Hvør skuldi gamlar gøtur gloymt

Í góðveðrinum sunnudagin skipaði Kunningarstovan og Tórshavnar kommuna fyri gongutúrum kring kommununa. Forkvinnan í Heilsu- og Umhvørvisnevndini Elin Lindenskov var eitt av gongufólkunum, sum gekk úr Havn til Kirkjubøar

Niels Uni Dam
???
Túrurin var ein umhvørvistúrur, og greitt varð frá um slitið av gøtunum. Sosialurin fór við, og tosaði við Elina, um hvat hon ætlaði at gera fyri varðveita gomlu gøturnar, um grøna hugsan og um umhvørvisdagarnar.
Elin segði, at samgongan hevur gomlu gøturnar sum mál, fleiri í Býráðnum vilja raðfesta gøturnar.
Nógv ferðafólk
Ein gøta, sum tann upp um Kirkjubøreyn, er nógv brúkt. Eisini nógv ferðafólk fara hendan vegin. Tí er týdningarmikið at røkja gøtuna. Hendan gøtan er eisini eitt sindur serlig, tí hon bindir Havnina við nýggju bygdirnar í kommununi Kirkjubø og Velba-stað, so hon hevur eisini ein stórar kommunalan týdn-ing, greiddi Elin frá.
Illa slitin
Hon hevur gingið hendan túrin ofta fyrr við næming-um. Men hevur ongantíð veruliga givið sær far um, hvussu slitin gøtan er. Men nú túrurin hevur hetta tema, hevur hon sæð gøtuna á ein heilt annan hátt.
Fyrsti partur av gøtuni er illa slitin, tá tað regnar er gøtan meira álík eini á enn eini gøtu. Tá fólk so fer av gøtuni fyri at ganga turrskødd, slítist hon enn meira.
Umhvørvisdagar
Í Reynsmúlalág setti gongufólki seg. Eg spurdi Elina, um hon var nøgd við Umhvørvisdagarnar. Hon segði, at hon hevði vænta at alt fór í vaskið, tá hon sá veðrið fríggjadagin. Men fólk høvdu verið øðiliga arbeiðssom. Sjálvt um veðrið var ringt, høvdu nógv verið úti og ruddað. So boðskapurin var komin út. Tað var hon glað fyri.
Øgiliga læruríkt
Hon var sjálv á Skálatrøð leygardagin. Har var væl vitjað. 482 plantupakkar og 300 posar av flis vóru latnir, so tað riggaði væl. Uppliviningin hevði verið øðiliga lærurík, og hon hevði fingið fleiri hugskot til hvussu dagarnir kundu gerast enn betur. T.d. kann man fáa onkran at selja kaffi og vistfrøðiligar køkur, á Skálatrøð.
Elin segði, at næsta ár verður tiltakið størri. Í næstum hevur hon sett ein dag av til at eftirmeta umhvørvisdagarnar saman við umsitingini. Hon segði at ætlanin er, at næsta ár verður talan um eina umhvørvisviku. Har dagstovn-ar og skúlar luttaka í størri mun.
Grøna hugsanin skal gerast ein størri partur av lívinum hjá børnum í Tórshavnar kommunu. Her mugu tey, sum umsita mentamál og tey sum umsita heilsu- og umhvørvi saman arbeiða fyri eini hugburðsbroyting.