Trúgvur tænari leggur frá sær

Aftan á 35 ára langa og trúgva tænastu leggur Effie Campbell frá sær sum lærari í Adventistaskúlanum nú hetta skúlaárið endar. Hon byrjaði í 1967, árið eftir skúlin var farin at virka við Hallgerð Sivertsen sum skúlaleiðara. Til í dag hevur hon starvast sum lærari undir fýra skúlaleiðarum.

Tað er eingin ivi um, at Effie hevur verið Adventistaskúlanum ein hollur stuðul hesi 35 árini hon hevur verið við til at seta sín dám á skúlan í tí hon er kend fyri. Frá byrjanini av er ein menning farin fram á skúlanum, sum Effie hevur havt sín avgjørda lut í. Og nú, hon leggur frá sær og fer á eftirløn, fara bæði børn og foreldur og Adventistaskúlin at takka henni fyri eitt væl útint starv, sum hevur verið við til at seta sítt eyðkenni á skúlan og tey børn, hon hevur havt í síni skúlastovu. Tvey ættarlið hava sitið undir hennara "peikipinni" og lært ikki bert neyðugar skúlakunnleikar, men eisini virðing fyri tí, sum eitt eydnusamt lív eigur at byggjast á.
Tað er ikki bert lærarin Effie, men eisini persónurin, sum við sínum á røttum stað skemtingarsama lyndi hevur verið við til at skapa hugnaløtur, sum hava gjørt gerandisdagin hjá starvsfeløgum og børnum til minnisverdar stundir.
Adventistaskúlin er takksamur fyri at hava havt ein lærara, sum hevur verið álítandi og trúgvur móti tí grundarlagi, sum skúlin byggir á.
Eisini á annan hátt hevur Effie útint síni avrik. Tað var ikki uttan stoltleika, vit kundu gleða okkum saman við henni, tá ið hon varð heiðrað við bókmentavirðisløn Tórshavnar býráðs. Børn í túsundatali hava notið gott av hennara Skýmingarløtum, sum hava verið seldar um alt landið í fleiri ár.
Tað er við sorgblídni vit takka Effie fyri hennara avrik á Adventistaskúlanum, men eisini við ynskinum um, at hon má fáa eitt vakurt vesturskin í Eystur-stræti.

Jens Vilhelm Danielsen, nevndarlimur í skúlanevndini