Ikki færri enn átta landsstýrismenn hava átt og havt ábyrgdina av sjónleikinum í Føroyum seinastu níggju árini. So skuldi ein kanska hildið, at so er væl arbeitt. Men veruleikin er, at sjónleikurin í Føroyum í dag stendur á einum vegamóti, tá ið tað ræður um umstøður at virka undir. Árini í áttatiárunum, tá ið alt samfelagið varð útbygt bæði so og so hendi so at siga einki á sjónleikarøkinum uttan tað at Leikpallur Føroya varð settur á stovn. Og tað var svitaleyst eitt stórt framstig, men síðani er lítið og einki hent.
- Sjónleikur eins og alt annað má vera á einum vegamóti, hvat viðvíkur búning og broyting, tí samfelagið broytist alla tíðina og sjónleikurin má fylgja við. Men tað sum er so hugstoytt er, at vit alla tíðina meðan eg havi spælt sjónleik, tað vil siga síðani eina ferð í sekstiárunum, hava verið á einum vegamóti, hvat viðvíkur tryggleika og arbeiðsumstøðum. Tað vísir seg, at vit standa í stað og tøva og tøva og koma ikki víðari. Frá eina ferð í sekstiárunum og til dagin í dag eru játtaðir fleiri pengar, men tá ið vit hugsa um ta stóru menningina í samfelagnum gongur tað afturá hjá sjónleikinum og listini sum heild, sigur Laura Joensen, sjónleikari og dramaleiðari.
Yrkisleikbólkurin Gríma varð stovnaður í 1977, men øll árini hava leikararnir verið noyddir at funnið sær høli ymsa staðni til leikirnar tey hava framført. Í vár fekk Leikarafelag Føroya endiliga eini leikhús, á Meiarínum í Havn, og hóast lítla og onga útgerð í húsinum, eru tey sera fegin um loksins at hava fingið tak yvir høvdið.
- Hjá Grímu hevur tað ógvuliga nógv at siga at hava sítt egna leikhús. Har eru tað vit sum umsita tað og eiga rættin til tað. Men eisini har eru avmarkingar, tí nú hava vit eini hús, men onga neyðuga útgerð. Vit mugu lána alt sum vit skulu brúka, frá tí minsta til tað størsta. Og tað er eisini ein ítøkilig uppgáva hjá okkum at útvega fígging soleiðis at vit eisini røkka tí málinum at fáa fígging til.
- Nú eru vit komin so langt, at vit hava fingið tak yvir høvdið, men tað snýr seg eisini um innihaldið og har er alt ov lítið hent. Vit mugu koma til eina niðurstøðu og til eina avgerð. Skulu vit hava yrkisleiklist og skulu vit hava yrkisleikarar. Ella skulu vit ikki. Og tað er har knúturin er. Vit kunnu væl spæla sjónleik og gera tiltøk, men skulu vit menna eitt støðugt og framhaldandi sjónleikarumhvørvi má okkurt meira henda, sigur Laura Joensen.
Hugstoytt
Áhugin fyri sjónleiki um landið er ógvuliga stórur, serliga millum ung. Bæði Leikarafelagið og Meginfelag Áhugaleikara Føroya verða undirdíkt við fyrispurningum. Skeiðini sum verða fyriskipað fáa ógvuliga góða undirtøku. Og nógv ungfólk hyggja at leikunum, sum verða spældir, uttan mun til, hvat slag av sjónleiki tað er. Og væntast kann, at hesin áhugin støðugt veksur, nú leikur eisini er komin í lesiætlan fólkaskúlans.
- Barnaleikur er ótrúliga vælumtóktur, tað er meiri tey tilkomnu, sum svíkja sjónleikin.
- Stórur áhugi er fyri áhugaleikinum, men tað er týdningarmikið at menna tað fakliga støðið aftan fyri, sum stingur út í kortið, hvørji mál sjónleikurin skal seta sær og hvussu sjónleikur í Føroyum skal síggja út í framtíðini. Annars verður alt tilvildarligt. Áhugaleikurin verður tilvildarligur, yrkisleikurin verður tilvildarligur. Tað eru ymiskar fortreytir, sum tú spælir sjónleik út frá og skalt tú fáa nakað munagott burtur úr, eina menning og eina búning noyðist tú at hava eina langtíðarætlan. Men so langt sleppa vit ongantíð, tí vit hava bara fíggjarlógini at ganga eftir og hon verður broytt á hvørjum ári. Vit hava eitt leikhús og ein leiðara, men sum er kunnu vit ikki ábyrgda nøkrum fyri tí, ið hendir ella ikki hendir, tí alt hongur í einum leysum enda. Av tí sama kunnu vit aldri rætta hondina út og bjóða ítøkiligt samstarv í størri verkætlanum úti og heima.
