Oddagrein·Besta feriutíð - vantandi møguleikar

Vit stunda ímóti bestu feriutíð, og longu nú hava mong ferðafólk verið
at sæði í havnargøtum, á landsvegunum og Yviri við Strond hava tjøld og
húsvagnar verið at sæð. Tað eru nógv - fleiri og fleiri - sum velja sær
henda ferðingarháttin. Tey eru frí, og kunnu sjálvi leggja ferð sína
tilrættis.

Veðrið kunnu vit ikki gera nakað við, men vit kunnu skapa teimum, sum
ferðast á henda hátt, betri umstøður. Í Degi og Viku týskvøldið sóu vit
tjaldingarstaðið Yviri við Strond, niðurdottin tjøld, men kortini væl
nøgd ferðafólk, tí tey høvdu roknað við, at slíkum veðri kundu tey møta
í Norðurhøvum.

Men tá tosað verður við fólk, sum ferðast á henda hátt, halda
"kampistarnir", at umstøðurnar í Føroyum átti at verið nógv betri. Vit
hava bara havt tað eina tjaldingarplássið higartil, men nú hevur Eiðis
kommuna latið eitt tjaldingarpláss gera.

Nú hava vit so tvey skipað tjaldingarpláss, umframt plássið hjá
Skótadeplinum á Selatrað, men tjaldingarplássið í Havn er so vánaligt,
samanborið við tjaldingarpláss í t.d. Íslandi og Hetlandi, at her er
einki samanberingargrundarlag. Ein góðveðursdag er sjálvandi hugnaligt
Yvir við Strond, men kemur hann lágt og vindurin er nógvur er ikki
tespiligt at halda til har.

Havnar kommuna, sum spirnnur mest burtur úr ferðavinnuni, átti tí at
tikið sær um reiggj og fingið okkum eitt nýtt tjaldingarpláss. Vit
minnast jú, hvat umboðsmaðurin fyri hollendsku kampingfólkini segði
herfyri. Tveir dagar eftir lýsingina varð útselt - 25 høvdu teknað seg
til at fara við húsvognum til Føroya, men vit kunnu ikki taka ímóti so
nógvum!!!

Eiðis kommuna hevur í fleiri førum gingið á odda og brotið upp úr
nýggjum, og tað er tí at fegnast um, at eiðisfólk nú hava latið eitt
tjaldingarstað gera. Tillukku við tí. Vit hoyra fólk í útjaðaranum siga,
at eingi ferðafólk koma út um høvuðsstaðarøkið. Men eru umsøðurnar í
lagi, koma ferðafólkini óivað eisini.

Nú hevur Ferðaráðið latið økisfaldarar gera saman við
Økisferðavinnufeløgunum. Hetta frálíka tiltak fer óivað eisini at gera
sítt til, at fleiri ferðafólk koma kring landið. Nú er bara at vóna, at
myndugleikin av álvara vaknar. Vit hava eitt vlvirkandi og virkið
ferðaráð, nógv fólk í vinnuni, sum gera eitt stórt, ofta filantropiskt
arbeiði, men sum renna seg ímóti alla tíðina, tí vælvildin avmarkað, tá
tað kemur til stykkis.

Ferðavinnan er heimsins størsta vinna, og skulu vit hava fleiri bein at
standa á, mugu vit eisini halda fram at byggja út, og í hesum sambandi
hugsa um tjaldingarpláss og fleiri møguleikar enn bara at síggja
náttúruna. Ferðafólk skulu hava møguleikar at sleppa at royna seg meiri.