Góðu klaksvíkingar, góðu norðoyingar, góðu norðoyastevnugestir!
Tá ið eg hevði játtað at halda røðu her í dag, setti eg heilahvirluna á gongd at finna og skipa okkurt viðkomandi at bera fram. Oftast er úrslitið ein hópur av leysum orðum. Og á stevnu sum hesari er ítróttur sjálvsagt orð.
Men vit eru nú stødd í Klaksvík, einum merkisbýi eitt merkisár, og fari eg at taka okkurt annað fram.
Eg fari ikki at útleggja søgu Klaksvíkar men bara taka eitt lítið brot burturúr.
Fyri góðum hundrað árum síðan raknaði tjóðskaparkenslan rættiliga við í Føroyum - henda kensla av at vera ein tjóð, ein serstøk tjóð við egnum máli og serligari mentan, og ofta er víst á Jólafundin, har stevnuskrá varð samtykt. Endamálið var at fáa Føroyar og føroyingar at ganga fram í øllum lutum og fáa móðurmálinum sjálvsagda rættin aftur. At tað ikki var lætt, sæst millum annað í svarinum, Rasmus Effersøe gav læraraskúlanæmingum, sum ætlaðu at fáa føroyskt sum lærugrein í læraraskúlanum. Rasmus Effersøe svaraði, at teir í Føroyingafelag høvdu biðið um hetta sama, men høvdu fingið til svar, at tað bar tíverri ikki til, tað var ikki pláss fyri føroyskum sum kenslugrein, tí tað var so mangt annað, sum skuldi lærast.
Av tilvild møttust tveir ungir føroyingar á háskúlanum í Askov í 1896, miðvingurin Rasmus Rasmussen og skarðsmaðurin Símun av Skarði, og í viðføri høvdu báðir hetta, ?..at fáa føroyingar at ganga fram í øllum lutum?, og brátt vóru teir komnir til ta niðurstøðu, at teir skuldu fara aftur til Føroya og seta háskúla á stovn. Ætlanin búnaðist, og teir fingu sær miðvíst læru at røkka málinum, og stutt fyri Ólavsøku í 1899 fóru teir undir ítøkiligu ætlanirnar,og takkað veri hugsjónarfólki í Klaksvík løgdu teir til brots her - fyrsta árið í húsum hjá Jóan Peturi Olsen, keypmanni á Stongunum. Men teir høvdu inniligt ynski um at húsast í egnum húsum og hildu eisini, at so hugnaligur veturin í Klaksvík hevði verið, var hetta tó ikki staðurin at halda fram á. Hetta var bert bráfangis tiltak. Og ein dag um várið í 1900, áðrenn vetrarskeiðið var endað, vóru teir báðir vestanfyri, undir Hálsinum, og tá avgjørdu teir, at har skuldi skúlin standa, og staðurin varð sama dag nevndur Fagralíð. Hóast henda avgerð ikki líkaði øllum vælgerðarmonnunum, stóðu teir báðir fastir við sína avgerð, og so varð farið til bøndurnar í Vági at biðja sær setur. Hetta varð játtað teimum, og eisini gyllinamenninir í Akursmørk í Vágshaga játtaðu. So langt var alt í lagi, men skuldi jørð verða keypt, mátti góðsstjórnin eisini játta, men ikki sýndu hesir embætismenn somu vælvild. Men Rasmus og Símun fingu aðrar við sær, og so varð sett á at laða grund og fáa húsini upp. Og so góðan stuðul fingu teir, at skúlahús stóðu í Føgrulíð í november 1900.
Rasmus og Símun eru so ofta tiknir fram, men fyri at fáa rætta mynd, skulu Anna Sofía, systir Símunar, sum giftist við Rasmussi, og Sanna, sum giftist við Símuni, eisini nevnast. Vóru tær ikki, hvat varð so?
Í mong ár vóru føroyskir ungdómar farnir til Danmarkar á háskúla. Uttan iva høvdu enn fleiri hug at fara, men tað var ov dýrt hjá mongum, men nú var øðrvísi, og tað sæst í yvirlitinum yvir næmingar. Tí má sigast, at háskúlin kom í tøkum tíma.
Og hann hevði nakað at bjóða. Um enn trongligt var innanveggja, var einki mark, tá ið um andaligt flog ráddi. Á móðurmáli fingu næmingarnir innlit í søgu, landalæru, heimspeki, mál og annað, og tey lærdu at virða seg og sítt, og kósin varð hildin at fáa føroyingar at ganga fram í øllum lutum - og tað var á sjálvstýrisleið. Og Símun tekur soleiðis til í yrkingini ?Vit føroyingar fingu...?
Vit føroyingar fingu frá fornari tíð
ein arv ífrá fedrunum várum;
tann arvur er farið, vit øll eru í
her úti á Atlantshavs bárum.
Og farið dygdargott, vakurt at sjá,
er Føroyar, fosturland okkara.
Um skvatlut var oftani framman stavn,
og sjókappar brotasjógv fingu,
teir óræddir stýrdu mót somu havn
á bylgjunnar ørbrøttu bringu;
teir søgdu: Vit taka eina havn,
har frælsi grør fyri Føroya navn.
O føroyingar, sum enn koma á fund
við myrkum og ivandi huga,
tit lítið á líðir og glitrandi sund,
har báran nú brýtur á boða!
Hoyr! hav og land tey nú teska hátt:
?Man føroyingur taka róðrið brátt??
Vit tveita tí burtur alt smáligt kjak
og fylkjast við treysti í barmi,
tí væl et tað vert nú eitt ódnartak
at bjarga tær, land várt, úr harmi.