- Tað sum er serstakliga hugstoytt er, at vit ongantíð hava átt politikarar, sum hava sagt, at peningur skal játtast til sjónleik, so miðvíst kann verða arbeitt fram ímóti settum málum. Tú kanst slíta samgongur uppá ítróttarvallir, ferðaætlanir og annað. Hví verður eingin samgonga slitin uppá spurningin, um vit skulu hava yrkissjónleik ella ikki. Sjónleikurin verður ikki raðfestur og virdur so frægt.
- Sjónleikurin er í eini ringari støðu. Spurningurin er um tilvildin skal ráða ella um vit skulu hava skipað viðurskifti. Sjálvandi skal tað eisini vera pláss fyri tilvildini, tí tað kann gerast spennandi tá ið okkurt óvæntað hendir so tú fært møguleika at venda støðuni og gongdini. Men skulu vit hava fólk til at offra teirra lív og sál fyri at arbeiða við sjónleiki mugu tey hava ein tryggleika og góðar karmar fyri at yvirliva. Yrkisleikararnir fáa bert løn fyri leikirnar teir eru við í, men teir gera eina ørgrynnu av sjálvbodnum arbeiði. Vit arbeiða alla tíðina við fyrireikingum og ætlanum.
- Hvat fær okkum til at halda fram? Ja, tað er ein góður spurningur. Sjálvandi er tað trúgvin uppá, at hetta er vert at berjast og arbeiða fyri. Men nú eri eg so mikið gomul, at eg seti spurnartekin við, um hetta er vert at doyggja fyri. Tað er rættiliga troyttandi við tíðini at vera idealistur, tí tað kunnu vit ikki liva av.
Í dag hava nógvir føroyingar fingið útbúgving um sjónleikari, fleiri eru á veg og uppaftur fleiri ætla at søkja inn á sjónleikarskúlar.
- Tað gleðiliga er, at tað eru nøkur, sum skara burturúr og verða bitin av sjónleiki. Kanska ikki fleiri enn 1-2 úr hvørjum árgangi. Hvussu fast kunnu vit halda í teimum, soleiðis at tey fara víðari. Tað er týdningarmikið, men tað ber ikki til sum umstøðurnar eru nú. Kanska velja tey sjónleikin, men enda so í øðrum størvum. Tey klára seg væl innan øll øki, tað er gott, men tað er ikki tað, tey eru útbúgvin til.
Høvdu stórar vónir
- Sjónleikur má stuðlast, hann kann ikki hvíla í sær sjálvum. Sum skilst er í uppskoti, at vit skulu fáa 300.000 krónur afturat á fíggjarlógini næsta ár. Áðrenn Leikpallur Føroya varð stovnaður í 1989 fingu vit hálva millión krónur, men við stovnanini fingu vit 2,1 millión og tað kann sigast at vera eitt lop. Nú 10 ár aftaná eru vit á 1,7 milliónum og næsta ár koma vit aftur uppá 2 miljónir. Tað er sjálvandi ikki nóg mikið, men fingu vit 1 millión afturat, kundu vit arbeitt miðvísari. Vit høvdu avgjørt størri vónir fyri næsta ár enn tær 300.000 krónurnar. Sjálvt løgmaður segði í ólavsøkurøðuni, at sjónleikur og skaldskapur skulu raðfestast, men tað vísir seg bert at vera føgur orð, taka vit fíggjarlógaruppskotið í álvara. Mentunargrunnurin fær eina hálva millión afturat næsta ár og tað er ein møguleiki hjá okkum at søkja pening haðani og gera vit tað sanniliga eisini, men har eru nógv um boðið. Mentanarvirðisløn landsins er eisini eitt stig á leiðini, vit eiga at heilsa vælkomnum.
