Ølsølur skaða trivnaðin

Ølsølurnar hjá bryggjaríunum gera tað ov lætt at fáa hendur á rúsdrekka og skaða umhvørvið, har tær liggja. Tí áttu tær ikki at ligið í bygdum øki, heldur familju- og trivnaðarmálaráðharrin, sum helst sá at ølsølurnar hjá bryggjaríunum vórðu afturlætnar. Trupulleikin er ikki sølurnar, men keypararnir, siga bryggjaríini.

Nýggi  familju- og trivnaðarmálaráðharrin nevndi í Blákrossblaðnum herfyri rúsdrekkasølurnar sum hóttanir ímóti trivnaðinum í økjunum, har tær liggja. At ráðharrin fór so langt sum at siga at ølsølurnar hjá bryggjaríunum áttu at verið niðurlagdar, soleiðis at øll søla av sterkum løgi kann fara fram ígjøgnum Rúsdrekkasølu Landsins, hevur ørkymlað tey bæði føroysku bryggjaríini.<?xml:namespace prefix = o ns = "urn:schemas-microsoft-com:office:office" /><o:p></o:p>



Einar Waag, stjóri fyri Føroya Bjór, dylir ikki fyri, at tað hevði verið ein smeitur, um bryggjaríini ikki sluppu at selja út av goymslum sínum. <o:p></o:p>



- Vit høvdu nokk klára okkum, men tað hevði gjørt umstøðurnar hjá bæði okkum og okkara viðskiftafólki verri, sigur stjórin á Føroya Bjór.<o:p></o:p>


<o:p></o:p>



Nógv á samvitskuni<o:p></o:p>


Øl verður selt fyri sama prís úr goymslunum hjá bryggjaríunum sum í Rúsdrekkasølu Landsins. Rúsdrekkasøla Landsins fær ein ávísan vinning av hvørjari seldari ølfløsku, og bryggjaríini fáa soleiðis størri vinning av tí øli, sum verður selt úr egnum goymslum. <o:p></o:p>



- Tað hevði rakt okkum ógvuliga meint fíggjarliga, um vit ikki sluppu at selja øl úr goymslunum. Spurningurin er, um vit yvirhøvur høvdu hórað undan, sigur Óla-Svenn Nolsøe, stjóri fyri Restorffs Bryggjarí. Bryggjaríið selur tríggjar fjórðingar av ølframleiðslu síni úr egnum goymslusølum kring landið.<o:p></o:p>



Hetta nervar ikki familju- og trivnaðarmálaráðharran, sum ikki hevði latið nakað tár fallið, um bæði tey føroysku bryggjaríini noyddust at sagt starvsfólki sínum upp og lata aftur.<o:p></o:p>



- Í mínari verð er tað at bryggja sterkt øl ikki ein sunnur vinnuvegur. Har er nógv annað tey fólkini kundu arbeitt við. Bryggjaríini hava nógv á síni samvitsku. Tey eggja fólki til at drekka øl, og siga enttá at øl er gott fyri bæði hetta og hatta, tá øll hagtøl siga at tað er beinleiðis skaðiligt at drekka. Skal eg geva bryggjaríunum eini góð ráð, so er tað at steðga við at framleiða sterkar drykkir, sigur Bill Justinussen, familju- og trivnaðarmálaráðharri.<o:p></o:p>


<o:p></o:p>



Hóttir trivnaðin<o:p></o:p>


Orsøkin til at Bill Justinusen, familju- og trivnaðarmálaráðharri, hevur tikið ølsølurnar hjá bryggjaríunum fram, er at hann metir tær vera eina beinleiðis hóttan ímóti trivnaðinum í økjunum, har tær liggja. Hann viðgongur, at tað ikki er hansara borð at seta fram uppskot um broytingar í Rúsdrekkalógini, sum kunnu steðga ella avmarka søluna hjá bryggjaríunum, men hann metir seg sum ráðharra við familju- og trivnaðarmálum hava eitt orð at siga um mál, sum viðkoma trivnaðinum hjá fólki her á landi. <o:p></o:p>



- Í mínari verð hevði tað verið best, um einki rúsdrekka varð selt nakrastaðni. Men forboð eggja ofta til tað øvugta, og um sitandi samgonga setti forboð fyri at selja rúsdrekka, so hevði tað bara komið ein nýggja samgonga um fýra ár, sum gav loyvi aftur, sigur familju- og trivanaðarmálaráðharrin.<o:p></o:p>


<o:p></o:p>



Út í óbygt øki<o:p></o:p>


Familju- og trivnaðarmálaráðharrin metir tað verða rættast at kontrollera søluna av rúsdrekka so nógv sum gjørligt. <o:p></o:p>



- Tað er greitt at eingin grund er til at gera tað lættari enn neyðugt fyri fólk at fáa til vega rúsdrekka.<o:p></o:p>



