Hálvavegna steðgaða projektið í Marknagili:

   

Egon Øregaard
skúlastjóri á Tekniska Skúlanum Tórshavn
??????????????????????????????????

Viðmerking til grein í bløðunum fríggjadagin 3. sept., skrivað av Kára Mortensen, lærara í Studentaskúlanum í Hoydølum.
Greinin nertir í stuttum við Skúladepilin við Marknagil, og er tað henda partin í greinini eg havi viðmerkingar til, og ikki til »gymnasiereformin«.
Skúladepilsætlanin er ein ætlan, sum fevnir um TRÍGGJAR skúlar. - Ein av hesum er Tekniski Skúlin Tórshavn.
Á Tekniska Skúlanum Tórshavn er breið semja um, at hetta er størsta nýhugsan innan skúlabygging í nýggjari tíð, við stórum námsfrøðiligum framtíðarmøguleikum og høgum víðsjónum.
Bygging av Skúladeplinum kemur at loysa álvarsligar hølistrupulleikar hjá teimum trimum skúlunum við uml.1200 lærlingum og næmingum, sum eru knýtt at hesum skúlunum. Haraftrat fáa uml. 200 starvsfólk manssømuligar arbeiðsumstøður.
Søren Kierkegaard segði; "Livet kan kun forstås baglæns, men det må leves forlæns."
Vónandi kemur stúran og afturhaldssinni, har bert verður hugt aftur um bak, ikki at forða fyri, at Føroyar framhaldandi kunnu teljast millum tjóðirnar, sum liva frammeftir, - tí hetta er eisini eitt val.
Ein annar hugsjónarmaður, Hans A. Djurhuus yrkti í 1904 soleiðis.
"Saman at halda var ei
okkum givið
Tí er so lítið burtur úr her
blivið?.."

Í seinasta ørindinum yrkir hann:
Ljós yvir landið saman-
hald kann gera,
tað gevur megi byrðarnar
at bera;
birtið tí brandin fjálga upp
at loga.
Væl man hann duga.

Áheitan mín er; latið okkum standa saman og arbeiða framá og ikki, í berari stúran og ótta fyri framtíðini, forða fyri møguleikunum, at skapa nakað nýtt, okkara ungu og føroysku tjóðini at gagni.