tað nýtist tað ei heldur vera, av tí at hotellið mest sum bert verður nýtt til at sova á. Hvør dagur hjá okkum gekk eftir fullum skema, har ið vit gingu runt í býnum og hugdu, ikki bert eftir stásiligum [...] eisini tí, ið nútíðarmentanin í Róm hevði at bjóða uppá við kaféum og matstovum á hvørjum horni ? hetta setti ein serstakan dám á. Økið rundanum hotellið var ei heldur nakað at reypa av. Skøkjur sóust allastaðni [...] Her kunnu vit nevna tað stóra amphiteatrið ella ringleikhúsið, Kollosseum, ið rómverjar á sinni nýttu til undirhald. Á skránni var millum annað svørðleikaraspøl og veiðisýningar. Lítil vón var um lív hjá
december mánaða í fjør var fløgan send á marknaðin eftir fleiri seinkingar. Cast var heitið á útgávuni, við einum av mest snotiligu føroysku húsunum nakrantíð. Sølan gekk væl tað fyrstu tíðina, og ein uppgerð [...] merkið til navnið I am. I am í lógu í fimm fylgjandi vikur á fremsta plássi á fimtan teimum bestu, við lagnum Alla leið, sum er annað av tveimum løgum á útgávuni við føroyskum teksti. Teir eru samdir um at hetta [...] upptøkum við I am, men her var einki at heinta tí bólkurin hevði enn einki fest á band. Fyri at bøta um hetta luttók bólkurin á útgávuni Rock í Føroyum 2, har teir við lagnum Last Night fingu eitt rættuligt
teimum eisiniat koma á odda tíðliga í dystinum, við einum málið sum Svoboda skeyt. Barcelona, sum má roknast fyri eitt av bestu boðunum upp á ein komandi EC-vinnara, fekk tó aftur tamarhald á dystinum, og við [...] fingu nakrar minuttir á vølllinu, og harvið eitt sindur av dystarvenjing. Bólkur B Tveir javnleikir Kanska var mest óvæntaða úrslitið hetta kvøldið, at Fiorentina bert fekk javnleik á heimavølli móti Bordeaux [...] var nógv betra liðið á vøllinum, og eftir Wiltord heldur óvæntað hevði lagt fronsku meistararnar fram um, gjørdu Chiesa, Batistuta og Rui Costa bart, soleiðis at Fiorentina var á odda 3-1, og bert kundi
mótmælisgongu. Fyrst gekk leiðin niðan í Undirvísingar- og Mentamálastýrið, har fylgið handaði Signari á Brúnni, landsstýrismanni, skriv, har tey settu honum spurningar. Eftir hetta gekk leiðin út í Tinganes [...] Mentamálastýrið uppí samráðingarnar. Skúlastjórar og lærarar annars hava heitt á Signar á Brúnni um at finna eina loysn. Hann hevur víst á, at hann vónar eina loysn, men at samráðingarnar eru millum felagið og [...] Tinganes, har varaløgmaður fekk skriv. Eingin endi á Tað tykist ikki, sum nøkur loysn er at hóma í ósemjuni millum Fíggjarmálastýrið og Føroya Lærarafelag. Signar á Brúnni og fíggjarmálaráðharrin Karsten Hansen
greiða sín leiklut. Men hann vísir á, at tað er ábyrgdin hjá løgmanni at hava eftirlit við, at landsstýrismenn umsita lógina- ikki bara á lógligan hátt, men eisini á fullgóðan hátt. ?Fíggjarlógin er ein [...] var ein orsøk til, at nevndin av sínum eintingum tók málið um meirnýtsluna hjá sjónvarpinum. Og tað gekk eisini skjótt hjá nevndini at avgreiða málið. ?Hetta er so einfalt, sigur Edmund Joensen ? Landss [...] talan um at brúka pening, uttan at hann er játtaður frammaundan og tað er heilt einfalt talan um brot á stýrisskipanarlógina. ? Slíkt átti ongatíð at komið fyri. Men hendir tað kortini, er talan um eitt álvarsmál