Tá man hevur Rúsdrekkasølu Landsins, so dugi eg ikki at síggja, hví man eisini skal selja aðrastaðni. Men um rúsdrekkasøla yvirhøvur skal fara fram, so áttu rúsdrekkasølurnar at ligið úti í óbygdum øki heldur enn at liggja mitt í bústaðarøkjum, sigur ráðharrin.<o:p></o:p>



- Tá rúsdrekkasølurnar liggja mitt í býum og bygdum, gerst tað alt ov lætt hjá meinigum manni at keypa rúsdrekka. Tað hevur víst seg, at har, sum ølsølurnar eru, verður umhvørvið verri. Tað havi eg hoyrt nógvastaðni frá, bæði frá einstaklingum og frá Blákrossi, sum rættiliga hevur fingurin á pulsinum hesum viðvíkjandi, sigur Bill Justinussen, , familju- og trivnaðarmálaráðharri.<o:p></o:p>


<o:p></o:p>



Bryggjaríiini vita um trupulleikan<o:p></o:p>


Á bryggjaríunum eru tey varug við, at ølsølurnar í summum førum hava keðiliga ávirkan á umhvørvið.<o:p></o:p>



- Vit vita av, at tað eru ávísir trupulleikar av fullum fólki í umhvørvinum har vit halda til. Men at niðurleggja ella flyta ølsølurnar út óbygt øki loysir ongan trupulleika, sigur Óla-Svenn Nolsøe, stjóri fyri Restorffs bryggjarí.<o:p></o:p>



Einar Waag, stjóri fyri Føroya Bjór, sigur seg eisini vita hvat familju- og trivanaðarmálaráðharri meinar við, tá hann sigur at ølsølurnar skaða trivnaðin. Men hann metir ikki at Føroya Bjór er atvoldin til slíkar trupulleikar.<o:p></o:p>



- Vit ganga høgt upp í at fylgja reglunum í Rúsdrekkalógini um ikki at lata sjónliga ávirkaðum fólki øl, og so kunnu vit ikki gera meir, sigur Einar Waag.<o:p></o:p>



Óla-Svenn Nolsøe hevur varhugan av, at orðini hjá familju- og trivanaðarmálaráðharranum í stóran mun sipa til ølsøluna hjá Restorffs Bryggjaríi í Vesturbýnum í Havn.<o:p></o:p>



- Tað hevði sjálvsagt havt eina ávirkan, um vit fluttu okkara sølu út í óbygt øki, og møguliga hevði umhvørvið har vit nú liggja, blivið betri. Men man hevði ikki loyst nakran trupulleika við at flyta søluna. Í besta føri hevði man flutt trupulleikan til onnur støð í býnum. Tað eru ikki ølsølurnar, men ølkeypararnir, sum í ávísum førum skapa trupulleikar fyri umhvørvið, metir Óla-Svenn Nolsøe, sum sigur seg vera sinnaðan at hjálpa familju- og trivanaðarmálaráðharranum í royndunum at basa trupulleikunum.<o:p></o:p>


<o:p></o:p>



Fer at gera kanningar<o:p></o:p>


Bill Justinussen, familju- og trivnaðarmálaráðharri, ætlar ikki at taka ítøkilig stig fyri at flyta ella niðurleggja ølsølurnar hjá bryggjaríunum í fyrstu atløgu, men hann fer at arbeiða víðari við málinum.<o:p></o:p>



Næsta stigið hjá familju- og trivnaðarmálaráðharranum verður at dokumentera, hvussu støðan er. Hetta skal gerast við sociologiskum kanningum av trivnaðinum á ymsu plássunum í Føroyum viðvíkjandi millum øðrum rúsdrekka.<o:p></o:p>



- Vísir ein kanning. at tað veruliga er soleiðis, sum eg havi fingið at vita, at ølsølurnar minka um trivnaðin í økjunnum, har tær liggja, so taki eg málið upp við vinnumálaráðharran fyri at vita hvat vit í felag kunnu gera fyri at hjálpa um hendan trupulleika.<o:p></o:p>



Einar Waag, stjóri fyri Føroya Bjór, ber ikki beinleiðis ótta fyri umstøðunum hjá fyritøkuni, men heldur eitt vakið eyga við gongdini.<o:p></o:p>



- Vit hava altíð havt ein ávísan ótta fyri teimum politikarunum, sum hava umsitið mál, ið viðkoma okkum. Teir hava víst eitt evni til at finna uppá at broyta lógir uttan so mikið sum at spyrja okkum, hvat tað fer at merkja fyri okkara umstøður. Nú fáa vit at síggja hvørja ávirkan nýggi ráðharrin fær á gongdina komandi árini, sigur Einar Waag, stjóri fyri Føroya Bjór.