Bygdafólkið og samferðslan

Tórshavn/miðstaðarøkið vil altíð koma at breyðføða og klæða bygdafólkið, ið ferðast morgun og kvøld til og frá Havnini/miðstaðarøkið, hvat øll tit skulu ásanna.

Tað kemst av tí kommunal/landspolitikarar frá 70 árunum ikki hava sýnt bygdar/býar økismenning/útjaðarapolitik stóran áhuga, tí eiga vit lívið í bygdafólki.
Vit skulu skipa so fyri, at høvuðsmiðfyrisitingar vera í Havn/miðstarøkið og leggja partar av almanna/landsprivatu fyrisitingum úti í útoyggjum. Tað er neyðugt at fáa skunda undir kommunalu/lands-politikarar, ið eru valdir at tæna fólkinum, og ikki øvugt, skilja øll tit bygdarfólk tað uttan fyri Havnina.
Vit skulu skapa fortreytir/grundarlag fyri tí greiða býti, ið skal fremjast millum almamma/landið/ kommunur/privata, so alt bygdarfólki kann flyta úr Havnini.
Tað skal komast valdsmiðsavnan av øllum avgerðarrættindum í Havnini/miðstaðarøki til lívs við skipa valdsmiðspjaðing, í øllum tí rikna landspolitikinum. Vit skulu miðspjaða framleiðsluvirksemi/flutnings/tænastuvinur/ídnaðin/landbúnaði/hægri skúlar/ lærustovnar/barnaansing/eldrarøkt/mentan/list.
Tað skal skipast fyri, at samferðsluruðuleikin verður greiddur í Havnini áðrenn nýggi Smyril og nýggja Norrøna byrja sigling - ein vil gera nógv greitt.
Eg haldi, at lands/ kommunalu myndugleikar skulu fáa játtan til at breiðka/styrkja vegin frá Søldarfirði til Lambareiði, og fáa avskipingarhavn í Runavík. Tað kann tá skipast fyri at farma/ ferðafólka- og fiskaflutningur fer umvegins avskip-ingarhavn í Runavík, sum fær týdning fyri alt handils- og vinnuligt virksemi.
Eg kundi hugsa mær farmaskip og nýggja Norrøna nýttu avskipingarhavn í Runavík, Ið vil lætta trýstið úr Eysturoy til Havnar ígjøgnum Norðurstreymoy.