Politikkur
Anfinn Kallsberg, løgmaður er fegin um, at tað loksins eydnaðist at fáa eina samgongu, tó at hann kundi hugsað sær, at hon gjørdist breiðari. Fyrst av øllum vil hann tó sleppa at vísa aftur, at tað hevur verið stór ósemja innanhýsis í sínum egna flokki um, hvørja leið løgmaður skuldi velja at fara. -Tað er skeivt at siga, at tað hevur verið ósemja í Fólkaflokkinum undir samráðingunum, og at hetta var orsøkin til, at tað tók so drúgva tíð at fáa eina samgongu. Tað vit hava brúkt tíð uppá var at fáa øll ivamálini, marknamótini uppá pláss, og tað haldi eg hevur eydnast væl. Nú samgongan er farin av bakkastokki eru greiðar linjur.
Stevið
Løgmaður er heldur ikki samdur við teimum, ið undrast á, at hann heldur fram í samstarvinum við Tjóðveldisflokkin, tá hugsað verður um, hvussu vánaligt stevið hevur verið serstakliga seinastu tíðina av skeiðnum.
Hann samanber her munin millum at reka politikk í Føroyum og útlandinum.
-Í Føroyum skal tú reka samband/loysing politikk umframt høgra/vinstra politikk. Tá tveir flokkar, ið eru so ólíkir sum ein vinstrahallur Tjóðveldisflokkur og ein høgrahallur Fólkaflokkur, skulu royna at semjast um øll mál er greitt, at tað vilja verða nøkur mál av og á, har vit ideologiskt eru púra ósamdir. Tað má so síggjast aftur í samarbeiðinum. Í so máta haldi eg vit hava klárað hesi fýra árini sera væl.
-Er tað ikki eitt sindur av eini eftirrationalisering, tá hugsað verður um, hvussu hart tað hevur gingið á millum ávís fólkafloksfólk og tjóðveldisfólk?
-Tað er kanska rætt. Tað vilja altíð vera nøkur mál, har tú er noyddur at finna eina loysn, men har tú er ideologiskt ósamdur. Tí vilja tað koma konfrontatiónir, ið skapa turbulens.
-Men hugsa vit um, hvussu harðar atfinningarnar hava verið móti tær frá tjóðveldissíðu, eitt nú á fólkafundi á Vaglinum, í greinum frá Hesuferð-tiltakinum oø., so eru tað helst mong, sum halda tað vera løgið, at tú kortini heldur fram saman við Tjóðveldisflokkinum sum einki var hent!
-Tá tað kemur til sjálvstýrismál sum so, høvdu vit ein trupulleika eftir síðsta val, har vit gjørdu eitt samgonguskjal, sum bygdi á tað, ið vit vóru farnir til val uppá. Men tá tað kom hartil, at vit skuldu gera hesi tingini til veruleika í samráðingum við donsku stjórnina, komu vit 26. oktober 2000 til ta niðurstøðu, at danska stjórnin vildi ikki tað vit vildu. Tí sleptu vit tí konseptinum og høvdu so í veruleikanum eina samgongu, ið hevði avtalað eina tilgongd í einum samgongskali um sjálvstýrismál, sum vit sjálvir høvdu innsæð bar ikki á mál.
Síðani skal tú til at seta út í kortið av nýggjum. Tá fær tú nakrar konfrontatiónir. Eg royndi tá at analysera, hvat var gjørligt at koma ígjøgnum við, meðan Tjóðveldisflokkurin ynskti nakað, sum rakk nógv longur. So fær tú ta konfrontatiónina, sum vit fingu á Vaglinum, og har tú fær eina nýggja strategi frá baklandinum hjá Tjóðveldisflokkinum osfr. Tað var so ikki í samsvar við tað, sum eg metti var realistiskt.
Og tað var sambart løgmanni at brúka teir møguleikar, sum vóru tvs. at fara inn og samráðast um málsøki. Anfinnur Kallsberg sigur, at hann hevði eisini fingið at vita frá Nyrup, at tað vildu teir medvirka til í ávísan mun. Løgmaður helt tað nevniliga vera meira vert at royna tað heldur enn at fara í eina beinleiðis konfrontatión, sum hann sigur, at hann visti ikki bar nakran veg á mál.
-Tað var júst hatta konseptið, sum vann í tí víðari prosessini móti endanum av valskeiðnum og sum nú liggur til grund fyri tí samstarvi, ið verður næstu fýra árini. Hetta er tí ein búningarprosess og tillagan av tí, sum er møguligt og ikki.
