Rúni fingið fyrsta opera-sáttmálan

Ungi vágbingurin, Rúni Brattaberg, hevur fingið fyrsta størri sáttmálan sum operasangari, hetta hendir í samband við at ein opera skal framførast í Helsinki í heyst

(HAMBORG) Sáttmálin er frá 1. oktober til 19. november og í hesum døgum skal hann á pall í Finnlandi. Hann hevur fingið ein stóran leiklut í eini kirkjuoperu, nú dóm-kirkjan í Helsinki fyllir 900 ár. Tað er næststørsta opera-húsið, Åbo-operan, sum stendur fyri.

Rúni Bratteberg livir rættuliga við í stressaða lívinum hjá professionellum tónlistafólkum. Vit hittu hann sunnukvøldið í Ham-borg. Í svørtum yvirfrakka, stressmappu og lumma-telefon. Hann er prúður og væl bygdur og hann osar langan veg av bjartskygnari trúgv upp á framtíðina. Rúni hevði júst verið í Schleswig og tingast um eitt starv. Tá tú er operasangari, so fer tú ikki til starvssam-røðu, nei, tú syngur teg fram at arbeiðinum.

? Forsangurin gekk bara væl í dag, men um eg fái arbeiðið í Schleswig, tað veit eg ikki enn, sigur Rúni Brattaberg við einum smíli. Operahúsið í Schleswig er lítið í mun til tey stóru í heimunum, har eru bert 500 setur. Í operahúsinum í Hamborg eru 2000 setur.

? Men arbeiði í Helsinki er spennandi, rættuliga spennandi og eg trúgvi eis-ini, at komi eg væl frá fram-førslunum, so fer júst hesin leikluturin at geva aðrar, sigur hann.


Eg eri drekin

Rúni Brattaberg skal luttaka í eini nýggjari operu, sum hevur heitið ?Riddarin og drekin? Tað er Bo Carpelan, sum hevur skrivað og tónleikinum stendur Mikko Heino fyri. Hann er ein sera vælumtóktur tómasmiðjur í Finlandi og hann er eisini kendur út um landoddarnar. Dirigenturin eitur Ulf Søderblom og hann er eitt stórt navn í tónleikaheiminum. Framleiðslustjórin eitur Zeppo Ristslehto,

? Eg eri drekin í operuni. . Her er talan um ein stóran leiklut. Operan varir í 77 minuttir og eg syngi í 15 minuttir. Og tá komi eg ikki inn fyrr enn í aðru akt, sigur Rúni Brattaberg.

? Eg veit, at hesin leiklutur fer at geva mær nógv. Eg komi at arbeiða saman við fólki, sum eru nógv royndari enn eg og tey arbeiða á einum hægri støði. Tað gevur..

? Talan er um heims-premieru. Og tað er ikki hvønn dag, at ein opera verður gjørd. Tað er altíð stórhending innan opera-heimin, tá nýggjar verða gjørdar. Tónleikurin er spildur nýggjur, hann er komponeraður í ár. Slík hending gevur eisini nógva umtalu í útheiminum, sigur Rúni Brattaberg.

Hvussu hevur tú borið teg at, at fáa hendan leiklutin?

? Komponisturin hevur sjálvur sett seg í samband við meg. Eg haldi, at hann má hava hoyrt meg onkun-staðni og síðan hugsað, at hann kundi brúka mína rødd. Hann setti seg í sam-band við pianistin hjá mær, Gustav Djupsjøbacka og síðan var alt leyst og liðugt, sigur Rúni Brattaberg.

? Eg havi eisini búð og lært í Helsinki í Finnlandi, tað var har eg lærdi at syngja og tað hevur kanska verið ein fyrimunur.


Føroyar í apríl

Rúni Brattaberg kemur heim til Føroyar at halda tvær konsertir í apríl. Konsertfelagið skipar fyri. Konsertirnar verða á Mejarínum í Havn og í Skúlanum í Trongisvági. Konsertin í Havn verður 25 apríl og konsertin á Tvøroyri 27 apríl.

Hví á Mejarínum, hví ikki í Norðurlandahúsinum?

? Norðurlandahúsið dugir slett ikki at sygja í. Tað kann ikki brúkast. Har er ongin aukustikkur. So snøgt er tað, sigur Rúni Brattaberg.

Pianisturin hjá Rúna hesuferð verður finnlend-ingurin Hans Otto Ehr-strøm. Teir kennast frá operahúsinum i Zürich.

? Eg fari at syngja 24 sangir hjá Franz Shubert. Tað er ?Winterreise?. Fram-førslan tekur 80 minuttir uttan steðg.


Gevur út fløgu

Rúni arbeiðir við at gera eina fløgu, sum plátufelagið Tutl skal geva út. Nakað av tónleikinum hevur Sunnleif Rasmussen skrivað. Pia-nistur á fløguni verður eisini Hans Otto Ehrstrøm.

Rúni lærir í operahúsi-num í Zürich. Hann hevur sáttmála har til um miðjan juli í ár.

? Eg havi verið ógvuliga glaður fyri tíðina í Zürich. Eg havi sungið smærri leiklutir og eg læri nógv, sigur hann.