Venjarin hjá Hull hevur sagt upp

Skelkurin var stórur í Hull, tá venjarin seinastu trý árini, Brian Little, saman við tveimum hjálparvenjarum segði seg úr starvinum

Útisetafelag

Í Hull søgdu teir, at tað kom sum ein bumba, tá venjarin segði seg úr ábyrgdarstarvinum fyri besta fótbóltsliðnum.
Brian iLittle hevur havt ábyrgdina av Hull liðnum síðani í apríl 2000. Hann er kendur venjari í Onglandi. Teir í Hull hava kent tað sum ein forrætt, at venjarin hjá teirra liði hevur verið ein, sum áður hevur havt ábyrgdina av Aston Villa, Leicester, Wolverhampton og Stoke. Men nú er Brian Little ikki venjari hjá Hull.
Á fundi við formannin í felagnum, Adam Pearson, hósdagin, boðaði Brian Little frá, at hann fer úr starvinum. Somu boðini komu frá hjálparvenjarunum báðum.
Hull formaðurin segði í tíðindaskrivinum, sum varð sent út eftir fundin, at hann var sera vónbrotin av hesum. At hann ikki hevur skundað undir uppsøgnina kom til sjóndar í mikudagin, tá hann avgjørdur noktaði fyri, at tað í nevndini varð hugsað um at siga venjaranum úr starvi.

Skeiva vegin
Í Hull hava teir ásannað, at møguleikin fyri beinleiðis uppflyting í triðbestu deildina er fokin. Teir hava vónað, at tað kortini skuldi eydnast at vinna uppflyting í endaspælinum, men gongdin hevur ikki verið sannførandi síðstu.
Mett verður at dropin, sum fekk bikarið at flóta yvir hjá venjaranum, var, tá teir fríggjakvøldið taptu 1-0 á heimavølli móti einum av botnliðunum. Kappingarárið byrjaði sannførandi hjá Hull. Venjarin brúkti 800 túsund pund til nýggjar spælarar, og úrtøkan var stór. Men so fór at ganga hinvegin. Kring ársskiftið spældu teir sjey dystir á rað uttan at vinna, og nú eru teir smokkaðir niður á sjeynda plássið.
Tað var Brian Little, sum 14. juni í fjør keypti Julian Johnsson frá Sogndal og til Hull. Í kapping við sjey aðrar eydnaðist tað Juliani beinanvegin at sannføra venjaran um, at hann átti at vera sjálvskrivqaður til annað sentrala miðvallarplássið.
Juilian er sáttmálabundin við Hull í meira enn enn eitt ár afturat. Hvussu tað nú verður við fasta plássinum verður upp til nýggja venjaran at gera av. Ofta plaga nýggir venjarar vilja sleppa at seta dám á liðið, sum teir fáa ábyrgdina av. Tí kann roknast við, at Hull fer at selja onkrar spælarar, og at aðrir spælarar fara at verða keyptir til felagið. Men nú fáa vit at síggja, hvussu tað verður við tí. Fríggjadagin var ikki greitt, hvør nú fer at hava ábyrgdina av Hull liðnum, men sagt varð tó, at ungdómsvenjarin, Billy Russell í fyrstu atløgu tekur sær av venjingunum.