Konsertfelagið skipar fyri. Konsertirnar verða á Mejarínum í Havn og í Skúlanum í Trongisvági. Konsertin í Havn verður 25 apríl og konsertin á Tvøroyri 27 apríl. Hví á Mejarínum, hví ikki í Norðurlandahúsinum [...] trúgv upp á framtíðina. Rúni hevði júst verið í Schleswig og tingast um eitt starv. Tá tú er operasangari, so fer tú ikki til starvssam-røðu, nei, tú syngur teg fram at arbeiðinum. ? Forsangurin gekk bara væl [...] (HAMBORG) Sáttmálin er frá 1. oktober til 19. november og í hesum døgum skal hann á pall í Finnlandi. Hann hevur fingið ein stóran leiklut í eini kirkjuoperu, nú dóm-kirkjan í Helsinki fyllir 900 ár. Tað
kemur á ymisk øki. Hann vísti sum dømi á Telefonverkið, sum er gjørt til alment partafelag, og segði, at har var tænastan longu vorðin betri, tí nú vóru fleiri, sum kappaðust á økinum. Annars gekk í gjøgnum [...] ábending á, at tað var helst ikki alt so gott við teimum privatu bussunum. Hann heitti á fólk um at hugsa seg væl um, áðrenn bara varð privatisera fyri at liberalisera. Ivan Johannesen vísti á, at grundin [...] partabrøvum í almennum fyritøkum, sum geva yvirskot. Men tað má ikki privatiserast á økjum, sum geva hall. Til dømis kemur ikki upp á tal, sambært Flemmingi Mikkelsen, at privatisera ella útlisitera Suðuroyarrutuna
skuldu skipa fyri líknandi tiltaki. Næstan komið á mál Nú er næstan komið á mál við fyrireikingunum til tiltakið, hóast einstakir smálutir enn ikki komnir upp á pláss. Undanfarna ár varð veitslan hildin uppi [...] samferðsluni her á landi, og tí rokna fyrireikararnir við, at hølini hjá studentaskúlanum verða ov trong at halda veitsluna í hesu ferð. Tískil er gjørt av, at gallakvøldið nú verður flutt út á Læraraskúlan [...] dám á tiltakið. Borðreitt verður við trimum vælsmakkandi rættum, og undir borðhaldinum verður tað Hilmar Jan Hansen, sum hevur leiklutin sum sonevndur toastmaster. Hæddarpunktið Hæddarpunktið á veitsluni
altíð hevur borð orð fyri at vera. ÍF-B36 3-2 (0-2) 0-1 Jákup á Borg 0-2 Jákup á Borg 1-2 Bárður á Lakjuni 2-2 Eyðolvur Petersen 3-2 Báður á Lakjuni Dómari: Oddmar Andreasen [...] meira enn helmingin av dystinum, so góvust teir ongantíð á hondum. Komandi vikuskifti skal B36 á heimavølli spæla botnuppgerð móti B71, meðan ÍF á heimavølli skal dystast um fyribils rættin til fyrsta plássið [...] skuldi tryggja, at liðið fór at vera eins væl fyri hetta kappingarárið. Gekk sum væntað Sum so mundi gongdin í fyrra hálvleiki eisini vera á eini leið fyri havnarliðið. Vakra fótbóltsspælið, sum liðið hevur
vit skulu hitta VB á útivølli, vóru boðini frá venjaranum. Sumba skal tá á heimavølli royna seg mótu greipuánarunum úr Klaksvík. Uttan iva ein stór uppgáva, men kanska hevur sigurin á runavíkingum givið [...] Ungu leikararnir hava tó tørv á tíð, har teir spakuliga kunnu búnast, og í øllum førum kann ikki krevjast, at teir beinanvegin skulu teljast millum berandi kreftirnar á besta liði felagsins. Einføld uppskrift [...] teir komu nakað inn á sumbiar hálvuna, og hóast teir fleiri ferðir megnaðu at spæla seg ígjøgnum í síðunum, so stóðust ongar vandamiklar støður av hesum. Tá sumbingar so fingu fatur á bóltinum, var aloftast