bestu úrslit? Og sum skilst er landsliðið væl nøgt við tað tænastu sum teimum verður veitt á Svangaskarði, somuleiðis tey vakthavandi, eins og áskoðararnir, so tað er ikki av umsorgan fyri landsliðnum, [...] metrum, og veruleikin er jú tann, at her eru ongi fjøll. Tað man neyvan heldur vera ókent hjá gestunum, at ferðingin til og frá dystum liggur um ein tíma, og tað var jú fótbóltsdystin, ið teir fyrst og fremst [...] eins og hjá áskoðarunum. Men Svangaskarð liggur ikki í høvuðsstaðnum, og kann komandi hallarprojekt vera tað sum tyngir Dimmu?. Sjálvur vóni eg ikki tað er so, og ivist ikki í, at Fótbóltsambandið og Me
Kjærsgaard og Søren Espersen á odda krevur, at danska stjórnin og forsætisráðharrin seta Løgtingið og Føroya fólk uppá pláss. Rætturin til fólkaræði og virðingin fyri føroyskum avgerðum og semjum, skal [...] rættindi og skyldur allir borgarar hava. Hvussu valdið skal avmarkast og verða undir eftirliti og innliti. Hvussu mannagongdirnar skulu vera, tá Føroyar gera avtalur við onnur lond og felagsskapir – og at fólkið [...] standa til svars mótvegis fólkinum. Hvussu tilfeingi og almenn ogn skulu umsitast burðardygt og til gagns fyri samfelagið. Og hvussu rættartrygd og rættarsamfelag skal tryggjast. Hesin rætturin til fólkaræði
einum vegamóti, hvat viðvíkur tryggleika og arbeiðsumstøðum. Tað vísir seg, at vit standa í stað og tøva og tøva og koma ikki víðari. Frá eina ferð í sekstiárunum og til dagin í dag eru játtaðir fleiri pengar [...] eisini um innihaldið og har er alt ov lítið hent. Vit mugu koma til eina niðurstøðu og til eina avgerð. Skulu vit hava yrkisleiklist og skulu vit hava yrkisleikarar. Ella skulu vit ikki. Og tað er har knúturin [...] vera pláss fyri tilvildini, tí tað kann gerast spennandi tá ið okkurt óvæntað hendir so tú fært møguleika at venda støðuni og gongdini. Men skulu vit hava fólk til at offra teirra lív og sál fyri at arbeiða
uppí part, so kundu tey tilkomnu, (bæði kvinnur og menn), lagt teimum lag á, og hugsi tykkum alt tað nýggja og spennandi tey kundu lært okkum !! Eyðgunn Samuelsen Býráðslimur fyri Javnaðarflokkin í Klaksvíkar [...] Hvat um vit løgdu hesa vitan saman og lærdu av hvørjum øðrum ? hvat hevði so hent ? Spennandi hevði verið at vita, um skuldin var javnt býtt millum húsarhald og kommunur og um vit so høvdu havt eina javnvág [...] kvinnur um: partabrøv, renta cyber +, veðhald og tílíkt ? ja tað er ein góður spurningur. Nú eru tøl komin fram, ið vísa at bert 10% av umboðunum í bý- og bygdaráðunum eru kvinnur. Hvussu er so støðan
bókasavnið. Fyri teimum liggja bløðini klár, og á borðinum stendur altíð ein heitur og góður kaffimunnur. Og smákøkur afturvið. Hesin munnurin ger uttan iva sítt til, at tað gongst væl hjá heimum tilkomnu monnunum [...] føroysku bløðini og at tosa saman. Onkutíð eru teir 12 í tali. - Tað er altíð hugaligt at lesa bløðini, sigur Arthur, sum næstu ferð fyllir 70 ár. Hann er ein av teimum trúføstu monnunum, sum dag og dagliga vitja [...] Stýra landinum Sum skilst, gongur prátið bæði lætt og væl, og evnini eru nógv, tá teir hittast runt runda kaffiborðið. Ofta er politikkur á skránni, og tað er helst so sum Arthur tekur til: - Tað var kanska
