Landsfundur Sambandsfloksins: Ósemja um privatiseringar

Hóast Sambandsflokkurin er ein liberalur flokkur, gongur hann kortini ikki treytaleyst inn fyri privatiseringum av almennum ognum

Edvard Joensen

frá landsfundi Sambandsfloksins í Øravík


Sambandsflokkurin mælir til varisliga sølu av partabrøvum í almennum fyritøkum, sum geva yvirskot. Men tað má ikki privatiserast á økjum, sum geva hall. Til dømis kemur ikki upp á tal, sambært Flemmingi Mikkelsen, at privatisera ella útlisitera Suðuroyarrutuna hjá Strandferðsluni.

Øðrvísi hugsan hevði formaðurin í Unga Sambandinum. Jóan Petur Johannesen segði, at privatiseringar skulu gera tænasturnar betri og bíligari. Hann nevndi, at Strandferðslan skal privatiserast fyri at gera hana betri.

Hann skeyt upp at geva suðringum Smyril saman við einum posa við átta milliónum krónum, og so kundu suðringar sjálvir avgera, nær og hvussu Smyril sigldi.

Og hann fekk stuðul frá Edmundi Joensen, sum helt, at tað var ikki heilt ómøguligt, at Suðuroyarsiglingin kundi útlisiterast. Tað vil siga ikki beinleiðis privatiserast, men latast privatum at reka, meðan tað almenna framvegis eigur Smyril.

Eivind Jacobsen, bygdarráðsformaður á Strondum, segði, at tað hann sær sum ein vansa í almennum fyritøkum í dag, er, at fagfeløgini hava ov stórt vald til at siga, hvussu nógv fólk skulu vera til arbeiðis. Men privatisera vit hesi øki, ber til at siga, hvat vit vilja hava og hvørjar tænastur okkum nýtist.

Annars helt Eivind Jacobsen ikki, at teir, sum rópa harðast um privatisering eru teir, sum altíð klára seg best í privatari vinnu. Og har eru sambandsmenn ikki undantiknir, segði Eivind Jacobsen.

Hann vísti á, at tað ofta hevur verið privatiserað ov tilvildarligt. Fólk hava yvirtikið almennar tænastur, men ikki havt førleikar til at reka hesar. Og tá er bara ilt gjørt verri, segði Eivind Jacobsen.

Syrgja vit ikki fyri at betra okkum alla tíðina, kunnu vit gott gloyma alt um privatiseringar. Tí tað ger ongan mun, um tað er landskassin, sum brúkar borgarans pengar illa, ella um tað er ein privatur, sum ger tað.

Michael Jensen, næstformaður í Unga Sambandinm, helt, at tað var gott, at sambandsfólk nú eisini vóru farin at tosa um annað enn ríkisfelagsskapin. Tað var heldur óinteressant, helt hann, altíð bara at hoyra um samband og loysing.

Bent Jákup Hansen, formaður í Føroya Væl, vísti á, at tað var ikki bara lukkan at útlisitera. Hann var fyri nøkrum árum síðan í starvi hjá Bygdarleiðum. Tá vóru allir bussarnir privatir, segði hann. Men ídag er umleið helmingurin fallin aftur til Strandferðsluna. Og tað kundi bara vera ein ábending á, at tað var helst ikki alt so gott við teimum privatu bussunum. Hann heitti á fólk um at hugsa seg væl um, áðrenn bara varð privatisera fyri at liberalisera.

Ivan Johannesen vísti á, at grundin til at privatiserast skal, er, at kapping kemur á ymisk øki. Hann vísti sum dømi á Telefonverkið, sum er gjørt til alment partafelag, og segði, at har var tænastan longu vorðin betri, tí nú vóru fleiri, sum kappaðust á økinum.

Annars gekk í gjøgnum allan vegin, at sambandsfólk fegin vilja privatisera Føroya Banka. Tað skal gerast við at selja partabrøvini.

Lisbeth L. Petersen vísti á, at landsfundurin fyrrapartin hevði jublað yvir samstarv við Javnaðarflokkin. Men so fáa vit trupuleikar við privatiseringum, segði Lisbeth L. Petersen.

Jákup Joensen, fyrrverandi løgtingsmaður, helt ikki, at privatisering av Føroya Banka hevði verið nakar fyrimunur. Í fyrsta lagi hevði tað verið afturstig fyri eigaran, Føroya Landsstýri, sum missir inntøkurnar í longdini til frama fy

ri løtuvinning við sølu. Eisini hevði tað gjørt tænastuna hjá borgaranum verri, tí bankin tá hevði verið rikin á privatum, handilsligum grundarlagi, sum Jákup Joensen ikki helt fór at vera betri fyri tann einstaka kundan.

Edmund Joensen vísti á, at tað fór ongantíð at verða soleiðis, at vegir og tunnlar fóru at verða privatiseraðir. Hann gjørdi greitt, at Sambandsflokkurin skuldi fara varliga fram við privatiseringum. Tað skal ikki bara privatiserast fyri at privatiserast.