Hvussu djúpt vilja vit níga?

Edmund Joensen og Kaj Leo Johannesen kasta saman við Dansk Folkeparti og øðrum kreftum og ganga beinleiðis ímóti Føroya Løgtingi og ímóti rættindunum hjá føroyska fólkinum til fólkaræði og egna stjórnarskipan

Høgni Hoydal
-----

Allir flokkar á tingi eru samdir. Eftir 10 ára arbeiði er semja um eitt uppskot til føroyska stjórnarskipan, sum skal leggjast til Føroya fólk at taka støðu til á fólkaatkvøðu.

Tað verður fyrstu ferð, at Føroya fólk sjálvt ger av, hvussu fólkaræðið í Føroyum skal skipast. Hvørji grundleggjandi rættindi og skyldur allir borgarar hava. Hvussu valdið skal avmarkast og verða undir eftirliti og innliti. Hvussu mannagongdirnar skulu vera, tá Føroyar gera avtalur við onnur lond og felagsskapir – og at fólkið skal spyrjast, um vald verður lagt burtur frá føroyska fólkinum til onnur at umsita. Hvussu myndugleikar skulu standa til svars mótvegis fólkinum. Hvussu tilfeingi og almenn ogn skulu umsitast burðardygt og til gagns fyri samfelagið. Og hvussu rættartrygd og rættarsamfelag skal tryggjast.

Hesin rætturin til fólkaræði, er ein grundleggjandi rættur, sum flestu lond í heiminum viðurkenna – og sum m.a. Danmark og øll Norðurlond hava bundið seg til at virka fyri í sáttmálum hjá Sameindu Tjóðum. Ja, Norðurlond eru kend fyri at ganga á odda fyri at tryggja hesi rættindi hjá fólkum kring allan heim.

Vit hava hoyrt upp í saman um javntsettar partar, sjálvsavgerðarrætt, javnbjóðis virðing – og at um føroyingar bert semjast innanhýsis, so verða samtyktirnar eisini virdar.

Stjórnarskipan Føroya ásetur rætt og slætt, at Føroya fólk hevur evsta politiska valdið í Føroyum og at ongin kann lóggeva ella umsita ella døma í Føroyum, uttan at Føroya fólk sjálvt hevur samtykt reglurnar, mannagongdirnar og eftirlitið. Demokrati í verki, har tað ikki eru einstakir flokkar ella politikarar, ið kunnu avgera støðu og framtíðarstøðu Føroya.

Men fólkaræðið skal ikki galda í Føroyum...
Men so falla gekkaskortarnir. Danski Fólkaflokkurin við Piu Kjærsgaard og Søren Espersen á odda krevur, at danska stjórnin og forsætisráðharrin seta Løgtingið og Føroya fólk uppá pláss. Rætturin til fólkaræði og virðingin fyri føroyskum avgerðum og semjum, skal jú ikki takast í álvara, tá á stendur. Tað er ikki føroyska fólkið, ið kann avger sína egnu stjórnarskipan. Tað skulu politikarar, løgfrøðingar og embætisfólk í Danmark – sum vit ikki hava valt – gera av. Og lógir, sum føroyska fólkið ongantíð hevur samtykt, skulu nýtast at seta føroyskt fólkaræði til viks.

Er bara ein farri av fólkaræðisligari hugsan og ábyrgd millum føroyskar politikarar, so standa vit sjálvsagt avgjørt saman um okkara rættindi. Vit greiða sakliga og undirbygt frá, hvørji rættindi Føroyska fólkið hevur, og at føroyska grundlógin sjálvsagt bert kann samtykkjast av føroyska fólkinum. At hendan avgerðin ikki skal takast á Christiansborg, men í Føroyum. Og at henda stjórnarskipan leggur fast, hvussu vit skulu fara demokratiskt fram, tá vit velja at skipa okkum sum sjálvstøðugan stat ella um vit vilja melda okkum inn í felagsskapir ella samveldi av ymsum slag.

Men hvat hendi?

Løgmaður og Edmund Joensen í víggj
Ja, løgmaður Kaj Leo Johannesen var skjótur at greiða frá alment, at hann tók undir við Danska Fólkaflokkinum og løgfrøðingum hjá danska forsætisráðharranum. Hann gekk sum Føroya løgmaður beint ímóti semjuni millum allar flokkar á tí Løgtingi, sum hevur valt hann – har ímillum umboðini úr hansara egna flokki.

Og honum á baki kom so Edmund Joensen, sum bæði í greinum og niðri á Fólkatingi, hevur barst sum úlvur á skóg ímóti einum samdum løgtingi og talað hart ímóti, at Føroya fólk hevur rætt til fólkaræði.

Skulu vit gráta ella flenna?

Ja, tað vistu fólkatingspolitikarar heldur ikki, tá Fólkatingið hevði endaorðaskiftið 2. juni í ár.

