NSÍ-Sumba 0-1 (0-1)
Seinastu tvey árini ella so, munnu runavíkingar havt eitt av teimum liðum, sum (tá lagið er hitt rætta) hevur leikt nakað av tí besta fótbóltinum, sum hevur verið at sæð hesi árini.
Fyri tað mesta hava avrikini verið grundað á leikarar, sum allir eru uppaldir í felagnum, og tað man ikki vera nøkur loyna, at NSÍ í skjótt nógv ár hevur havt sera sterkar ungdómsrøðir, har hópurin av heiðursmerkjum eru fingin til vega.
Krevur tíð
Undan kappingarárinum, sum skjøtul nú er settur, hava runavíkingar tó mist rættuliga fitt av teirri manning, sum hevur tryggjað framgongdini seinnu árini, og stóri spurningurin hevur tí verið, um felagið aftur hevði nýggjar ungar leikarar at seta við.
Eftir dystin sunnudagin má fyribils niðurstøðan vera eitt greitt nei. Ikki tí, einki er at ivast í, at felagið eigur fleiri ungar og evnaríkar leikarar. Um nakar ivast í hesum, kunnu tey bert hyggja at, hvussu samlaða býtið av heiðursmerkjum var undanfarna ár.
Ungu leikararnir hava tó tørv á tíð, har teir spakuliga kunnu búnast, og í øllum førum kann ikki krevjast, at teir beinanvegin skulu teljast millum berandi kreftirnar á besta liði felagsins.
Einføld uppskrift
Dysturin sunnudagin móti Sumba sýndi rættuliga greitt, at enn eru nógvir lutir, sum skulu fáast upp á pláss, áðrenn felagið aftur kann fara at droyma um europeisku luttøkuna, sum ikki hevur verið so fjar seinnu árini.
Eftir sera einfaldari uppskrift eydnaðist sumbingunum at halda runavíkingunum frá teimum stóru málmøguleikunum í fyrra hálvleiki.
NSÍ leikararnir fingu so at siga frið til teir komu nakað inn á sumbiar hálvuna, og hóast teir fleiri ferðir megnaðu at spæla seg ígjøgnum í síðunum, so stóðust ongar vandamiklar støður av hesum.
Tá sumbingar so fingu fatur á bóltinum, var aloftast roynt við longum sendingum út í borðini, og tað var eftir eina slíka, at einasta málið í dystinum kom. Langur bóltur varð sendir niðan í høgra borð, og tá Jónstein Petersen so royndi at snýta Jan Poulsen, sum eisini elti bóltin, gekk galið. Jan gjørdi skjótt av og sendi bóltin inn fyri málið, har Eirikur Joensen púra ótarnaður kundi stúta bóltin í málið.
Royndu at trýsta
Í seinna hálvleiki royndu runavíkingarnir at trýsta sumbingarnar enn meira, men hóast nakrir málmøguleikar nú spurdust burtur úr, so megnaðu sumbingarnir at halda málið reint.
Onkuntíð máttu teir tó fáa hjálp frá træverkinum, og eina ferð varð eisin bjargað á málstrikuni. Inn vildi bólturin tó ikki, og tá Lassin so hevði bríkslað fyri seinastu ferð, kundu sumbingarnir fegnast um tey trý stigini, sum sigurin førdi við sær.
Um hetta verður nóg mikið til at tryggja víðari luttøku í kappingini kann ikki sigast nakað um enn, men í øllum førum var talan um eina góða byrjan, sum í fjør bjargaði tilveruni í fremstu deildini í seinastu sekundunum av landskappingini.
Mugu reisa seg
Fyri NSÍ var talan um alt annað enn eina ynskibyrjan. Eftir dystin viðgekk venjari teirra, Trúgvi Mortensen, eisini, at spæl teirra so langt ífrá hevði verið nóg gott.
- Vit mugu bara vaska talvuna reina, og so vóna at vit kunnu reisa okkum komandi vikuskifti, tá vit skulu hitta VB á útivølli, vóru boðini frá venjaranum.
Sumba skal tá á heimavølli royna seg mótu greipuánarunum úr Klaksvík. Uttan iva ein stór uppgáva, men kanska hevur sigurin á runavíkingum givið mergjaðu monnunum trúnna uppá, at eisini henda uppgávan kann loysast.
NSÍ-Sumba 0-1 (0-1)
0-1 Eirikur Joensen
Dómari: Lassin Isaksen