Politiski áhugin fyri mentanarhúsinum Atlantis manglar

Jógvan Eliassen, leiðari í mentanarhúsinum Atlantis í Klaksvík, sigur, at tað er nærum ógjørligt at reka húsið og samstundis gera nakrar íløgur, sum skulu til fyri at húsið skal virka upp til sítt besta. Orsøkin til hetta sigur hann vera, at politiski áhugin fyri at játta tann neyðuga peningin, sum skal til, er millum lítil og ongin

Klaksvík:
Jógvan sigur, at hann hevur gjørt onkrar smærri íløgur eitt nú við løriftinum, síðani hann byrjaði, men av tí, at peningurin má takast av rakstrinum av húsinum, so sigur tað seg sjálvt, at íløgurnar eru sera avmarkaðar.
- Atlantis er ein sjálvsognarstovnur, sum ikki eigur nakað sum helst. Eg helt, at øll tann tøkniliga útgerðin, sum er í húsinum hoyrdi til húsið, men so er ikki. Klaksvíkar Sjónleikarafelag eigur alla útgerðina. Og tað eru ongir pengar til at keypa útgerð fyri, og tað harmar meg, sigur Jógvan, sum leggur afturat, at um vit taka svimjihøllina sum eitt dømi, so játtaði býráðið 25 milliónir til at umvæla hana. Ikki tí, tað trongdi harðliga til. Men um vit nú hyggja eftir tølunum fyri hvussu mong fólk hava verið her í húsinum, síðani ársskiftið, so liggur tað um 6.000 fólk. So skilji eg ikki, hví býráðið aftrar seg við at játta einar 500.000 krónur til at innrætta loftið fyri.
Í mentanarhúsinum húsast eisini Klaksvíkar Sjónleikarafelag. Tey leiga nærum allan kjallaran og ein part av loftinum til teirra virksemi. Og so nýta tey sjálvandi salin, tá tey framføra leikir ella okkurt líknandi. Men Jógvan sigur, at leiguinntøkurnar eru ikki serliga stórar, so tað er sum so ikki nøkur hjálp.
Jógvan sigur, at hetta ger, at um hann nú skal biðja fólk koma hendan vegin, so hevur hann onki høli til at bjóða teimum at vera í í húsinum. Tí hevði hann viljað, at peningur var til taks at innrætta til dømis eitt lesirúm uppi á loftinum og eitt høli, har fólk kunnu halda til, meðan tey vitja í húsinum.
- Hetta hevði so eisini gjørt, at Sjónleikarafelagið hevði fingið frið at verið í kjallaranum, heldur Jógvan, sum nú má spyrja Sjónleikarafelagið, um gestir í húsinum kunnu vera har.
Hann leggur tó beinanvegin aftur at, at samstarvið millum Sjónleikarafelagið og hann nú er blivið heilt gott.
- Tað vóru sjálvandi onkur smáting í fyrstuni, men tað er so komið í rættlag nú.

Órættvís kapping
Sjálvsognarstovnurin Atlantis fær 40.000 krónur um mánaðin í stuðuli frá býráðnum. Men hesin peningurin skal millum annað eisini nýtast til at gjalda skuldina, sum er í húsinum niður.
- Vit rinda 22.000 krónur um mánaðin í lánsavgjaldi, umframt aðrar útreiðslur, so tá alt kemur til alt, so eru ikki meiri enn einar 15.000 krónur eftir til at gjalda lønir og annað við av teimum pengunum. Restin má so koma frá biografinum og øðrum tiltøkum, sum eru í húsinum.
Annars fegnast Jógvan um, at Tónleikafelagið er komið til Klaksvíkar. Tey hava skipað fyri nøkrum konsertum, sum hava verið í Atlantis.
- Tað gevur okkum nøkur oyru í inntøkum, og Tónleikafelagið fær góðar karmar at skipa fyri konsertum.
Men her vísir Jógvan á, at tað er ein órættvís kapping, sum fer fram, tá tað kemur til hølir til konsertir og annað.
- Vit kappast jú við skúlarnar og býráðshøllina um at hýsa tiltøkum. Og kappingin kann ikki vera rættvís, tá tað er ókeypis bæði í skúlunum og í býráðshøllini, heldur hann.
- Eg havi ikki nakað ímóti, at tiltøk eru aðrastaðni í býnum, men eg haldi, at tað átti at verið ein ella onnur avtala gjørd um, at tað kostar tað sama, óansæð hvørji høli hýsa einum tiltaki. Tí sjálvandi velja fyrireikarar at fara onkra aðrastaðni, sum tað ikki kostar, heldur enn at koma her og noyðast at rinda fyri hølið.
Jógvan sigur eisini, at tað tykist at vera ógvuliga torført at fáa nøkur tiltøk hendanvegin. Her sipar hann til Norðurlandahúsið, sum hýsir so mongum fjølbroyttum tiltøkum hvørt ár.
- Eg havi bjóðað Atlantis fram fleiri ferðir og spurt, um vit ikki kunnu fáa onkur tiltøk norður, men enn er so onki komið, sigur hann.
Men í samband við listastevnuna, sum verður skjótt, verða eini fýra ella fimm tiltøk á skránni í Atlantis. Enn er tó ikki fastlagt, hvørji tiltøkini vera.
- Eg havi verið ofta í sambandi við Norðurlandahúsið fyri at vita, um ikki onkur tiltøk fara at koma hendanvegin, men tað var ikki fyrr enn eg sendi ein hvass orðaðan teldupost, at eg fekk eitt svar, sum kundi brúkast, sigur Jógvan, sum heldur, at vegurin til at fáa nøkur tiltøk út um Havnina er sera langur. Hann heldur eisini, at tað hevði onki gjørt um mentanarhúsini úti á bygd høvdu fingið ein lítlan part av pengunum, sum Norðurlandahúsið fær frá Norðurlandaráðnum.
- Tað eru hóast alt tíggju milliónir, sum Norðurlandahúsið fær. Og ein eykainntøka um mánaðin, tað nýtist ikki at verða so nógv, hevði gjørt stóran mun, heldur Jógvan.
Alt hetta ger, at Jógvan er komin til ta niðurstøðu, at tað er ein umfatandi manglandi áhugi fyri Atlantis.
- Serliga politiskt, heldur hann og sipar til tørvin fyri pengum at gera størri íløgur fyri.

