Gallakvøld fyri hondbóltinum

H71 skipar aftur í ár fyri stórari gallaveitslu, sum á sín hátt markerar endan á einum væleydnaðum kappingarárið. Tiltakið er í ár flutt út á Læraraskúlan, har hølini eru nakað rúmligari, men annars verða ikki tær stóru broytingarnar í mun til væleydnaða kvøldið undanfarna ár

Fyri at markera endan av kappingarárinum, varð stór gallaveitsla hildin fyri hondbóltinum fyri einum ári síðani. Tiltakið tað ferðina somikið væleydnað, at fyrireikararnir úr H71 beinanvegin gjørdu av, at teir aftur í ár skuldu skipa fyri líknandi tiltaki.


Næstan komið á mál

Nú er næstan komið á mál við fyrireikingunum til tiltakið, hóast einstakir smálutir enn ikki komnir upp á pláss.

Undanfarna ár varð veitslan hildin uppi í Hoydølum, og hølini vóru so at siga fullsett tað ferðina. Uppmøtingin kundi tá verið enn betri, um ikki drúgva verkfallið hjá Starvsmannafelagnum hevði órógvað samferðsluni her á landi, og tí rokna fyrireikararnir við, at hølini hjá studentaskúlanum verða ov trong at halda veitsluna í hesu ferð.

Tískil er gjørt av, at gallakvøldið nú verður flutt út á Læraraskúlan, har fleiri fólk rúmast.

8. apríl er settur at vera dagurin, og verður boðað frá, at veitslan er ásett at byrja kl. 20.00.


Hátíðardámur

Leisturin, sum tiltakið verður gjørt eftir, er nógv álíkur undanfarna ári. Hetta merkir m.a., at luttakararnir beinan vegin merkja, at nakað serligt er á vási, tá trinið verður inn í hølini.

Duravørar í tjóðarbúna taka ímóti luttakarunum, og Thurid Samró vónar, at hondbóltsleikararnir, eins og fyri ári síðani, velja at gera nógv burtur úr klæðunum. Tá vóru so at siga allir luttakararnir uppsnollaðir, og hetta var eisini við til at seta rættuligan dám á tiltakið.

Borðreitt verður við trimum vælsmakkandi rættum, og undir borðhaldinum verður tað Hilmar Jan Hansen, sum hevur leiklutin sum sonevndur toastmaster.


Hæddarpunktið

Hæddarpunktið á veitsluni er sjálvandi handanin av steypum til ársins venjarar, dómarar og leikarar av ymsum slag. Kjósanin av hesum er skipað soleiðis, at allir leikararnir á einstøku liðunum skulu greiða atkvøðu eftir seinasta leikumfar, og tá summi lið nú eru liðug við sínar dystir, er arbeiðið at telja upp atkvøður longu farið í gongd.

Til at seta enn meira dám á hendan partin av tiltakinum, varð ein serstøk fanfara skrivað, og varð henda spæld av Havnar Hornorkestri, tá nøvnini í ymsu bólkunum vórðu lisin upp.

Vinnararnir av einstøku bólkunum fáa steyp til ognar, og verða hesi latin av teimum stuðlum, sum eru við til tiltakið. Í alt eru átta bólkar, og eru hesir: Ársins dómarapar (Suðuroyðar Sparikassi), ársins venjari (Føroya Bjór), besti málskjútti (Faroe Seafood Prime), ársins málverji (Skipafelagið Føroyar), ársins álopsleikari, ársins verjuleikari (Trygd), komandi stjørnan (Atlantsflog) og ársins leikari (Eimskip).


Og so verður dansað?

Eftir at kjósanin av øllum hesum er liðug, og matur og dessert er komin væl og virðiliga niður um, stendur dansur á skránni.

Heldur ikki her spara hoyvíkingarnir upp á nakað, og til dansin hava teir fingið ikki minni enn bólkin, All aint Rain, sum eru tríggir av teimum, sum áður mannaðu væl umtókti bólkin, Kjølar.

Verður lagið eins gott og undanfarna ár, er lítið at ivast í, at hesir fáa eina strævna nátt, tí dansurin gekk við fullari ferð, og hondbóltsleikarar í góðari venjing møðast kanska heldur ikki skjótt, sum fólk annars gera.