Eyðgunn Samuelsen um barnaansingartrupulleikan í Klaksvík: Vit arbeiða í fullari ferð við málinum

Vit arbeiða í móti at tað skula verða 60 pláss í nýggja útibarnagarðinum, sum letur upp fyrst í august mánaða. Søkt er eftir leiðara til barnagarðin, men enn hevur ongin pedagogur søkt, sigur Eyðgunn

Klaksvík:
Eyðgunn Samuelsen er formaður í sosialu nevnd í Klaksvíkar Býráð. Hon sigur, at tey arbeiða av øllum alvi við trupulleikanum. Og nú kunnu foreldur í Klaksvík kanska hóma ein glotta fyri framman. Tí tann nýggi útibarnagarðurin úti í Grøv fer at geva nøkur pláss í dagrøktini, tá tey elstu børnini, sum í dag framvegis eru í dagrøkt, fara í barnagarð. Og tað sær eisini út til, at tað fara at verða pláss til fleiri børn í útibarnagarðinum enn tað í fyrstuni varð ætlað. Útibarnagarðurin skuldi av fyrstan tíð taka í móti 40 børnum, men tað verða helst pláss fyri 60. Og Eyðgunn sigur, at tað verður arbeitt hart við at fáa tað talið upp á 80 nýggj pláss í ár, men enn mangla nøkur viðurskifti at koma upp á pláss, áðrenn hon kann siga tað við vissu.
- Men hetta skuldi í øllum førum givið nøkur pláss aftur at í ár, heldur Eyðgunn.
Í viðmerking til at ein politikari hevur úttalað seg um, at tað er umleið ein triðingur av børnunum í skipanini, sum eru komin inn í gjøgnum barnaverndarnevndina sigur Eyðgunn fyrst av øllum, at tað er harmiligt, at ein politikari úttalar seg soleiðis um eitt mál, sum er so eymt, sum barnaansingin í løtuni er í Klaksvík. Hon heldur eisini, at viðkomandi skuldi heldur traðka fram í nevndini við slíkum útsøgnum í staðin fyri at fara út við tí uttan haldgóð prógv. Men hon sigur eisini samstundis, at um so var, so kann man staðfesta beinanvegin, at so hava vit ein stóran trupulleika í Klaksvík.
- Ongi neyv hagtøl eru um hetta, men vit fara seinni í ár at kanna um nakað hald er í hesum, sigur Eyðgunn.
Men hon veit at siga, at tað í veruleikanum ikki er talan um ein so stóran part av børnunum, sum eru komin inn gjøgnum barnaverndina.
- Tað passar, at onkur í sosialu nevnd hevur sett spurningin um tað ikki vóru ov mong børn, sum høvdu serligan tørv, men tað var als ikki tí at talan var um ein triðing.
So vit spurdu okkum fyri á sosialu deild og fingu nágreinilig dømi upp á hvat tað vóru fyri trupulleikar talanin var um. Og tað vísti seg í hvørjum tí einasta dømi, at tað var serligur tørvur. Tað vil siga, at tað var als ikki talan um at nakar gjørdi sær dælt av, at biðja barnaverndarnevndina um at veita teirra barni ansing, sigur Eyðgunn, sum undirstrikar, at tað eru ongi viðurskiftir, sum kunnu byggja undir, at tað eru fleiri børn við serligum tørvi í Klaksvík enn aðrastaðni.
- Tá ið eitt barn verður ávíst av barnaverndina er ein faklig viðgerð farin fram og hana hava vit sum leikfólk ikki haft orsøk til at seta spurnartekin við.

Serligur tørvur framíhjárætt
Hon vísir eisini á, at hesi børn eisini noy_ast at bíða longi eftir einum plássi, tí trupulleikin er manglandi pláss til øll børn og tá ið fólk eru í neyð fokusera tey kanska uppá onnur ting eisini .
Jancy B. Klein, leiðari á sosialu deild í Klaksvíkar Kommunu, vísir harðliga aftur pástandinum um, at ein triðingur eru børn, sum eru komin inn í gjøgnum barnaverndina.
- Tað er onki hald í hasum pástandinum. Børn við serligum tørvi koma altíð í gjøgnum barnaverndina, men tað er so slettis ikki talan um ein triðing. Tað passar ikki, staðfestir Jancy.
- Vit fáa javnan børn við serligum tørvi, og eisini tey noyðast at bíða eftir plássi, men tá vit fáa eina áheitan frá barnaverndarnevndini, so verða hesi børn, sambært upptøkureglunum her, tikin fram um, sigur hon, og vísir á, at tað í upptøkureglunum stendur, at børn við serligum tørvi hava framíhjárætt. Og tað hava tey eisini sambært upptøkureglum aðrastaðni eitt nú í Tórshavn.
Tær báðar, Eyðgunn og Jancy halda, at alt hetta kemur av tí sama. Tørvurin í kommununi er so stórur, og foreldur eru uppøst og frá sær sjálvum, tí tey ikki fáa børnini passaði. Og so koma nógvar søgur fram um eitt og annað.
Eyðgunn vísir eisini á at tey fíggjarligu fríplássini, men tey hava onki við barnaverndarnevndina at gera. Tey eru ætlað teimum sum ikki hava fíggjarligar karmar til at gjalda fyri eitt ansingarpláss. Sum oftast eru tað einligar mammur, sum eru farnar undir útbúgving ella skúlagongd, sum søkja um frípláss.
Eyðgunn sigur, at tað í ár eru avsettar 600.000 krónur til frípláss. Hetta er eitt tal, sum tey eru komin til út frá árinum í fjør. Kommunan hevur onga ávirkan á hvør fær hesi fríplássini, tað er landið ið ásetir hvussu lítil inntøkan skal vera fyri at fáa frípláss.
Til eitt ansingarpláss gjalda foreldur 30 % og kommunan 70 % av kostnaðinum.