Jónas skal finna spæligleðina aftur

Seinasta hálva árið í Frem gjørdist alt annað enn hugaligt, tá føroyski spælarin varð púrasat útifrystur, og nú ræður fyrst og fremst um at finna spæligleðina aftur, sigur Jónas Þór Næss

Fótbóltur

Eftir at hann støðugt hevði vunnið seg alt longur fram í røðini, tá bakk-plássini í Frem skuldu setast, gjørdist fótbóltsheystið hjá Jónasi Þór Næss alt annað enn hugaligt í fjør. Hann og felagið kundu ikki semjast um treytirnar fyri nýggjum sáttmála, og uttan at hava spælt seg av, varð føroyski spælarin tí settur púrasta uttan fyri hópin.

Vil hava gleðina aftur
Slíkur framferðarháttur er als ikki óvanligur innan yrkisfótbóltin. Og umframt at gera tilveruna keðiliga hjá einum spælara, sum fyrst og fremst ynskir at spæla dystir, so tænir hetta eisini øðrum endamáli. Nevnliga at spælarin ikki fær sýnt síni evni fyri einum møguligum komandi arbeiðsgevara, og á tann hátt verður tað truplari hjá hesum at fáa nýggjan sáttmála.
Hjá Jónasi eydanðist heldur ikki at fáa nýggjan arbeiðsgevara, men heldur enn at fella í fátt, hevur føroyski spælarin gjørt eina avtalu við siðvanda akademikarafelagnum, AB, har hann – uttan sáttmála – fer at spæla fótbólti komandi hálva árið.
- Fyrst og fremst, so vil eg sleppa at spæla dystir. Seinasta heyst var á ongan hátt stuttligt hjá mær, og nú vil eg hava spæligleðina aftur, sigur Jónas.
- Og tað vóni eg skal bera til í AB. Eg havi júst verið við felagnum á eini venjingarlegu í Turkalandi, har eg spældi við í tveimum av trimum dystum, so tað tykist, sum fái eg her møguleika at vísa, um dugur er í mær, sigur Jónas.

Gomul rotta sum venjari
Á ein hátt verður Jónas hetta hálvárið eisini við til at skriva ein part av søguni hjá AB. Talan er nevnliga um seinasta hálvárið, sum Christian Andersen er venjari hjá felagnum, sum hann í fleiri umførum hevur tænt.
Aloftast hava úrslitini verið góð, men nú vil venjarin, ið summi rópa Mr. AB, taka tað eitt sindur róligari. Umframt venjarastarv í AB var Christian Andersen eitt stutt skifti venjari hjá eitt nú Toda Jónsson og Brian Laudrup í FCK, men har gjørdist talan ongan tíð um nakað eydnuríkt giftarmál.
AB hevur seinnu árini sleikt sárini eftir eitt miseydnað fíggjarævintýr, har íleggjarar mistu um 50 milliónir í partapeningi, sum var ætlaður at flyta felagið millum tey fremstu í Danmark. Fíggjarliga grundarlagið er nú um- og endurskipað, og ætlanin er, at felagið um eitt ár skal vera við í kappingini um sessirnar til SAS-liguna. Í vetrarsteðginum er felagið á 10. plássi í næst bestu donsku deildini við 17 stigum fyri 15 dystir.