Nú tykist, sum um fleiri av føroysku politikarunum halda, tað vera eina sterka støðu at vera fornermaðir. Danski forsætismálaráðharrin kemur til føroya á ríkisfund tann 6. januar, og longu nú hava fleiri av føroysku flokkunum boðað frá, at teir ikki ætla at tosa við danska forsætismálaráðharran.
Hetta hevur fingið ilt í løgmann, sum sigur hetta vera tekin um, at føroysku politikkararnir eru óbúnir. Eg taki fult undir við løgmanni, tí í hesum førinum er tað umboð fyri danska fólkið, danski forsætismálaráðharrin, sum kemur á vitjan og ikki Nyrup Rasmussen. Ikki at vilja hitta danska forsætismálaráðharran er ikki ein demonstratión móti Nyrup, men móti donsku tjóðini, og tá hava fornermaðu politikkararnir skotið heilt við síðuna av. Hvat hava vit at demonstrera mótvegis dønum ?
Danska tjóðin ikki
lagt ráðagerðina
At sjónvarpssendingar hava víst á, at Nyrup, Schlúter, Anne Birgitte Lundholt og Fíggjareftirlitið hava lagt eina ráðagerð saman móti føroyska fólkinum, kann danska fólkið ikki lastast fyri. Eg ivist onga løtu í, at Fólkatingið fer at hava eitt vakið eyga við niðurstøðuni av bankakanningini, og tá verða ikki tiknir dagar ímillum, hvørjir persónarnir eru. Tamil sakin var eitt dømi um hvussu Fólkatingið arbeiðir.
Óli og Konservativi
flokkurin
Tann føroyski politikkarin, ið fyrst tók tað ?sterku? støðuna at vera fornermaður, var Óli Breckman, fólkatingslimur. Og sum alt, ið hevur við Óla at gera, so er alt hansara virki, ein propagandering uttan sjálvstøðuga støðutakan um rætt og rangt. Vit skulu minnast til, at ráðagerðin, sum SVF hevur greitt okkum frá, varð løgd av Anne Birgitte Lundholt og Poul Schlúter í felag. Hesi vóru bæði ministarar fyri Konservativa flokkin, og allur fyrsti parturin av føroysku sjónvarpsrøðini snúði seg júst um svikagerðina hjá Konservativu ministarunum. Men hóast hetta, so hevði og hevur Óli Breckmann onki ímóti at samstarva dagliga á Fólkatingið við Konservativa flokkin. Fornermilsi hansara er bert ein roynd at fokusera á Nyrup og soleiðis fáa fólk at gloyma, at tað vóru Konsevativu ministararnir Schlúter og Lundholt, ið løgdu ráðagerðina tilrættis.
Løgmaður búgvin
At løgmaður skýrir føroysku politikkararnar óbúnar, tá teir eru fornermaðir, fær meg at hugsa, hvat er løgmaður so, tá hann ikki vil taka av eini innbjóðing at vitja Bretland, tí hann er fornermaður? Ella formansskapurin á tingið, tá hann somuleiðis ikki vil vitja í Bretlandi, tí løgmaður er fornermaður ? Lesarin má sjálvur gera sína niðurstøðu. Eg taki fult undir við løgmanni, at ein fornermaður politikkari er tekin um óbúna.
Bjarni, Helena og
Harryson búgvin
Herfyri avdúkaði SVF, at skrivarin í bankakanningini var gegniður, og hetta førdi so sjálvsagt til, at hann var skiftur út. Men tá tíðindini bórust, varð boðað til fundar í bankakanningarnevndini. Beinanvegin tóku føroysku eygleiðararnir ta ?sterku? støðu, at teir vóru fornermaðir og tí ikki ætlaðu at møta tl fundar í bankakanningarnevndini.. Eitt var, um føroysku umboðini umboðaðu seg sjálvar, at teir valdu at vera fornermaðir, men hetta eru umboð løgtingsins, og tí áttu teir sjálvsagt at møtt til fundar og har umboða føroysku sjónarmiðini . At teir ikki vildu blanda seg í hvør skuldi vera nýggi skrivarin, var ein greið støða, men hetta skuldu teir sagt á røttum stað og ikki gingið í føroyskum skýmaskotum og goymt seg, tá føroyingar høvdu mest brúk fyri teimum.
Eyðólv Dimon