Góð undirtøka
Undirtøkan fyri tiltøkunum, sum higartil hava verið í húsinum hevur verið góð. Tað hava, sum sagt, verið um 6.000 fólk inni í Atlantis higartil í ár, og tað heldur Jógvan vera gott. Tað eru tey somu, sum ganga aftur í biograf. Tey eru eisini ung. Tilkomin fólk sæst ikki til biograf, og harmast Jógvan um.
- Tað eru jú alt premierufilmar, sum vit vísa, og tað skuldi kunna lokka fólk út, sigur Jógvan, sum tó heldur, at klaksvíkingar enn ikki hava vant seg við, at biografur er í býnum.
- Fyri mong er tað framvegis eitt upplivilsi at fara til Havnar ein túr í biograf og út at eta.
Hann undirstrikar enn einaferð, hvussu torført tað er at arbeiða uttan pengar.
- Alt snýr seg um pengar í dag. Um eg nú biðji ein bólk koma norður, hvat er tað fyrsta tey spyrja? Hvat tey fáa afturfyri, og tað er ringt, tá tað ikki eru pengar til at geva av. Og so verður ein samstundis kritiseraður fyri, at alt ov lítið hendir í Atlantis. Hetta bítur seg sjálvt í halan allatíðina, sigur Jógvan.

Ikki eitt lívsstarv
At enda sigur Jógvan, at hann veit ikki, hvussu longi hann verður í starvinum, sum leiðari fyri Atlantis, men hann vil so fegin skapa nakrar fysiskar karmar, sum kunnu verða við til at betra umstøðurnar fyri virkseminum frameftir.
- Eg síggi tað sum mítt starv nú. At skapa karmarnar, so fólk kunnu nýta húsið og fáa gleði av tí. Um tey so ikki vilja nýta tað, so tey um tað.
Jógvan veit væl, at hann kann tykjast í so svartskygdur hesum viðvíkjandi, men hann sigur, at tað er so óhugaligt, tá ein møtir eitt slag av mótstøðu næstan alla staðni, óansæð hvat ein fer í holt við.
Hann greiðir frá, at í einum tílíkum starvi, sum hann er í nú, tá arbeiðir ein mest, tá hini hava frí, og tí kann tað tykjast fyri øðrum, sum ein ikki ger so nógv.
- Men tað er so sanniliga nógv arbeiði. Serliga innan biograf yrkið. Tað fylgir nógv pappírarbeiði við einum biografi, og umframt at vera leiðari, so eri eg eisini húsavørður og bókhaldari, sigur hann og smílist við.
Atlantis nýtir ikki pening til at hava fólk uttan í frá til hesar uppgávurnar, so tí tekur dagligi leiðarin sær eisini av hesum.
Mentanarhúsið Atlantis er sum sagt ein sjálvsognarstovnur. Tað tulkar Jógvan sum at øll skulu kunna síggja tað sum teirra hús.
- Tað er ikki bert ein persónur ella eitt felag, sum eigur húsið.
Tað seinasta tiltakið, sum var í húsinum umframt biografin var konsertin hjá Clickhaze, sum tónleikafelagið skipaði fyri.