Løgmaður er tí heldur ikki kløkkur av, at Tjóðveldisflokkurin hevur lagað seg til henda veruleika. Hevði hann ikki tað, var alternativið, at tað als ikki varð hildið á í hesi tilgongdini. -Um man ikki sær, hvat er politiskt møguligt og fer eftir tí, so fer man inn á eitt politiskt síðuspor. Har man ikki roynir at fáa úrslit, men meira ynskir at hava ein profil, ið gongur uppá, at hetta er eins egna, og at man bara vil tað. Hetta við at man í politikki sigur: alt ella einki endar sum oftast við, at tú einki fær. Tí vil eg siga, at núverandi samgonguskjal er realistiskt og entá so realistiskt, at eg trúgvi, at allir flokkar á tingi áttu at kunnað tikið undir við tí.
Sjálvur sær løgmaður støðuna soleiðis, at Tjóðveldisflokkurin - í mun til hvussu hann hevur sæð hesi tingini fyrr - nú sær realistiskt uppá tey. Og tað ger hann sjálvandi, tí hann vil vera við til at hava ávirkan á politikkin.
Ikki samgonga ella andstøða
Hvat sigur løgmaður til ta sannroynd, at samgonguflokkarnir mistu meirilutan á valinum, og hóast tað sita stóru andstøðuflokkarnir framvegis í andstøðu!
-Tá tað hevur verið sagt, at hetta var eitt val millum tað, sum var og eitt alternativ frá andstøðuni, eri eg ikki samdur. Eg fór ikki út við eini valskrá, sum segði, at her var antin talan um undanfarnu samgongu ella andstøðuna. Vit fóru út sum fleiri flokkar. Eftir valið tosaði eg við allar flokkar og spurdi teir, um eg skuldi royna at fáa eitt parlamentariskt grundarlag ella biðja um at fáa eina formansrundu. Eingin flokkur bað meg um at fara undir eina formansrundu tá.
Tað fyrsta løgmaður síðani gjørdi eftir hesar innleiðandi fundirnar var at fara eftir sínum fyrsta prioriteti, sum hann málber seg, og tað var at fáa eina samgongu millum Fólkaflokkin, Sjálvstýrisflokkin, Tjóðveldisflokkin og Javnaðarflokkin. Løgmaður sigur: -Trupulleikin hjá mær tað fyrsta kvøldið var, at teir tríggir flokkarnir, sum sótu í andstøðu - við páskoti um, at nú var gjørd ein alliansa millum Fólkaflokkin og Sjálvstýrisflokkin, vildu ikki í samráðingar. Tann fastlæsingin tók eina viku. Men eg haldi tað lá nakað annað í tí konstellatiónini. Tí eg trúgvi, at tað Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin veruliga ynsktu, var ein samgonga millum teir og Sjálvstýrisflokkin og Miðflokkkin.
Løgmaður sigur víðari, at hann skilti heldur ikki, hví Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin reageraðu so kraftiga uppá ta munnligu avtalu, sum Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin gjørdu.
-Ein avtala millum flokkar er ikki nakað nýtt fyribrigdi. Hetta var eitt heilt vanligt politiskt stig. Eg veit, at áðrenn tað var komið so langt sum at biðja um samráðingar við Javnaðarflokkin, høvdu bæði Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin verið eftir Jenis og biðið hann gera eina alliansu við 16, men tað vildi hann ikki tá. Tað var ikki fyrr enn eg hevði spælt út við mínum fyrsta prioriteti, ACDE, at Jenis var tilreiðar at skipa ein 16 mannabólk. Og tað var týðuligt fyri at forða fyri eini ACDE samgongu.
Anfinn Kallsberg sigur víðari, at trupulleikin undir øllum samráðingunum var, at meðan ACDE var hansara fyrsti prioritetur, høvdu hvørki Javnaðarflokkurin ella Tjóðveldisflokkurin ta samgonguna sum sín fyrsta prioritet. Javnaðarflokkurin vildi hava ABC, meðan Tjóðveldið vildi hava ADEH, sum gjørdist úrslitið.
-Tað er greitt, at tá tveir flokkar av trimum fara inn við einum øðrum fyrsta prioriteti enn tann man skal samráðast við, so fær tú nakrar truplar samráðingar. Og tað var heilt týðuligt, at tað var ikki møguligt at fáa hesar flokkarnar so mikið foreintar, at tú fekk eina semju, í hvussu er ikki so leingi, sum teir hildu útlit vera til, at ynskisamgonga teirra kundi gerast veruleiki.
