?Hetta er so greitt sum tað kann vera. Og nú má tað gerast, sum gerast skal.
Tað heldur Edmund Joensen, formaður í Landsstýrismálanevndini hjá løgtinginum um meirnýtsluna hjá Sjónvarpi Føroya.
Ein partur av uppgávuni hjá Landstýrismálanevndini er at hava eftirlit við embætisførsluni hjá landsstýrismonnunum.
Og júst hetta var ein orsøk til, at nevndin av sínum eintingum tók málið um meirnýtsluna hjá sjónvarpinum.
Og tað gekk eisini skjótt hjá nevndini at avgreiða málið.
?Hetta er so einfalt, sigur Edmund Joensen
? Landsstýrismálanevndin hevur eina starvsskipan sum sigur, hvussu ymisk mál skulu vigerast.
Og í henni stendur, at er talan um eitt mál, har peningur er brúktur, uttan at vera játtaður, skal tað sendast beinleiðis til landsgrannskoðaran.
Edmund Joensen sigur, at í hesum liggur, at slík mál eru so greið og so uppløgd, at tað er óneyðugt hjá nevndini at brúka tíð og orku uppá at viðgera tey meiri.
Hann sigur, at tað er hetta, sum Landsstýrismálanevndin hevur gjørt í hesum føri, tí hetta var eitt av teimum heilt greiðu málunum, sum vóru skjót at avgreiða.
Gera tað, sum gerast skal
Formaðurin sigur, at her er talan um at brúka pening, uttan at hann er játtaður frammaundan og tað er heilt einfalt talan um brot á stýrisskipanarlógina.
? Slíkt átti ongatíð at komið fyri. Men hendir tað kortini, er talan um eitt álvarsmál, og so má tað fáa tær avleiðingar, sum eitt slíkt mál eigur at fáa. Og tað eru bara tveir møguleikar: Antin ger løgmaður tað, sum hann skal gera, ella má løgingið gera tað.
Men Edmund Joensen sigur, at hann vil ikki útgreina, hvat liggur í tí.
? Landsstýrismálanevndin hevur avgreitt málið og eg fari at halda meg til mín leiklut og fari at lata Løgmann og Løgtingið um at greiða sín leiklut.
Men hann vísir á, at tað er ábyrgdin hjá løgmanni at hava eftirlit við, at landsstýrismenn umsita lógina- ikki bara á lógligan hátt, men eisini á fullgóðan hátt.
?Fíggjarlógin er ein lóg, og tað er ólógligt at brúka pening, sum ikki er játtaður.
? Men harumframt eigur ein landstýrismaður at umsita sítt málsøki uppá ein slíkan máta, at hann heldur umsitingarliga siðvenju. Sostatt skal hann bera seg at á ein hátt, sum ikki uppá nakran máta kann elvi fólki til at sáa iva um hansara embætisførslu, sigur Edmund Joensen.