Svenska verjan veit í morgun at siga, at tey fylgja neyvt við einum russiskum kavbáti í Eystursjónum í morgun.
Ein russiskur kavbátur fór inn í Eystursjógvin um Stórabelt í gjár.
- Jagaraflogfør og herskip hjá verjuni møttu kavbátinum longu í Kattegat í gjár og hava fylgt kavbátinum.
Soleiðis sigur svenska verjan í tíðindaskrivi.
Fleiri svenskir miðlar skriva um hendingina, eitt nú Aftonbladet og Expressen.
Sagt verður, at svenska verjan umrøður hendingina sum eitt rutinuátak í neyvum samstarvi við sínar sameindu.
Svøríki er nýggjasta limaland í verjusamgonguni, Nato, og Finnland gjørdist limur stutt frammanundan.
Vit kunnu leggja aftrat, at myndin omanfyri av russiskum kavbáti er tilvildarlig.