Samgonguskjalið: innan fyri Ríkisfelagsskapin

-Samgonguskjalið fevnir um fýra ár. Tað er ikki sum við uppskotinum til samtyktar um sjálvstýri Føroya fólks, at tað hevur eina byrjan og ein enda. Tey fýra árini vit hava gjørt eina politiska avtalu um eru innan fyri teir karmar, sum eru galdandi í dag í ríkisrættarligu støðuni sigur løgmaður

Politikkur


Nú Anfinn Kallsberg, løgmaður í fleiri ár hevur tosað um eina breiða samgongu, gjørdist støðan tá avtornaði ein onnur. Vit hava spurt løgmann, hvussu tað kennist at fara inn í eina smæla samgongu?

-Tað, sum alla tíðina hevur ligið mær nær at hjartanum við eini breiðari samgongu, er nettupp at fáa eitt breitt parlamentariskt grundarlag fyri eini tryggari tilgongd, og harvið eisini eina breiða fólksliga uppbakking fyri tí man hevur gjørt. Men tá man ikki fær tað, so er man væl noyddur til at royna at gera hesa prosessina so skilagóða, at tað hóast alt fast ein breið politisk uppbakking.

Løgmaður heldur annars, at samgonguskjalið og sjálvstýrisprosessin eru skilagóð, eisini út frá tí, sum flokkarnir hava sagt áðrenn og aftaná at samgonguskjalið varð almannakunngjørt. Hetta at teir saktans kunnu vera við í hesi tilgongdini og kunnu taka undir við henni. -So vóni eg, at útviklingurin verður so náttúrligur, at tað verður ikki ein spurningur um at vera fyri og ímóti, men at hetta verður mett at vera ein trygg tilgongd, sum man kann vera við í - og harvið fáa ta neyðugu breiðu og fólksligu uppbakkingina fyri. Tað er eisini tí man gjørdi sær so stóran ómak at fáa innihaldið í sjálvstýrismálinum so modererað og realistiskt, sum tað nú er. So eg vóni, at tað hóast alt fer at bera til.

-Men hvat tosa vit so um ? ein útvikling innan fyri ella uttan fyri Ríkisfelagsskapin?

-Samgonguskjalið fevnir um fýra ár. Tað er ikki sum við uppskotinum til samtyktar um sjálvstýri Føroya fólks, sum hevur eina byrjan og ein enda, tó at tað í prinsippinum fyri ein part snýr seg um tað sama, nevniliga at yvirtaka nøkur málsøki. Tað sigur tó einki um, hvat skal henda aftaná 2006. Tað stendur so heldur ongastaðni í samgonguskjalinum, at man skal fylgja samtyktini um sjálvstýri Føroya fólk. Tey fýra árini vit hava gjørt eina politiska avtalu um eru innan fyri teir karmar, sum eru galdandi í dag í ríkisrættarligu støðuni. Harvið skuldi ikki verið nakar trupulleiki hjá nøkrum flokki at verið við. Hinvegin má man nokk ásanna, at tað at yvirtaka málsøki er væl ein náttúrlig prosess ímóti størri sjálvstýri, men man hevur ikki tikið støðu til ta endaligu ríkisrættarligu støðuna. Tað liggur longur frammi í tíðini, og tað verður sostatt ikki henda samgongan hetta valskeiðið, sum tekur støðu til tað.

Fara ikki út um samgonguskjalið
-Tað verður rikið framundir í eitt nú oddagrein í Fregnum, at tað er at brúka hetta valskeiðið til at fáa ein sjálvberandi búskap, og so liggur fullveldið fyri føturnar.

-Eg kann siga teimum, sum siga tað, at tað kemur einki uppá tal útyvir tað, sum stendur í samgonguskjalinum. So kunnu teir hava tær meiningar teir vilja. Samgonguskjalið er orðað, og tað er politiska avtalan, og tað sum so verður koyrt við politiskt má standa fyri teirra rokning. Tað er ikki samgongan.

-Tjóðveldisflokkurin hevur við Høgna Hoydal meldað nakað soleiðis út, at tað, sum man ikki hevur fingið við í samgonguskjalinum á sjálvstýrisleið, skal afturfyri vísast í verki í politikkinum.

-Eg kann fortelja Høgna Hoydal, at hann hevur eina politiska avtalu, sum teir fýra flokkarnir hava skrivað undir, og tað er tað, sum hann kemur ígjøgnum við í hesum samgonguskeiðnum. Tað verður ikki farið víðari enn tað, tí vit hava ikki gjørt nakra avtalu um annað.

-Er tú ikki kløkkur av, at formaðurin í Tjóðveldisflokkinum sigur hetta beint eftir at hava skrivað undir samgonguskjalið?