hevur greitt okkum frá, varð løgd av Anne Birgitte Lundholt og Poul Schlúter í felag. Hesi vóru bæði ministarar fyri Konservativa flokkin, og allur fyrsti parturin av føroysku sjónvarpsrøðini snúði seg [...] føroyskum skýmaskotum og goymt seg, tá føroyingar høvdu mest brúk fyri teimum. Eyðólv Dimon [...] Eg taki fult undir við løgmanni, tí í hesum førinum er tað umboð fyri danska fólkið, danski forsætismálaráðharrin, sum kemur á vitjan og ikki Nyrup Rasmussen. Ikki at vilja hitta danska forsætismálaráðharran
tann einstaki verður hoyrdur og sæddur og virdur. Heilsurøktarin í fokus Almanna- og heilsurøktarafelagið og Føroya Psykiatrifelag skipa fyri almennum panelfundi í Miðlahúsinum mánakvøldið 16. mai kl.19 [...] Jóhanna. Hon er heilsurøktari og tað er týðiligt at merkja og hoyra, at hon elskar sítt fak. Her við borðið leggur hon alla sína persónligheit í at vera um hesi gomlu og at geva teimum ta lívsgóðskuna, tey hava [...] vælsmakkandi viðskeri og køka sett á borðið. Ein løta gongur, og sangheftið verður tikið fram. Hetta er ein løta sum dámar húsfólkinum og teimum vitjandi sum eru komin á gátt hesa løtuna. - Hvønn sang skulu vit
ga og ússaliga handfarin. Vina- og kenningarpolitikkurin og rossahandilsmoralurin breiðir seg í allari skipanini. Starvssetanir og nevndarval og stovnsflytingar fara fram sum eitt absurd teatur. Og allar [...] brúkaran og samfelagið móti teimum tapum og teirri vantandi ávirkan á egin viðurskifti, ið nú eru alkend fyri øll. Allar avleiðingar, sum føroyska vinnan og brúkarin nú liva við, vóru væl og virðiliga [...] eru so og so...” hoyra vit javnan. Men tað passar ikki. Eins lítið og tað ber til at siga, at “allir fiskimenn eru so og so...” ella “allir læknar eru so og so...” ella “allar flakakvinnur eru so og so..
er; latið okkum standa saman og arbeiða framá og ikki, í berari stúran og ótta fyri framtíðini, forða fyri møguleikunum, at skapa nakað nýtt, okkara ungu og føroysku tjóðini at gagni. [...] námsfrøðiligum framtíðarmøguleikum og høgum víðsjónum. Bygging av Skúladeplinum kemur at loysa álvarsligar hølistrupulleikar hjá teimum trimum skúlunum við uml.1200 lærlingum og næmingum, sum eru knýtt at hesum [...] í Hoydølum. Greinin nertir í stuttum við Skúladepilin við Marknagil, og er tað henda partin í greinini eg havi viðmerkingar til, og ikki til »gymnasiereformin«. Skúladepilsætlanin er ein ætlan, sum fevnir
landalæru, heimspeki, mál og annað, og tey lærdu at virða seg og sítt, og kósin varð hildin at fáa føroyingar at ganga fram í øllum lutum - og tað var á sjálvstýrisleið. Og Símun tekur soleiðis til í [...] tað sama enn í dag, og í okkara so øðrvísi tíðum enn í 1899, fari eg at heilsa skúlanum og tjóðini og ynskja Háskúlanum til lukku og góðan byr. Nú er støða móðurmáls okkara øðrvísi og sjálvsøgd. Men kanska [...] vælvild. Men Rasmus og Símun fingu aðrar við sær, og so varð sett á at laða grund og fáa húsini upp. Og so góðan stuðul fingu teir, at skúlahús stóðu í Føgrulíð í november 1900. Rasmus og Símun eru so ofta