Løgmaður kundi tí staðfesta, at semja ikki fekst millum Javnaðarflokkin og Tjóðveldisflokkin, tí tað var rættiliga langt millum teir. Tjóðveldisflokkurin vildi avgjørt ikki geva seg serliga langt, meðan Javnaðarflokkurin gav seg nakað men tað rakk tó ikki so langt sum til tað kompromi, ið løgmaður hevði lagt á borðið, tvs. at fyrireika yvirtøku av løgreglu og dómsvaldi. Tjóðveldið hinumegin vildi framvegis hava niðurskurð í blokkinum.
Til Viðareiðis
Løgmaður sigur, at hann fór til Viðareiðis eftir, at samráðingarnar við Javnaðarflokkin slitnaðu. Tá frættist, at Tjóðveldisflokkurin og Sambandsflokkurin vóru farnir at tosa saman. Hetta gjørdi, at ampi kom á bæði javnaðarmenn og fólkafloksmenn.
-Eg ringdi tá til Jóannes Eidesgaard og avtalaði við hann, at hann skuldi siga við Lisbeth Petersen, at eg var klárur at koma á fund. Tað var so orsøkin til, at ein fundur bleiv millum ABC. Vit tosaðu fyrst bara um persónar og býti av málsøkjum. Allir kravdu løgmann. Sjálvur hevði eg nakrar stórar persónligar og flokspolitiskar trupulleikar at fara eftir Sambandsflokkinum ta løtuna. Tí steðgaðu tær samráðingarnar eisini ta náttina, og eg segði, at eg ætlaði mær fyrst at tosa við floksleiðsluna, áðrenn farið varð víðari.
Anfinnur Kallsberg sigur, at hann hevði ikki farið í eina slíka ABC samgongu sum løgmaður, tí hann hevði jú sitið sum løgmaður í eini sjálvstýrissamgongu. Tí kundi hann ikki upptraðka sum løgmaður í eini ABC-samgongu beint aftaná: har møguleikin fyri at halda fram við sjálvstýrisarbeiðinum ikki fór at bera til, sjálvt um tað bleiv modererað nógv.
Tað næsta, ið hendi, var, at fólkafloksmenn fóru á ein floksleiðslufund 3. hvítusunnudag. Úrslitið av fundinum varð púra greitt sigur løgmaður. -Vit styðja fyrst og fremst sum nr. eitt, at Fólkaflokkurin fer í eina ACDE samgongu. Sum alternativ tvey er verandi samgonga. Niðurstøðan á fundinum var eisini, at tað kom als ikki uppá tal at fara upp í eina samgongu saman við Sambandinum hevði Fólkaflokkurin ikki løgmann, men tað vildi eg ikki. Eg ringdi so til Jóannes Eidesgaard um sjey tíðina týskvøldið og segði, at vit í Fólkaflokkinum vóru samdir um at royna at rógva aftur á aftur og beyð honum til fundar. Segði at hann skuldi fáa tíð til dagin eftir at umrøða hetta við sínar floksfelagar. Eg fekk ikki fatur á Tjóðveldisflokkinum fyrr enn morgunin eftir tvs. mikumorgunin. Teir fingu somu boð. Og Sjálvstýrisflokkurin tað sama. Tað týskvøldið brúkti eg annars til at fundast við Sjálvstýrisflokkin, har vit avtalaðu nøkur viðurskifti, tí tað var neyðugt at fáa ymiskt uppá pláss. So hevði eg fund við Høgna og Tjóðveldisflokkin dagin eftir og vardi hann til klokkan 15 mikudagin. Men eg frætti so, at Jóannes Eidesgaard hevði verið í útvarpinum og svarað mær aftur uppá áheitanina, tvs. áðrenn at eg hevði havt møguleika at koma aftur til hansara.
Og tað var her, heldur løgmaður, at formaðurin í Javnaðarflokkinum í veruleikanum brendi allar brýr, tá hann sigur nakað soleiðis: -Um løgmaður trýr, at fyri tað um hann heldur eina pausu í 3 til 5 døgn, eru vit medgjørligir í Javnaðarflokkinum, so skal hann bara spara sær ómakin at kalla Javnaðarflokkin innaftur, tí har var einki at tosa um.
-Eg ringdi til Jóannes, tá eg hevði hoyrt hetta. Og tað er eingin loyna í tí, at tað úttalilsi gjørdi, at tað blivu ikki fleiri samráðingar.
