Hósmorgunin 6. november klokkan 9 fer Helgi Winther Olsen at verja sína ph.d.-ritgerð um kropsliga rørslu í skúlunum. Verjan verður í Kongshøll á Vestaru Bryggju í Havn.
Hetta skrivar setur.fo.
Ph.d.-ritgerðin, sum Helgi nú skal verja, eitur Effects of the FIT FIRST FOR ALL school-based physical activity intervention on health-related fitness, well-being, and equitable participation in a Faroese school setting.
Verjan er almenn og verður á enskum máli.
Sum ph.d.-lesandi hevur Helgi arbeitt og verið innskrivaður á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya.
Vegleiðaratoymið:
Magni Mohr, professari á Fróðskaparsetri Føroya, høvuðsvegleiðari
Malte Nejst Larsen, adjunktur á SDU, hjálparvegleiðari
May-Britt Skoradal, adjunktur á Fróðskaparsetri Føroya, hjálparvegleiðari
Metingarnevndin:
Ingi H. Højsted, lektari á Fróðskaparsetri Føroya (forfólk)
Hafrún Kristjansdóttir, professari á Reykjavik University
Craig Williams, professari á University of Exeter
Verjan verður á enskum máli.
Lesið føroyska samandráttin av ritgerðini her.
Ritgerðin er tøk á Pure-vanganum hjá Helga her.











