Smoltstøðin á Hellunum: "En farlig konkurrent"

Hetta segði norski fiskimálaráðharrin, Svein Ludvigsen, tá ið smoltleiðarin hjá Vestlax, Ragnar Joensen, hevði greitt fiskimálaráðharranum frá, hvussu frammarlaga smoltstøðin á Hellunum er tøkniliga. Men hetta varð ikki sagt við negativum týdningi.

Almenn vitjan

Tað vóru tveir væl hýrdir fiskimálaráðharran, Svein Ludvigsen úr Noregi og okkara heimligi fiskimálaráðharri, Jørgen Niclasen, sum saman við sínum fólki komu í land við gummibátinum hjá Brimli á Oyndarfirði mánadagin.
Frammanundan vitjanini á Hellunum, har málið var smoltstøðin hjá Laksá, hevði Brimil ført norska fiskimálaráðharran úr Havn og norður til Klaksvíkar, har vitjað varð á Kósini og á einum kryvjivirki. Í Klaksvík tók Jákup Sólstein sær av ferðalagnum.
Sosialurin í Saltangará hevði biðið Jørgen Niclasen sagt okkum frá, tá ið Brimil fór av Klaksvík á veg móti Oyndarfirði, tí tað er ikki á hvørjum sinni, at ein norskur fiskimálaráðharri vitjar á Hellunum.
Sum sagt, so gjørt. Tískil fekk Sosialurin høvi at vera við, tá ið umboð fyri smoltstøðina vístu Sveini og Jørgeni saman við teirra fólki hesa framkomnu smoltstøð.
Norski fiskimálaráðharrin tóktist sera áhugaður, og væl lá fyri hjá Ragnari Joensen, smoltleiðara, at greiða frá tí, teir gera.
Niels Dann West, sum er fíggjarstjóri og norðmaðurin, Richard Rognsey, sum saman við einum øðrum er stjóri fyri sjógvalingini hjá Vestlaxi, vóru eisini við hendan dagin.
Framvísingin endaði í hølunum, har teldurnar standa, sum stýra øllum virkseminum á smoltstøðini.
Her segði Svein nøkur orð, og tað skiltist, at hann var hugtikin av teirri tøkni, sum er á smoltstøðini. Hann var eisini hugtikin av, at neyðugt bert er við einum hálvum starvi til tess at fylgja við á teldunum, at alt er, sum tað skal.
- Hvat skulu vit brúka fólk til, tá ið teldurnar kunnu gera alt arbeiði, spurdi hann.
Niðurstøðan hjá Sveini ? í positivum vendingum ? var, at smoltstøðin á Hellunum ?er en farlig konkurrent? hjá norsku smoltvinnuni.


Stóran týdning

Svein er eftir øllum at døma dámligur og fyrikomandi maður, og okkara fiskimálaráðharri, Jørgen Niclasen, hevur alt gott at bera honum.
Fiskimálaráðharrarnir kennast eftirhondini væl, og líkt var til, at teir eisini ?matcha? væl.
- Eg haldi, at hesir árligu fundirnir kunnu hava stóran týdning fyri framtíðar samvinnuna millum Føroyar og Noregi. Tað er á slíkum fundum og vitjanum, at tey langsiktaðu úrslitini, sum byggja á forstáilsi millum londini, spyrjast. Tey bond, sum soleiðis verða knýtt, hava týdning fyri tær samráðingar, sum í framtíðini verða millum londini um eitt nú fiskirættindi.
Jørgen vísir á, at Føroyar og Noregi hava nógv felags áhugamál á fiskivinnuøkinum, og tí er umráðandi, at londini bæði kunnu tosa saman um hesi.


Ongar samtyktir

Fyrrapartin mánadagin vóru samráðingar millum fiskimálaráðharrarnar saman við embætisfólkum teirra. Svein hevur tvey embætisfólk við sær úr Oslo, og saman við Jørgeni, eru Kaj P. Mortensen og Jens Helgi Toftum. Teir vóru báðir við, bæði í Klaksvík og á Hellunum mánadagin.
Fyrrapartin týsdagin hildu samráðingarnar fram, og seinnapartin hendan dagin fóru Svein og hansara fólk heimaftur.
Jørgen sigur, at teir báðir hava tosað um mong viðurskifti á fiskivinnuøkinum, sum eru frammi í londunum báðum og viðurskifti, sum bæði londini eru partar av.
Sum skilst, verða ongar beinleiðis samtyktir gjørdar á hesum fundum millum fiskmálaráðharrarnar, men nógv mál verða umrødd.
- Sum heild, eru hesir fundir við til at skapa størri forstáilsi millum londini bæði á fiskivinnuøkinum, sigur Jørgen Niclasen, sum er væl nøgdur við vitjanina hjá Sveini Ludvigsen í Føroyum.