men tað var als ikki tí at talan var um ein triðing. So vit spurdu okkum fyri á sosialu deild og fingu nágreinilig dømi upp á hvat tað vóru fyri trupulleikar talanin var um. Og tað vísti seg í hvørjum [...] nevndini við slíkum útsøgnum í staðin fyri at fara út við tí uttan haldgóð prógv. Men hon sigur eisini samstundis, at um so var, so kann man staðfesta beinanvegin, at so hava vit ein stóran trupulleika í Klaksvík [...] um ein triðing. Tað passar ikki, staðfestir Jancy. - Vit fáa javnan børn við serligum tørvi, og eisini tey noyðast at bíða eftir plássi, men tá vit fáa eina áheitan frá barnaverndarnevndini, so verða hesi
Veðrið kunnu vit ikki gera nakað við, men vit kunnu skapa teimum, sum ferðast á henda hátt, betri umstøður. Í Degi og Viku týskvøldið sóu vit tjaldingarstaðið Yviri við Strond, niðurdottin tjøld, men kortini [...] láss. Vit minnast jú, hvat umboðsmaðurin fyri hollendsku kampingfólkini segði herfyri. Tveir dagar eftir lýsingina varð útselt - 25 høvdu teknað seg til at fara við húsvognum til Føroya, men vit kunnu [...] í Føroyum átti at verið nógv betri. Vit hava bara havt tað eina tjaldingarplássið higartil, men nú hevur Eiðis kommuna latið eitt tjaldingarpláss gera. Nú hava vit so tvey skipað tjaldingarpláss, umframt
komandi ár. ? Vit kunnu als ikki liva við hesi støðuni. Vit hava strongt á at fáa greiðu á viðurskiftunum, men einki er hent. Vit hava tørv á eini eykajáttan á 800.000 krónur, so klára vit at halda tørn [...] eisini ótta fyri, at tey ungu skipa fyri sínum egna flutningi. Trygdin er ikki altíð í lagi, tá fleiri fólk kroysta seg inn í ein bil. Hesum er ÍSF harðliga ímóti og mælir frá, at fólk skipa fyri flutningi [...] Orsøkin er, at einki pláss er í bussunum hjá bygdaleiðum, og aðrir bussar verða ikki settir í koyring fyri at nøkta tørvin. Henda støðan er íkomin, eftir at bygdaleiðir blivu privatiseraðar. Nú eru tað teir
sjálvstýrismál sum so, høvdu vit ein trupulleika eftir síðsta val, har vit gjørdu eitt samgonguskjal, sum bygdi á tað, ið vit vóru farnir til val uppá. Men tá tað kom hartil, at vit skuldu gera hesi tingini [...] veruleika í samráðingum við donsku stjórnina, komu vit 26. oktober 2000 til ta niðurstøðu, at danska stjórnin vildi ikki tað vit vildu. Tí sleptu vit tí konseptinum og høvdu so í veruleikanum eina samgongu [...] flutti seg mest? -Tað kann man sjálvur rokna út. Vit fingu Tjóðveldisflokkin at góðkenna tað, sum í veruleikanum líktist sera nógv tí, sum vit løgdu bæði fyri Tjóðveldisflokkin og Javnaðarflokkin í fyrstu
løgmann í eini slíkari samgongu, tí vit halda tað hevur so stóran týdning fyri hesa prosessina, at tað er Fólkaflokkurin, sum hevur leiðsluna. Vit vilja syrgja fyri, at henda tilgongd verður framd á tryggum [...] sum tað nú er. So eg vóni, at tað hóast alt fer at bera til. -Men hvat tosa vit so um ? ein útvikling innan fyri ella uttan fyri Ríkisfelagsskapin? -Samgonguskjalið fevnir um fýra ár. Tað er ikki sum við [...] man skal fylgja samtyktini um sjálvstýri Føroya fólk. Tey fýra árini vit hava gjørt eina politiska avtalu um eru innan fyri teir karmar, sum eru galdandi í dag í ríkisrættarligu støðuni. Harvið skuldi ikki
