Hví velja menn til býráðslimir ella løgtingsmenn?

Ella hví velja gomul ella ung, kundu vit eisini spurt, men tað snýr seg mest um menn, so tað spyrja vit eisini.

Hvat vita kvinnur um: partabrøv, renta cyber +, veðhald og tílíkt ? ja tað er ein góður spurningur.

Nú eru tøl komin fram, ið vísa at bert 10% av umboðunum í bý- og bygdaráðunum eru kvinnur. Hvussu er so støðan í kommununum? Jú, nógvar hava eina skuld á 3 álíkningar. Hetta merkir, at ein kommuna ið fær 80 milliónir inn í skatti um árið, skyldar 3 ferðir hetta, tað vil siga 240 milliónir. Hvussu ber tað til ?

Aðrar kommunur fáa einki gjørt tí tær stríðast við at gjalda hesa skuld aftur.

Gott at tað ikki eru fleiri enn 10% kvinnur í býráðunum,sigi eg bara, tí hvussi hevði standurin so verið um tær vóru fleiri?

Hyggja vit so at einum vanligum húsarhaldi, so kunnu vit spyrja, hvat vita menn um: hvat eitt rugbreyð ella eitt mánaðarkort í svimjihøllini kostar til børn ? ja tað er eisini ein góður spurningur.

Hvussu er so støðan heima við hús ? tey skylda so ikki 3 álíkningar, tað sleppa tey ikki. Gott at tað ikki eru fleiri menn ið halda hús.

Hvat um vit løgdu hesa vitan saman og lærdu av hvørjum øðrum ? hvat hevði so hent ?

Spennandi hevði verið at vita, um skuldin var javnt býtt millum húsarhald og kommunur og um vit so høvdu havt eina javnvág í, hvat peningurin ið vit fáa inn í skatti var nýttur til. Høvdu vit so eisini latið tey ungu komi uppí part, so kundu tey tilkomnu, (bæði kvinnur og menn), lagt teimum lag á, og hugsi tykkum alt tað nýggja og spennandi tey kundu lært okkum !!


Eyðgunn Samuelsen

Býráðslimur fyri Javnaðarflokkin í Klaksvíkar Býráð

Get.to/eydgunn