Hvat tyngir Dimmu?

Alfred Olsen
løgtingsmaður
?????????????
Tað var við stórum áhuga eg fór undir at lesa oddagreinina í Dimmu fyri mánakvøldið, sum hevði yvirskriftina "Svangaskarð ella Tórsvøllur", men eftir loknan lestur, var mær greitt, at Svangaskarð er "ein torn í kjøtinum" hjá leiðsluni á Dimmalætting, og spurningurin er, hvat er tað sum tyngir Dimmu?.

Landsliðið.
Er Svangaskarð ein meinbogi fyri landsliðið? Neyvan, tí var tað ikki leikvøllurin á Svangaskarði, sum gjørdi tað gjørligt, at Landsliðið kundi spæla sínar heimadystir her í Føroyum? Og er tað ikki á Svangaskarði at landsliðið hevur fingið síni bestu úrslit? Og sum skilst er landsliðið væl nøgt við tað tænastu sum teimum verður veitt á Svangaskarði, somuleiðis tey vakthavandi, eins og áskoðararnir, so tað er ikki av umsorgan fyri landsliðnum, at Dimma mælir Fótbóltssambandin-um til at skrotta Svangaskarð.

Áskoðaratalið.
Tað vil altíð vera ymiskt og ymiskar umstøður sum hava sína ávirkað á, hvussu nógvir áskoðarar vera til dystirnar, eitt nú var Norðoyastevna leygardagin, men veruleikin hevur víst, at eru umstøðurnar og tilboðini um flutning t.d. frá Strandferðsluni tey somu til dystir á Svangaskarði sum á Tórsvølli, so er eisini fult á Svangaskarði, so tað kann ikki vera tað sum tyngir Dimmu.

Umhvørvið.
Umhvørvið vil altíð vera ymiskt og tað er tað eisini millum Svangaskarð og Tórsvøll, men veruleikin er tann, at teir flestu áskoðararnir koma beinleiðis til dystin og fara direkta av stað aftur, sjálvt um øll vita, at Tórsvøllur liggur í Havn og tey vita hvat Havnin hevur at bjóða, so fyri nógvar av áskoðarunum hevur umhvørvið avmarkaðan týdning, meðan dysturin á leikvøllinum er tað teir eru komnir at síggja og uppliva.

Einans eitt stadion uppi í fjøllunum.
Leiðarin á Dimmu hevur hug at taka synd í gestunum sum vera beindir inn á Svangaskarð, tí har er onki at bjóða áskoðarunum, einki innivist, ongastaðni at vera áðrenn dystin, einans eitt stadion uppi í fjøllunum.
Eg trúgvi ikki, at gestirnir sum komu frá Sveis høvdu kenslu av at teir vóru uppi í fjøllunum til fótbóltsdyst á Svangaskarði, sum liggur á góðum 70 metrum, og veruleikin er jú tann, at her eru ongi fjøll. Tað man neyvan heldur vera ókent hjá gestunum, at ferðingin til og frá dystum liggur um ein tíma, og tað var jú fótbóltsdystin, ið teir fyrst og fremst vóru komnir at hyggja eftir, so hetta er neyvan tað sum tyngir Dimmu.

Stemningurin.
Rammurnar um ein fótbóltsdyst skulu altíð vera so góðar sum gjørligt fyri at stemningurin kann vera góður, men veruleikin er tann, at jú betur tað gongur okkara landsliðið, betur verður stemningurin, so tann rætti góði stemningurin verður skaptur niðri á vøllinum og plantar seg til áskoðararnar, gongur tað væl hjá landsliðnum niðri á vøllinum, verður stemningurin millum áskoðararnar eisini góður, so betur tað gongur landsliðnum betur er stemningurin, so eg vóni at landsliðið klárar at vinna mikukvøldið, tí tá verður tað vinnarastemningur millum áskoðararnar.

Boykotta Svangaskarð.
Hvat er orsøkin fyri at Dimma mælir Fótbóltssambandinum at taka landsdystirnar frá Svangaskarði? Og leggja fleiri dystir í høvuðsstaðnum?
Sagt verður at hetta eigur at vera gjørt av fíggjarligum orsøkum, men hetta kann jú ikki vera høvuðsorsøkin, tí vit øll vita, at spæli og úrslitini hjá landssliðnum er tað sum fær áskoðararnar til dystirnar, næstan óansæð hvar stadion liggur.
Men fyri at landsliðið skal fáa so góð úrslit sum gjørligt, so er neyðugt at umstøðurnar hjá landsliðnum eru so góðar sum gjørligt, og fyri at skapa tær perfektu karmarnar eisini um landsliðið, hevur Tofta Ítróttarfelag nú bjóða seg til at gera eina fótbóltshøll á Svangaskarði, so rammurnar til venjingar, vinadystir og komandi landsdystir hjá landsliðnum vera so fullkomnar sum gjørligt, eins og hjá áskoðarunum.
Men Svangaskarð liggur ikki í høvuðsstaðnum, og kann komandi hallarprojekt vera tað sum tyngir Dimmu?.
Sjálvur vóni eg ikki tað er so, og ivist ikki í, at Fótbóltsambandið og Mentamálaráðið við viðgera umsóknina frá Tofta Ítróttarfelag seriøst, tí eingin ivi er um, at ein slík fótbóltshøll vil hækka støðið í føroyskum fótbólti, vil betra umstøðurnar hjá landsliðnum og áskoðarunum og gagna tí Føroysku tjóðini.