Um máttur tykist tær lítil um stund,
minst til, at vit finnast fleiri á fund!
Vit fylkja nú liðið á fosturjørð,
og ónýtar siðir vit blaka;
øll trøllabørn koyra vit langt um fjørð,
og róður í hond vit so taka
og stýra beint móti bjørtu havn,
har frælsi grør fyri Føroya navn.
Og móðurmálið, sum bæði Rasmus og Símun hámettu, tað týðiligasta samleikaeyðkenni hjá einari tjóð, vann sær við tógvið stríð fullan og heilan rætt í Føroya skúla.
Ymiskar orsøkir gjørdu, at háskúlin í 1909 flutti til Havnar, og har stendur hann enn.
Hans Andrias Djurhuus, lærari og skald, var sjálvur næmingur í Føgrulíð, og hann yrkti soleiðis
TIL FØGRULÍÐAR
Var lagnan beisk, var lagnan blíð.
Í gleði sum í hørðum stríð -
rann mær til hugs á hvørji tíð
tú Fagralíð.
Á sumri sum á vetrarstund,
tá kavin feyk um frysta grund
eg minnist teg og hvønn tín fund
í instu lund.
Tí tú vart borgin fyri mær -
og hvørja ferð eg sigli nær
eg líti enn ímóti tær
tú stendur har.
Teir fluttu skúlan burt úr stað -
og tá kom sumt í annað lag,
tó eitt var vist - í dýrd og frið -
tú flutti við.
Tú stendur gjøgnum alla tíð -
er lagnan beisk - er lagnan blíð -
sum sigursmerki gjøgnum stríð
tú Fagralíð.
Hvat var tað og er tað, Háskúlin hevði og hevur at bjóða? Í hesi skúlaskipan er eingin próvtøka, men eitt háskúlaskeið hevur nakað annað. Her er endamálið at læra seg sjálvan at kenna, at læra seg at fáa størri kunnleika um øki, ein hevur serligan áhuga fyri, og hetta arbeiðslagið, at vekja áhuga og forvitni, sum alla tíð hevur verið ein kjarni í háskúlanum, er nú á veg inn í fólkaskúlan, hvør skal siga, Háskúlin var framman fyri sína tíð. Endamál háskúlans er tað sama enn í dag, og í okkara so øðrvísi tíðum enn í 1899, fari eg at heilsa skúlanum og tjóðini og ynskja Háskúlanum til lukku og góðan byr.
Nú er støða móðurmáls okkara øðrvísi og sjálvsøgd. Men kanska ræður meir um nú enn nakrantíð at vera á varðhaldi, tí tá ið tú heldur væl til standa, varnast tú kanska ikki, hvussu ymisk spilla sníkir seg inn. Sum dømi kann eg nevna, at eg hoyrdi barn í Útvarpi Føroya siga frá, at hann hevði fangað tríggir állar, og rætt hevði verið at sagt tríggjar állar. Annað dømi er, at fólkanøvn nærum ikki verða bend. Skurrar tað ikki í oyrunum á flestu føroyingum, tá ið vit hoyra, at onkur sá Sjúrður í staðin fyri Sjúrð, ella hann sá Helgi , kanska Helgja, í staðin fyri at hann sá Helga. Hoyrið hvussu vakurt tað ljóðar, at Helgi er giftur við Helgu, og tí er Helga eisini gift við Helga. Og um vit ætla at fáa at vita, hvaðan onkur er, hoyra vit ofta spurt; ?Hvar ert tú frá?? Og svar:? Eg eri frá Klaksvík ella ?...frá Sandvík?. Áheitan okkara eigur at vera, at fjølmiðlarnir, og serliga Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya, men sanniliga eisini bløðini og ikki at gloyma skúlarnir vanda sær um málið, og nett hetta við bygdanøvnum er so sera lætt at læra at nýta rætt, tí ert tú í einari bygd, fert tú úr bygdini, ert tú við Gjógv, eitur tað frá Gjógv, og ert tú á Skarði, eitur tað av Skarði, við øðrum orðum; í - úr , við - frá og á - av.
Annað stórt málsligt vandamál stingur seg upp í sambandi við nýggju tøknirnar, serliga alt sum hevur við teldur at gera. Lukkutíð fyri okkum eiga vit ein stovn, sum ger fyrimyndarligt arbeiði og er á varðhaldi, og tað er Fróðskaparsetur Føroya og tey, sum har starvast.
Men henda løtan er ikki bara ætlað slíkum práti. Nú er stevna, Norðoyastevna, sum plagdi at vera fyrsta stevnan, og enn er kappróðurin á Norðoyastevnu fyrsti kappróður í kappingini um føroyameistaraheitið. Og stevnurnar eru allar merktar av ítrótti, og ítróttarfeløgini fáa uttan iva størstu peningainnspræningina á stevnunum, pening sum kemur væl við, er neyðugur, fyri at kunna fíggja tað ymiskliga virksemi í feløgunum ungdómi okkara at gagni.
Og annað mangt er á skránni til gamans og álvara - og ikki mugu vit gloyma hitt ikki skrásetta, at hitta vinir, skyldfólk og kenningar, fyri als ikki at gloyma tað, sum ofta er hent, at tvey hittast og gerast góð.
At enda ynski eg øllum góða norðoyastevnu, tað sum eftir er av henni. Men meg minnist heimasandsmann, sum helt fyri, tá ið hann hitti fólk á veg á stevnu:? Ikki skilji eg, at nakar tímir at fara til nakað, hann aftaná ikki minnist at hann var til.?
Ynski mítt er, at vit øll í morgin kunnu minnast aftur á eina góða norðoyastevnu.
Símun av Skarði