Sjálvur stig til samgonguskjal
Síðani tók løgmaður sjálvur stig til at gera eitt samgonguskjal í sjálvstýrismálum og búskaparmálum, og tað bleiv gjørt í samráðingum millum Fólkaflokkin, Sjálvstýrisflokkin og Tjóðveldisflokkin. Teir brúktu nakað av tíð til tað, áðrenn teir vórðu samdir. Løgmaður sigur, at hann hevði sett sum krav, at vóru teir tríggir flokkarnir ikki samdir um hetta, fór hann ikki at biðja Jenis koma inn til samráðingar. Tí tók tað rættiliga langa tíð, har fjølmiðlarnir mistulkaðu støðuna sum eina ósemju í Fólkaflokkinum, hvat als ikki var støðan. Tað var tí tí tilgondini, at teir flestu kamelarnir blivu slúktir. Tað var ein mýking millum Fólkaflokkin, Sjálvstýrisflokkin og Tjóðveldisflokkin. Og har kom tað at standa í samgonguskjalinum um sjálvstýrismál og búskaparmál, ið stendur har í dag. Har er ikki ein stavur broyttur. Og tað var sum sagt, áðrenn farið varð eftir Jenisi.
-Hvør flutti seg mest?
-Tað kann man sjálvur rokna út. Vit fingu Tjóðveldisflokkin at góðkenna tað, sum í veruleikanum líktist sera nógv tí, sum vit løgdu bæði fyri Tjóðveldisflokkin og Javnaðarflokkin í fyrstu atløgu, og sum Javnaðarflokkurin vrakaði, tí tað var ov víðgongt, og sum Tjóðveldisflokkurin vrakaði, tí tað var ov lítið víttgangandi. Men tað endaði aftur á nakað sama støði, kanska orðingar eru eitt sindur broyttar, men innihaldið er júst tað sama.
Tað, ið síðani hendi, var, at løgmaður beyð Jenis til fundar hóskvøldið klokkan 18 úti í Tinganesi. Tá høvdu gomlu samgonguflokkarnir tingast um nýggja samgonguskjalið síðani seinnapartin mikudagin. Fríggjamorgunin ringdi Jóannes til løgmann og segði, at hann hevði nakað at siga sær. Hann kom í Tinganes og segði, at nú var hann tilreiðar at góðkenna tað, ið stóð í skjalinum, sum hann var farin frá fyrstu ferð. Og tað var stórt sæð tað sama, sum stóð í skjalinum og sum teir høvdu boðið Jenis inn til kvøldið fyri.
-Men tá var tokið koyrt leggur løgmaður aftrat.
-Deadline var tann dagin hann leyp framav og fór í útvarpið. Nakað, sum hann ikki skuldi havt gjørt. Eg ringdi til hansara um kvøldið og segði, at hann var farin ov langt og segði honum, at hann hevði spælt mær øll kortini av hondini, og at eg ongan annan møguleika hevði enn at fara eftir Jenisi - og riggaði tað ikki, so var bert eftir at fara til løgtingsformannin og biðja um at verða loystur úr starvi. Ta løtuna haldi eg Jóannes ynskti tað, tí so visti hann, hvat hendi. Men tá hann hoyrdi, at semja varð fingin millum teir tríggjar flokkarnar um sjálvstýrispolitikkin og búskaparpolitikkin, og at tað varð farið eftir Jenisi, visti hann, at tað tá bara var ein spurningur um tíð. Men tokið koyrdi, tá hann tann dagin kubbaði ta útrøttu hondina á øðrum sinni fyri samráðingum við meg. Hevði hann verið smartur tá og ikki verið farin í útvarpið og vit høvdu tosað saman meira, so høvdu tær samráðingar komið í gongd aftur. Og hevði hann havt ta støðuna hann hevði tríggjar dagar seinni, so var hann helst við í eini samgongu í dag.
Tá hann so kemur út í Tinganes fríggjamorgun, segði eg honum, at tað ljóðaði skilagott, men tá var tokið farið ella um at fara. Eg tosaði við Høgna um tað men hann var als ikki hugaður fyri at fáa Javnaðarflokkin við. Tað var jú ikki hansara fyrsti prioritetur.
Trupulleiki millum C og E
-Metir tú, at sjálvt um Jóannes ikki hevði verið farin í útvarpið tann dagin, og samráðingar vórðu tiknar uppaftur, at Tjóðveldisflokkurin kortini ikki hevði viljað havt Javnaðarflokkin við?
