Føroysk ryssa vitjar skúlan á Giljanesi á rennidegnum

Hetta bleiv ein serligur rennidagur fyri børnini í skúlanum á Giljanesi. Føroyska ryssan Logn, sum er 14 ára gomul, hevur tvey fyl og gongur við tí triðja, helt dagin saman við børnunum, ikki bara uttanfyri, men eisini inni í skúlanum. Fitt, rólig og tolin trein Long inn í skúlan, har allir næmingarnir sótu púra friðarligir í trappunum og bíðaðu. Ross og børn høvdu eina serliga og heldur óvanliga løtu saman, har báðir partar vóru forvitnir, men eisini vístu hvørjum øðrum virðing.

 

Seinni var Logn tikið útum, har hon varð umgird av børnunum, sum øll fingu møguleika at kela henni, og leggja sínar smáu hendur á hennar mjúka skinn. Eitt hav av børnum og smáum hondum rundan um eina føroyska ryssu. Hendan dagin lærdu tey ikki bara um ross, men eisini um ein part av teirra egna fedranna arvi, tá tey hittu eitt livandi umboð fyri føroyska uppruna rossið. Eitt ross, sum hevur djúpar røtur í okkara og teirra egnu søgu og landbúnaði.

 

Logn stóð púra still millum tey øll og var góð fyrimynd fyri blíða, natúrliga lyndi hjá Føroyska Rossinum. Hennara nærvera minti øll á, hvussu fast djór knýta okkum til okkara siðvenju, søgu og samleika. Aftan á vitjanina fór Logn aftur út á beiti, ikki bara berandi komandi fylið, men eisini við minninum um ein skúladag, har hon var við at byggja brúgv millum ættarlið.

 

Myndir: Cécile Zahorka

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##