-Tað eri eg als ikki, tí hvat annað skal Tjóðveldisflokkurin siga. Hatta eru nøkur málsøki, sum man skal fyrireika og nøkur, sum man skal yvirtaka. Øll skulu tey hava eina politiska viðgerð í landsstýrinum og eina góðkenning í løgtinginum. Tað skal vera meiriluti fyri hvørjum máli í løgtinginum, og teir kunnu ikki brúka nakað til at buka nakran samgongulim í høvdið við uttan tað, sum stendur í samgonguskjalinum.

Løgmaður vísir á, at tá tað kemur til politi, rættarskipan og fólkakirkju verður sagt, at hetta skal gerast í neyvum samstarvi við allar partar og við fíggjarligari tillaging, áðrenn tað kemur í tingið.

-Tað eru tey, sum halda, at tú hevur latið nógv av løgmansembætinum frá tær til Høgna Hoydal og harvið innanholað tað?

-Jóannes Eidesgaard hevur tosað um, at vit eiga at seta á stovn eitt innanríkis- og løgmálaráð, og tað er júst tað vit hava gjørt. Høgni Hoydal situr í dag fyri lógarmálum og innanríkismálum. Kommunumál hava tey fýra seinastu árini verið undir lógardeildini. Eg havi havt tað sum málsøki. Tað hevur so eisini verið funnist at mær fyri at sita við nøkrum málsøki, og tað havi eg so tikið til eftirtektar. Kommunumál t.d. er nakað, sum hoyrir saman við lógardeildini og einum komandi innanríkisráði. Tí er einki ónáttúrligt við tí. Hinvegin havi eg uttanríkismál og verjumál. Og tað havi eg fult og heilt. Harafturat samskifti við onnur lond, herundir samráðingar við donsku stjórnina.

Løgmaður leggur aftrat, at sjálvstýrismál eru ikki eitt málsøki meira. Men teir hava praktiserað tað soleiðis móti endanum av seinasta skeiði, at tað er tann landsstýrismaður, sum situr við málsøkjunum, ið samráðist mótvegis tí ráðharra á danskari síðu, men alt verður samskipað av løgmanni. Tað verður tað eisini framyvir.

Tjóðveldið einki gjøgnum bakdyrnar
Løgmaður ber annars ikki ótta fyri, at mongu landsstýrisumboðini hjá Tjóðveldisflokkinum skulu sleppa at fremja fullveldispolitikk gjøgnum bakdyrnar.

-Taka vit skúlamál, so er einki eftir at yvirtaka. Har er liðugt. Innan almannamálini verður einki yvirtikið í hesum skeiðnum. Í Fíggjarmálaráðnum er kanska okkurt smávegis. Men tað er á lógarøkinum, at tey stóru málsøkini liggja. So eru nøkur í Fiskivinnumála- og Vinnumálastýrinum og eitt einstakt í Oljumálastýrinum, so tað er ikki rætt at siga, at fyri tað um ein flokkur hevur fýra landsstýrismenn merkir tað, at hann kann gera sum honum lystir við at yvirtaka mál.

Løgmaður sigur annars, at tað at fyrireika eina nýggja rættargangslóg í Føroyum eftir føroyskum sniði er eitt veldugt arbeiði og ikki nakað, sum verður gjørt eftir stuttari tíð.

Lógardeildin kemur annars at virka á sama hátt sum í dag. Hon verður eitt sindur styrkt, men tað er ikki ætlanin hvørki at savna løgfrøðiligu ella ta fíggjarligu ekspertisuna í einstøk stýri.

-So tú metir tað ikki vera rætt at siga, at Tjóðveldisflokkurin við at fáa fýra landsstýrissessir hevur fingið í bæði posa og sekk og harvið lutvíst nógv vald!

-Fýra landsstýrismenn er sjálvandi nógv. Men hyggur man styrkisliga millum flokkarnar, so er Tjóðveldisflokkurin ikki yvirumboðaður uppá nakran máta. Teir hava átta tingmenn og fýra landsstýrismenn. Hinir smáu hava hvør sín tingmann og landsstýrismann. Vit sita við løgmanni og tveimum landsstýrismonnum og sjey tingmonnum. Eg trúgvi, at hetta hevði ikki verið nógv øðrvísi, um tað varð ein ABC samgonga.

Ikki brúkt C sum jarnbrot móti E
-Tað hevur verið nevnt, at Fólkaflokkurin brúkti Javnaðarflokkin sum jarnbrot móti Tjóðveldisflokkinum, og eftir hetta var so ikki brúk fyri Javnaðarflokkinum meira!