-Helst ikki. Høgni hevði púra greitt ein annan fyrsta prioritet, enn eg hevði, og tað hevði Jóannes eisini. Tað er bara harmuligt, tí teir eru ikki ósamdir serliga nógv um politikkin í hvussu so er ikki um sjálvstýrismálini og búskaparmálini. Tá man so hugsar um, at her er talan um tveir sosialistiskar flokkar, skuldi tað fyrst og fremst verið eg, ið skuldi verið betonkiligur, men har eru eftir míni meining onnur viðurskifti, sum spæla inn. Eg skal lata vera við at útdýpa tað.
-Er tað so rætt, tá Jóannes sigur, at tað eru ikki bara politiskir spurningar, sum hava gjørt, at Tjóðveldisflokkurin ikki vildi í samgongu við Javnaðarflokkin?
-Man tað ikki vera frá báðum síðum. Eg skal ikki gera meg til uppmann teirra millum, tí eg havi meira enn nokk við meg sjálvan enn at fara út í tað kjakið. Men mín metan var, at tað var sera ivasamt, um tað fór at koma nakað burtur úr við at royna at fáa Javnaðarflokkin og Tjóðveldisflokkin til samráðingarborðið aftur, men við at gera eina roynd aftur tá tvs. eftir at Jóannes hevði verið í Tinganesi fríggjamorgun, so var eg vísur í, at tá hevði eg mist Jenis eisini, nú tann prosessin varð farin í gongd. Eg eri annars soleiðis settur saman, at tá eg eri farin inn í eina samráðing, so dugur tað ikki at royna øll onnur ting eisini, tí so verður kaos. So koma vit ongan veg.
Tað, sum síðani hendi, var, at tá veruleikin gongur upp fyri monnum, so blíva teir meira semjusøkjandi, og sum dagarnar ganga, so var tað greitt, at hesir kepphestarnir blivu minni og minni, og man vildi bara vera við fyri einhvønn prís.
Anfinn Kallsberg viðgongur, at tað hevur gjørt hann bilsnan, at tá Tjóðveldisflokkurin og Javnaðarflokkurin kunnu semjast um so nógv, at Tjóðveldisflokkurin tá kortini heldur velur Jenis framum ein sosialistiskan Javnaðarflokk.
Løgmaður heldur Tjóðveldisflokkurin hevði Jenis sum sítt fyrsta ynski og síðani Javnaðarflokkin sum alternativ tvey, tað, sum Fólkaflokkurin hevði sum nr. 1, meðan alternativ 1 hjá Javnaðarflokkinum var saman við Sambandinum og sum alternativ 2 Tjóðveldisflokkin og Fólkaflokkin.
Trupulleikin er tí tann, at tú fær ikki Javnaðarflokkin og Tjóðvelidsflokkin saman, tí teir hugsa um onnur ting fyrst.
Tjóðveldisflokkurin noyddur at flyta seg
-Er Tjóðveldisflokkurin ikki tann stóri vinnarin, tá hugsað verður um, hvussu nógvar landsstýrismenn hann hevur fingið?
-Tað haldi eg ikki. Sjálvandi hevur hann fingið teir samarbeiðspartnarar hann ynskti, men samtíðis hevur tað eisini havt tann prís, at bæði Sjálvstýrisflokkurin og Fólkaflokkurin hava sett nøkur krøv mótvegis Tjóðveldisflokkinum, áðrenn farið varð eftir Jenisi, krøv, sum gera, at hann er vorðin rættiliga nógv avmarkaður í mun til tað hann gjarna vildi.
Løgmaður viðgongur, at tað var eisini ein vandi at seta ov stór krøv til Tjóðveldisflokkin, tí hann tá kundi tikið sín stuðul til Fólkaflokkin aftur. -Tann møguleikin var eisini tilsteðar. Og tá hevði alternativ 2, ADEH, miseydnast. Og tá var eg komin til ta støðu, at um ? og tað brúkti eg eisini ? Tjóðveldisflokkurin ikki gekk við til hasi krøvini, so fór eg til tingformannin. Tá hevði hann so útpeikað ein nýggjan samráðingarleiðara, helst Lisbeth. Eitt úrslit av tí kundi so blivið til eina samgongu millum ABC, men tað hevði ikki verið mítt ynski. Ein møguleiki hevði so eisini verið, at vit 16 endaðu við eini status quo stjórn.