Orðaskiftið vendi rætt
Undirritaði helt fyrst eina røðu um støðuna í heiminum, um visjónirnar fyri einar sjálvstøðugar Føroyar og ábyrgd okkara í heimssamfelagnum. Og mælti staðiliga til, at danskir politikarar ikki enn einaferð royndu at spjaða eina semju í Føroyum við at draga málið um stjórnarskipan Føroya niður til Danmarkar.

Har kom ein ørgrynna av viðmerkingum frá serliga Dansk Folkeparti: Kristian Thulesen Dahl, Søren Espersen, Søren Krarup, Jesper Langballe og aðrir tvíhildu um, at føroyingar høvdu ongan rætt til at samtykkja egna stjórnarskipan, tí Danmark var ein eindarstatur, har tað eru danskir myndugleikar, ið hava evsta avgerðarættin yvir Føroyum.

Eg nýtti stóra orku at greiða frá sjónarmiðunum hjá øllum flokkum á tingi um, at føroyingar eru ein tjóð við sjálvsagerðarrætti, sum ongantíð hevur verið samrunnin partur av donsku tjóðini. Eg vísti á fordømini úr søguni, har eitt nú Noreg hevði egna grundlóg longu í 1814, hóast teir vóru í samveldi við Svøríki fram til 1905. Vísti á, at føroyska fólkið ongantíð hevur samtykt donsku grundlógina og at vit bert einaferð eru spurd um okkara støðu, nevniliga í 1946, tá vit valdu loysing. Eisini tá kastaðu føroyskir politikarar saman við donskum myndugleikum og forðaðu fyri, at ein demokratisk avgerð varð sett í verk.

Eg spurdi eisini donsku politikararnar, hvussu tað kundi bera til, at Føroya fólk ikki skuldi hava rætt til at samtykkja sína egnu grundlóg, tá danska fólkið herfyri skuldi til fólkaatkvøðu um eina ES-grundlóg – uttan at spyrja føroyingar eftir.

Og tað gekk sera væl at grundgeva fyri sjónarmiðunum. Aðrir politikarar løgdu uppí orðaskiftið, og søgdu seg skilja støðuna og fólkaræðisligu grundgevingarnar.

Edmund og Danski fólkaflokkurin í parti
Men so trein Edmund Joensen á røðarapallin. Hann takkaði teimum politikarum, sum settu seg ímóti semjuni á Føroya Løgtingi, og hann segði seg vera fullsamdan við Dansk Folkeparti og Langballe, Krarup, Espersen og øðrum sum í sínum lagi róstu Edmundi Joensen fyri sína støðu. Edmund Joensen boðaði eisini frá, at sambandsflokkurin vildi hava Føroyar upp í ES sum partur av Danmark.

Politikarar úr øðrum flokkum løgdu uppí, og spurdu rætt og slætt Edmund Joensen, hvussu tað bar til, at hann gekk ímóti semjuni á Løgtingi og teir søgdu seg púrt onki skilja av hesum.

Tað var pínligt at hyggja at og lurta eftir. Serstakliga pínligt. Og her tosi eg helst fyri meginparin av teimum 179 fólkatingslimunum, ið upplivdu hetta.

Villleiðandi tíðindaskriv
Men eftir hetta sendu fólkini hjá Edmundi Joensen eitt tíðindaskriv út, har hann segði, at full semja var á Christiansborg um at ganga ímóti føroysku stjórnarskipanini.

Hetta er ein beinleiðis ósonn mynd av støðuni. Og hvussu sannleiksvirði er í tíðindaskrivum Edmund Joensen sæst eisini, tá hann at enda í skrivinum boðar frá tí sonevnda samráðnum, sum Danski Fólkaflokkurin hevur kravt við Lars Løkke Rasmussen í Føroyanevndini hjá Fólkatinginum. Har vil Edmund vera við, at hann sum formaður í nevndini hevur tryggjað, at samráðið verður sent út alment á internetinum og á teirri serligu fólkatingsrásini. Men øll slík samráð verða send út á internetið og á fólkatingsrásina púra automatiskt.

Ætla vit bara at níga og tiga?
Samráðið verður nú týsdagin 15. juni kl. 11 føroyska tíð. Og bara tað, at tað verður hildið, har boð skulu gevast frá forsætisráðharranum um, hvørji rættindi vit hava í Føroyum, er í sjálvum sær ein lýsing av eini skipan, ið onki hevur við fólkaræði at gera.

Eftir stendur nú at síggja, um vit enn einaferð skulu uppliva, at føroyskir politikarar kunnu ganga beint ímóti semjum á løgtingi og beint ímóti rættindunum hjá føroysku tjóðini, uttan at nakar letur við seg koma. Hvat siga tildømis teir flokkar, ið hava valt Kaj Leo Johannesen til løgmann og sum eru í samgongu við Edmund Joensen?

Eitt er vist. Tað skapar onga virðing millum danskar politikarar og hjá okkum sjálvum at kappast um, hvør kann níga djúpast. Tað skapar hinvegin stóra virðing, tá vit tora at standa við okkara rættindi og við skilagóðum grundgevingum krevja at verða vird sum fólk á jøvnum føti við onnur.