Soleiðis sum søgan hevur lært okkum og sum gongdin hevur verið hevur Laura Joensen onga trúgv uppá, at støðan fer at broytast nakað, nú vit um gott eitt ár fáa ein orðaðan mentapolitikk, um vit ikki ítøkiliga fáa at vita, hvat meint verður við. Sum nú er er orðaskiftið ógvuliga grunnskygt, væl viljandi tos. Frá politiskari síðu verður ikki farið inn um skræðuna og borðreitt við nøkrum konstruktivum uppskoti um, hvussu spurningarnir skulu loysast.
- Vit duga øgiliga væl at fara út í verðina at rópa, hvussu gott alt er heima hjá okkum sjálvum, og tað kann hugsast, at orðaði mentapolitikkurin bert verður eitt skjal, sum politikarar kunnu erpa sær av úti í heimi. Sum føroyskt umboð í Teater og Dans í Norden, sum er stovnur undir Norðurlandaráðnum, og í Nordisk Teaterunion kenni eg meg ógvuliga lítlan í mun til hini. Tað er beinleiðis pínligt at tosa um nakað sum eitur mentapolitikkur í Føroyum. Hini londini gremja seg akkurát sum vit, eingin fær nóg mikið av pengum at arbeiða við, men har og frá og til okkum er langur vegur, sigur Laura Joensen.
Sjónleikur í Føroyum stendur seg ikki nóg væl á heimligum botni og dettur partvís niður millum hinar listargreinirnar.
- Vit kundu ynskt okkum ein breiðari fólksligan stuðul, men eg veit ikki, hvussu vit kundu fingið hann. Í Føroyum ræður ikki um dygd, men nøgd. Spæla vit ein sjónleik og bert 1000 fólk síggja hann, er tað tað sum ger av, um sjónleikurin er góður ella ringur. Men hugsa vit um, hvussu nógv 1000 fólk eru í mun til fólkatalið, so er tað ein stórur partur av fólkinum. Onga aðra staðni í verðini koma so nógv fólk til sjónleik sum í Føroyum, jú, kanska í Íslandi.
- At vit fáa ein orðaðan mentapolitikk nýtist ikki at merkja, at vit fáa størri dygd, men vit mugu eisini hava ráð til at bíta í súreplið við hvørt og sláa okkum til tols við, at okkurt ikki er nóg gott. Tað gera tey alla aðra staðni. Okkurt av tí, ið verður gjørt í Føroyum var betri ógjørt, tí tað er ikki nóg væl arbeitt ígjøgnum. Mín persónliga meining er, at vit til tíðir brúka pengarnar skeivt, men tað kundi verið bjargað, um tað varð arbeitt betri. Viðhvørt velja sjónleikarfeløgini leikir at spæla, sum eftir mínum tykki ikki áttu at verðið spældir.
- Trupulleikin við, tá ið tað ikki gongur so væl er, at vit eru bangin fyri at siga bartút, at tað ikki er nóg gott. Vit eru á eini løgnari nostalgi-bylgju nú, har vit royna at uppfinna tað sum var eina ferð enn. Tað var til dømis Brim og brúðleyp eitt dømi um. Tað ber ikki til at uppfinna hann av nýggjum og fáa hann at vera sum hann var tá. Tíðin er farin frá honum. Afturlongsulin fær so stórt pláss í okkara tilveru og køvir alt annað. Sjálvandi skulu vit hava førningin í lagi og tað er nógv sum er gott at hava við í skjáttuni. Í leikunum eftir Shakespeare, Holberg og Ibsen eru mál, sum eru galdandi til allar tíðir, meðan Brim og brúðleyp eftir mínum tykki ikki er ein slíkur. Alla staðni í Europu er Shakespeare tað stóra hittið, ungfólk streyma til sýningarnar. Tað er bara í Føroyum, at fólk ikki í sama mun taka undir við honum, hóast nógv ung fólk sóu Dreym Jóansøkunátt og hann sum heild fekk góða undirtøku. Men ofta enda leikir/klassikarar, sum fara sína sigursgongd um allan heimin sum dundrandi fiasko í Føroyum. Tað er trupult at skilja.