-Hatta er púra misskilt. Hatta er unfair. Eg fór inn í samráðingarnar við einum opnum sinni og fyri at royna at fáa sjálvstýristilgongdina í eina trygga legu. Og tá eg meini trygga legu, so er tað við einum breiðum grundarlag og fólksligum uppbakningi. Men eg má ásanna, at hvørki Javnaðarflokkurin ella Tjóðveldisflokkurin vóru hugaðir fyri at fáa hasa samgonguna upp at standa, og tí eydnaðist tað ikki. Tað var ikki ætlanin hjá mær at brúka Javnaðarflokkin til at mýkja Tjóðveldisflokkin. Tað havi eg heldur ikki havt tørv á at gera, tí eg havi havt møguleikan at kunna seta krøv yvir fyri Tjóðveldisflokkinum á hasum økinum, tí Tjóðveldisflokkurin hevði ongan tjans í eini samgongu við sjálvstýrismálum uttan um Fólkaflokkin. Tí var tað møguligt hjá okkum at seta tey krøvini.

-Hvat vil tú siga við tey javnaðarfólk, sum hava mist alt álit á tær, tí tey føla, at tú sum talsmaður fyri at fáa eina breiða samgongu, har Javnaðarflokkurin er við, tvørturímóti hevur samráðst við tey uppá kvamsvís í fýra ár og aftur aftur nú!

-Tað er ikki rætt. Eg eri farin í samráðing við Javnaðarflokkin við púra opnum sinni, men eg føli ikki, at eg havi fingið tað ljóð frá teimum eg havi samráðst við, sum var neyðugt, ikki bara frá Javnaðarflokkinum men eisini øðrum. Tað skal meira til at fáa gjørt eina ACDE-samgongu enn ein semja millum Fólkaflokkin og Javnaðarflokkin men eg má staðfesta, at hvørki Javnaðarflokkurin ella Tjóðveldisflokkurin fóru inn í hesar samráðingar við sama vilja fyri at fáa ta samgonguna sum eg vildi. Tí gjørdist hetta úrslitið. Tað hevur annars ikki verið mín tanki at misbrúka Javnaðarflokkin í hesi tilgongdini. Tvørturímóti.

Løgmaður sigur seg hava brúkt nógva tíð uppá at byrgja fyri teimum trupulleikum, sum hann veit kundu uppstanda í tíðini, sum kemur. -Tí nú kenni eg, hvar trupulleikarnir eru og kunnu vera. Tann fyrimunin havi eg í mun til fyri fýra árum síðani, tá hetta var púra ókent. Men tað harmar meg almikið, at tað ikki eydnaðist at fáa eina breiða samgongu.

Løgmaður heldur annars ikki tað er rætt at geva sær skyldina fyri, at tað ikki eydnaðist at fáa eina breiða samgongu, har Javnaðarflokkurin var við, men hann vil fegin átaka sær skylduna av, at tað ikki eydnaðist at fáa eina slíka við Sambandinum.

Løgmaður hevur annars onga viðmerking til, um krøvini og møgulig útlit hjá formonnunum í Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum eru orsøkin til, at flokkarnir í dag sita í andstøðu men vísir á, at tá ABC samráddust kravdu allir flokkar løgmann. Motiveringin hjá Javnaðarflokkinum fyri at gera tað var, at hann var einsamallur sosialistiskur flokkur millum tveir borgarligar. Onkur heldur, at hetta krav kanska eisini varð tengt at eini avtalu um at atkvøða fyri einum sambandsmanni til tingformann. Men tað sigur løgmaður seg einki vita um.

-Hví heldur tú tað hevur so nógv at siga fyri Tjóðveldisflokkin at halda Javnaðarflokkin uttanfyri, eisini tá flokkarnir eru samdir?

-Eg veit tað ikki. Men eg má nokk siga, at har er eitt ella annað, sum ikki skapar fortreytir fyri tí optimala samarbeiðinum.

Løgmaður váttar annars, at tað eisini gongur øgiliga hart millum nakrar tjóðveldismenn og nakrar fólkafloksmenn, og tað er ikki ein og hvør sum klárar at stýra millum sker og bogar og fáa tað at hanga saman. Lætt er tað ikki altíð.

-Men hvussu er tað hjá einum varaløgmanni og einum løgmanni at halda fram í samstarvinum, tá tit leingi fyri valið ikki kundu tosa saman?

-Tað er púra burturvið. Tað er eingin trupulleiki, og tað hevur tað ongantíð verið. Eg eri í tí hepnu støðu í mínum politiska lívi, at eg kann tosa við øll. Eg havi ongantíð teir trupulleikar, at eg kann ikki tosa við fólk.

-Hevði tú kunnað góðtikið Høgna Hoydal sum løgmann?

-Eg trúgvi ikki, at Fólkaflokkurin hevði góðtikið ein tjóðveldismann sum løgmann í eini slíkari samgongu, tí vit halda tað hevur so stóran týdning fyri hesa prosessina, at tað er Fólkaflokkurin, sum hevur leiðsluna. Vit vilja syrgja fyri, at henda tilgongd verður framd á tryggum grundarlag, og tað trygga grundarlagið liggur í tí, at tað er undir fólkafloksleiðslu.