virðing fyri tí, sum eitt eydnusamt lív eigur at byggjast á. Tað er ikki bert lærarin Effie, men eisini persónurin, sum við sínum á røttum stað skemtingarsama lyndi hevur verið við til at skapa hugnaløtur [...] takksamur fyri at hava havt ein lærara, sum hevur verið álítandi og trúgvur móti tí grundarlagi, sum skúlin byggir á. Eisini á annan hátt hevur Effie útint síni avrik. Tað var ikki uttan stoltleika, vit kundu [...] hennara Skýmingarløtum, sum hava verið seldar um alt landið í fleiri ár. Tað er við sorgblídni vit takka Effie fyri hennara avrik á Adventistaskúlanum, men eisini við ynskinum um, at hon má fáa eitt vakurt
at vera við, tá ið umboð fyri smoltstøðina vístu Sveini og Jørgeni saman við teirra fólki hesa framkomnu smoltstøð. Norski fiskimálaráðharrin tóktist sera áhugaður, og væl lá fyri hjá Ragnari Joensen, s [...] Dann West, sum er fíggjarstjóri og norðmaðurin, Richard Rognsey, sum saman við einum øðrum er stjóri fyri sjógvalingini hjá Vestlaxi, vóru eisini við hendan dagin. Framvísingin endaði í hølunum, har teldurnar [...] er við einum hálvum starvi til tess at fylgja við á teldunum, at alt er, sum tað skal. - Hvat skulu vit brúka fólk til, tá ið teldurnar kunnu gera alt arbeiði, spurdi hann. Niðurstøðan hjá Sveini ? í positivum
sum leiðari fyri Atlantis, men hann vil so fegin skapa nakrar fysiskar karmar, sum kunnu verða við til at betra umstøðurnar fyri virkseminum frameftir. - Eg síggi tað sum mítt starv nú. At skapa karmarnar [...] er ein umfatandi manglandi áhugi fyri Atlantis. - Serliga politiskt, heldur hann og sipar til tørvin fyri pengum at gera størri íløgur fyri. Góð undirtøka Undirtøkan fyri tiltøkunum, sum higartil hava verið [...] til Klaksvíkar. Tey hava skipað fyri nøkrum konsertum, sum hava verið í Atlantis. - Tað gevur okkum nøkur oyru í inntøkum, og Tónleikafelagið fær góðar karmar at skipa fyri konsertum. Men her vísir Jógvan
valdir at tæna fólkinum, og ikki øvugt, skilja øll tit bygdarfólk tað uttan fyri Havnina. Vit skulu skapa fortreytir/grundarlag fyri tí greiða býti, ið skal fremjast millum almamma/landið/ kommunur/privata [...] ikki hava sýnt bygdar/býar økismenning/útjaðarapolitik stóran áhuga, tí eiga vit lívið í bygdafólki. Vit skulu skipa so fyri, at høvuðsmiðfyrisitingar vera í Havn/miðstarøkið og leggja partar av almann [...] landspolitikinum. Vit skulu miðspjaða framleiðsluvirksemi/flutnings/tænastuvinur/ídnaðin/landbúnaði/hægri skúlar/ lærustovnar/barnaansing/eldrarøkt/mentan/list. Tað skal skipast fyri, at samferðsluruðuleikin
upp við vinnumálaráðharran fyri at vita hvat vit í felag kunnu gera fyri at hjálpa um hendan trupulleika. Einar Waag, stjóri fyri Føroya Bjór, ber ikki beinleiðis ótta fyri umstøðunum hjá fyritøkuni, men [...] føroysku bryggjaríini. Einar Waag, stjóri fyri Føroya Bjór, dylir ikki fyri, at tað hevði verið ein smeitur, um bryggjaríini ikki sluppu at selja út av goymslum sínum. - Vit høvdu nokk klára okkum, men tað hevði [...] okkum ógvuliga meint fíggjarliga, um vit ikki sluppu at selja øl úr goymslunum. Spurningurin er, um vit yvirhøvur høvdu hórað undan, sigur Óla-Svenn Nolsøe, stjóri fyri Restorffs Bryggjarí. Bryggjaríið selur