Hyklið hækkar í hvørjum

Tey, ið eru sett í ábyrgdarstørv at stjórna landinum, ganga ikki undan. Tey renna undan avgerðum og síni ábyrgd. Og sleppa í staðin at nýta tíðina í fjølmiðlunum at hykla og látast vera ímóti avleiðingunum av sínum egnu (vantandi) gerðum

Høgni Hoydal
______


Havi verið burturstaddur í nakrar vikur, og havi hvørki sæð tíðindi ella verið á internetinum. Og tað er altíð við eini lítlari vón um, at onkur bati man hómast í politikkinum og orðaskiftinum, tá tú so roynir at fara ígjøgnum tíðindini, ið verið hava heima.
Men gakk. Niðurbræðingin av allari politiskari meining og ábyrgd, sum vit hava ávarað um, síðani ABC-flokkarnir tóku sær valdið í Føroyum, er eftirhondini fullkomin – og farin langt niður um absolutta nullpunktið.
Ikki bara liggja vit í fullkomnum leiðsluloysi, har nærum øll mál verða tilvildarliga og ússaliga handfarin. Vina- og kenningarpolitikkurin og rossahandilsmoralurin breiðir seg í allari skipanini. Starvssetanir og nevndarval og stovnsflytingar fara fram sum eitt absurd teatur. Og allar grundreglur í einum fólkaræði standa og riða leysar í málloysinum hjá sitandi samgongustjórn.
Andstygd og meiningsloysi
Tað skapar andstygd og uppgávulyndi millum fólk – og øll politiska skipanin verður koyrd í sama pott: “Tað eru politikararnir, sum eru so og so...” hoyra vit javnan. Men tað passar ikki. Eins lítið og tað ber til at siga, at “allir fiskimenn eru so og so...” ella “allir læknar eru so og so...” ella “allar flakakvinnur eru so og so...”. Eins skeivt er tað at koyra allar politikarar og flokkar í sama posa at blaka burtur.
Tí sanniliga eru øll amboð brúkt til tess at vísa á alternativar loysnir, at steðga niðurbræðingini, mótmæla og kæra. Men tað verður oftast lagt út sum “andstøðugrenj”, vantandi samstarvsvilji ella “hatta eru bara tey”.

Ein hin fremsta avleiðingin er, at ongin verður settur til svars ella til ábyrgdar fyri nakað. Ístaðin sleppa tey, ið hava kravt seg fram í álitisstørv, í almenninginum at spæla óskyldugir andstøðingar til sínar egnu gerðir og vantandi avgerðir.
Hykl á hægsta stigi
Bara nøkur dømir seinasta mánaðin úr fjølmiðlunum:
• Ein landsstýriskvinna, ið hevur ábyrgd av økismenning, sleppur at skelda inn á avgerðirnar hjá sínum egna landsstýri um at flyta stovnar og starvsfólk. Avleiðingar? Ongar!
• Ein landsstýriskvinna í lógarmálum hevur staðfest at rættargangslógin er brotin, tá øll løgreglan í Føroyum varð umskipað og hevur óteljandi ferðir verið í fjølmiðlunum og sagt seg vilja gera nakað við tað. Avleiðingar? Nei, nú biður hon danskar myndugleikar um at broyta lógina frameftir.
• Ein løgmaður sleppur at gera okkum øll til teitis við at hava formliga heitið sum landsins politiski leiðari og blakar burtur rættindi hjá føroysku tjóðini uttanlands. Avleiðingar? Ikki nær námind!
• Ein fiskimálaráðharri fer í juli mánaða 2010 at samráðast um makrelkvotuna fyri 2010. Hvat hevur hann gjørt seinasta árið – og hevur hann gjørt nakað sum helst undan hesum við at samráðast ella tryggja rættindi? Avleiðingar? Nei, gavekk!
• Ein landsstýriskvinna í almannamálum sleppur í fjølmiðlunum at geva blokkstuðlinum fyri 8 árum síðani skyldina fyri sínar asosialu avgerðir í dag mótvegis teimum eldru, ið hava størsta tørvin á hjálp. Avleiðingar? Gloym tað!
• Ein fyrrverandi landsstýrismaður í almannamálum, sum hevur latið alla fíggjarstýring fara og yvirtrekt fyri 170 mió. á økinum, sleppur at vaska hendur í fjølmiðlunum vegna javnaðarflokkin. Og letst nú vera ímóti teimum avleiðingum, ið hann sjálvur hevur samtykt á løgtingi, hóast tað var væl og virðiliga víst á frammanundan, at tiltøk landsstýrisins fóru bert at raka veikastu samfelagsbólkarnar og eldrarøktina.

Fíggjarmálaráðharrin og bankarnir
Og fíggjarmálaráðharrin stendur knappliga fram í fjølmiðlunum og letst aftur vera atfinningarsamur mótvegis bankunum og teirri ófatiligu gerðini at flyta allar okkara peningaskipanir av landinum. (Í heyst var hann eisini í fjømiðlunum og lovaði at geva bankunum kapping umvegis Húsalánsgrunnin. Beint eftir avhøvdaði hann allar møguleikar hjá Húsalánsgrunninum at fíggja sethús).
Men hann hevur havt allar møguleikar at gera nakað við elektronisku peningaskipanirnar í bankunum, og hann hevur kent til avleiðingarnar í fleiri ár. Tvær ferðir hevur hann mælt til at fella lógaruppskot frá Tjóðveldi, ið kundu seta bankarnar uppá pláss í hesum máli og tryggjað føroyska brúkaran og samfelagið móti teimum tapum og teirri vantandi ávirkan á egin viðurskifti, ið nú eru alkend fyri øll. Allar avleiðingar, sum føroyska vinnan og brúkarin nú liva við, vóru væl og virðiliga útgreinaðar í lógaruppskotum og fyrispurningum.
Hvat vantandi dirvi og vantandi avgerðir hjá fíggjarmálaráðharranum og hansara samgongu hevur kostað føroyska samfelagnum og vanliga brúkaranum bara í hesum máli, eru fleiri 100-tals milliónir krónur.
Men hann gjørdi onki – hóast hann í fjølmiðlunum lovaði at gera nakað við tað. Og bæði sum løgmaður og seinni sum fíggjarmálaráðharri hevur hann tikið avgerð um at broyta lóggávuna til frama fyri ætlanunum hjá bankunum – hóast staðilig mótmæli og mótuppskot.
Tað tekur ikki fáar minuttir at finna fram skjøl og bond, sum prógva, hvat fyrr er sagt og gjørt í hesum máli.
Renna undan sær sjálvum
Men sitandi valdshavarar í Føroyum tykjast so vísir í, at teir ongantíð verða settir til svars fyri nakað, at teir gleðiliga nýta hvørt høvi at hykla á hægsta stigi, so skjótt teir sleppa fram at eini mikrofon.
Onkuntíð hevur ein bara hug at smírast at sjónleikinum. Men tað er í veruleikanum onki stuttligt fyri fólkaræðið og framtíðina at uppliva, at fremstu ábyrgdarpersónar í landinum dagliga nýta orku sína at renna skríggjandi burtur frá sær sjálvum. Og sleppa at gera tað uttan at verða settir til svars.