Fredericia tapti stórt fyri toppliði á heimavølli

Mattias H. Lamhauge og liðfelagarnir máttu lúta fyri FC Midtjyllandi

Mynd: Ritzau Scanpix

Landsliðsmálverjin, Mattias H. Lamhauge og liðfelagarnir í FC Fredericia høvdu í dag torføran dyst á heimavølli móti FC Midtjyllandi í bestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Á Monjasa leikvøllinum í Fredericia vann FC Midtjylland stórsigur 4-0. Miðjútlendingarnir skoraðu tvey mál í hvørjum hálvleiki. Útiliðið hevði bóltin 68 prosent av tíðini, og teir høvdu væl fleiri málmøguleikar enn heimaliðið.

 

Sambært Soccerstand/Flashscore var Mattias næstbesti leikarin hjá Fredericia. Mattias fekk karakterin 6,6 (av 10). Verjuleikarin, Frederik Rieper fekk 6,7, annars lógu hinir millum 5,2 og 6,4. 

 

FC Fredericia-FC Midtjylland 0-4 (0-2)

 

0-1 Franculino Dju (29.)

 

0-2 Cho (35.)

0-3 Mikel Gorgoza (50.)

0-4 Junior Brumado (53.)

 

Fredericia hevur nú tapt fimm dystir á rað í superliguni. Teir eru næstaftast í deildini við 11 stigum. 

 

Mikudagin klokkan 17 spælir FC Fredericia áttandapartsfinalu í steypakappingini. Tá kemur Viborg á vitjan á Monjasa leikvøllinum. Viborg liggur á 10. plássinum í superliguni, og tí skuldu Mattias og liðfelagarnir havt ein góðan møguleika í hesum dystinum. 

 

Mynd: Ritzau Scanpix