Kára við Rættará, familjusameining, millum annað við tí grundarlagið, at aldursmunurin millum tey bæði er ov stórur.
Onnur orsøkin er, at umsóknin bleiv havnað, er at tey bæði einans høvdu hitst í tveir dagar, áðrenn tey giftust í januar í fjør.
Triðja orsøkin, at tey ikki kunnu samskifta, tí hann er føroyingur og hon úr Gana. Tað telur eyðsæð fyri einki, at bæði hava lært enskt í skúlanum frá barnsbeini.
Orsaka av hesum, er Udlændingestyrelsen komin til ta niðurstøðu, at talan einans er um eitt pro-forma hjúnaband, eitt hjúnaband, sum einans hevur sum endamál at veita Constance Kesseh uppihaldsloyvi í Føroyum.
- Tað er heilt burturvið. Millum linjurnar siga tey jú, at eg skal hava fingið pening fyri, at veita henni uppihaldsloyvi, sigur Kári við Rættará.
Í oktobur koma so ringu boðini frá Udlændingestyrelse. Málsviðgerðin hevur viðgjørt umsóknina og er komin til ta niðurstøðu, at alt er spæl fyri gallarínum, at einasta endamálið við hjúnarbandinum er at geva Constance Kesseh uppihaldsloyvi í Føroyum.
Boðini frá Udlændingestyrelsen eru greið – Constance Kesseh fær 15 dagar til at pakka síni ting og fara úr landinum. Hóast tey tóku avgerð um at kæra alt fyri eitt, so var eingin pardón. Contance Kesseh mátti av landinum meðan kæran varð viðgjørd.
- Tað er eyðsæð frá grundgevinunum, at tey hava heft seg við, at eg eri 26 ár eldri enn hon og at vit einans hittust í tveir dagar, áðrenn vit giftust. Tað tykist ikki, sum tey hava gjørt nakra roynd at seta seg inn í umstøðurnar hjá okkum, hvørki hjá henni í Gana ella hjá okkum sum familja í Føroyum, sigur Kári við Rættará. Máltrupulleikan kennir hann einki til, tí bæði konan og hann tosa flótandi enskt.
- Øll, sum kenna okkum kunnu vitna, at vit eru góð við hvønn annan, at vit elska hvønn annan og vilja liva saman restina av lívinum. Tíverri er hesin møguleikin tikin frá okkum í løtuni, sigur Kári við Rættará.
Constance Kesseh situr enn í Gana og bíðar. Viðgerðartíðin av eini slíkari kæru tekur vanliga sjey mánaðir. Nú eru tríggir mánaðir farnir, og enn røkist einki fyri, at tey fáa eitt svar í bræði.
Les nógv meiri um evni í Vikuskiftissosialinum.