- Um tað er tann afturlítandi mentanin fólk vilja hava so undrar tað meg, at fólk ikki taka undir við klassikarum, tí tað vóru sanniliga teir, sum myndaðu sjónleikarlívið, til dømis í sekstiárunum. Føroyingar hava eina fatan av, at sjónleikur skal vera stuttligur, Shakespeare við øðrum eru sanniliga stuttligir. Sjónleikur skal ikki seta nøkur krøv, hann skal vera tannleyst undirhald, halda fólk. Tað er kanska ikki so løgið. Útvarpið sendir allan dagin fleiri góðar og áhugaverdar sendingar, men tað sigst at fólk elska hesar sendingar, sum lurtararnir senda brøv inn til, men eg haldi einki er ræðuligari enn tær sendingarnar. Harra Gud, er hatta tað sum upptekur føroyingin, er hatta tað vit skulu byggja landið uppá. Meiri platt, meiri innihaldsleyst, meiri innantómt og fjas betri er, sigur Laura Joensen.
Størri fatan
Komandi vár fær Norðurlandahúsið nýggjan stjóra. Tað verður íslendska Helga Hjörvar, sum hevur verið aðalstjóri í felagsskapinum Teater og Dans í Norden í fýra ár. Umframt hevur hon eisini verið stjóri á Leikskúlanum í Reykjavík, har tveir føroyingar hava fingið útbúgving í hennara tíð og ein áðrenn. Tá tað gjørdist greitt, at valið av nýggja stjóranum gjørdist Helga Hjörvar fegnaðust øll í Føroyum, sum hava við sjónleik at gera. Ikki minst Laura Joensen.
- Nú mugu vit ansa eftir ikki at áleggja nýggja stjóranum alt ov nógv, áðrenn hon er komin í stjórasessin. Men tað skerst ikki burtur, at fyri okkum sjónleikarar er tað ógvuliga gleðiligt og ógvuliga spennandi, at tað gjørdist Helga Hjörvar, sum vit kenna úr norðurlendskum sjónleikarhøpi. Síðani vit fingu okkara egna leikhús eru vit ikki so tengd at Norðurlandahúsinum, men vit koma vónandi altíð at hava samstarv við húsið. Serliga tá ið stór tiltøk eru á skránni.
- Sjónleikur er øðrvísi enn aðrar listargreinir. Tað er øðrvísi at koma inn í eini hús við einum sjónleiki enn at koma við einum kóri til dømis. Vit krevja meiri av hølunum og umstøðunum og samstundis loyvi til at brúka hølini, gera tey um til endamálið. Tað er øgiliga ørkymlandi at gera ein leik og so ikki sleppa inn í hølini, tá ið tað passar okkum og tað hevur ofta verið so í Norðurlandahúsinum, sum roynir at nøkta ein ógvuliga breiðan tørv. Við at fáa eitt sjónleikarfólk í stjórasessin kunnu vit rokna við, at fatanin fyri tí serliga tørvinum sjónleikurin hevur verið størri og við tí kann sjónleikurin fáa eina aðra raðfesting, tá ið hann er í húsinum. Í so máta vóni eg, at tað verður betri.
- Nýggi stjórin í Norðurlandahúsinum veit nógv um, hvat fer fram í Norðurlondum viðvíkjandi sjónleiki og aðrari mentan. Tí verður hon eisini ein kelda til vitan. Vit eru øgiliga avbyrgd í Føroyum og vita lítið um, hvat fer fram í øðrum londum. Vit eru lítið opin, tað hendir ein rúgva, men vit frætta bara einki um tað. Tað er langt síðani, at vit hava havt eitt rættiliga spennandi gestaspæl og tað kunnu vit hugsa okkum verður meiri av í framtíðini. Politikararnir tosa nógv um norðurlendskt samstarv og raðfesta tað eisini høgt, men tað kostar pengar at vera við. Skulu vit tosa um samstarv, so eru tað ikki bara vit sum skulu taka ímóti, vit mugu eisini hava okkurt at geva, sigur Laura Joensen at enda í viðtali.
Myndatekstur: Laura Joensen, sum er fødd í 1946, byrjaði at spæla sjónleik í Sjónleikarhúsinum í Havn, tá ið hon var fimtan ára gomul. Árini 1961-64 var hon á leiklistaskeiði hjá Eyðuni Johannesen og seinni fór hon til Danmarkar, har hon tók prógv sum dramaleiðari. Síðani 1979 hevur hon verið við í leikbólkinum Grímu, sum byrjaði tvey ár frammanundan. Laura er forkvinna í Leikpalli Føroya, ið bítur játtanina sjónleikurin fær á fíggjarlógini út millum áhugaleikin og yrkisleikin. Hon er eisini føroyskt umboð Nordisk Teaterunion og í Teater og Dans i Norden, sum í vikuskiftinum hevur stýrisfund í Havn.