I am sleppa nú at royna seg í Íslandi

Tónleikabólkurin I am úr Klaksvík hevur í seinastuni gjørt rættuliga nógv um seg. Eitt nú hava teir ligið sum nummar eitt á fimtan teimum bestu hjá útvarpinum í fleiri vikur. Í summar fer bólkurin til Íslands at spæla á norðurlendsku ráðstevnuni Mentan & Ungdómur 2000

Fróði Løkságarð


Søgan um I am byrjar tá Birgir Sigurðsson eftir at hava verið eitt ár í USA sum skiftisnæmingur, kemur heim aftur til Føroyar í 1996, og heitir á vinmannin Eyðbjørn Jacobsen, um saman við sær, at stovna ein gospelbólk. Eftir eitt sindur av útskifting í manningini tað fyrstu tíðina, endar tað við at tað eru teir fimm Birgir Sigurðsson, Eyðbjørn Jacobsen, Mikkjal Hvannastein, Heðin Olsen og Hans Ove Johansen sum manna bólkin. Yngd hevur hitt teir báðar stovnandi limirnar, Birgir og Eyðbjørn, til eitt prát um framtíðina og ikki minst fortíðina.


Mest møtir at byrja við

I am er ein bólkur sum spælir andaligan tónleik. Og tað var eisini hetta, sum sermerkti bólkin at byrja við. Ta fyrstu tíðina spældu teir mest til ymisk andalig tiltøk, eitt nú árligu páskastevnuna umframt fleiri ymiskar gospelkonsertir runt landið. I am hava alla tíðina lagt stóran dent á at spæla egið tilfar, og hildið seg burtur frá tónleikinum hjá øðrum. ?At byrja við vandu vit vilt nógv. Tað var ofta 3 ? 4 kvøld um vikuna og fleiri tímar hvørja ferð, sigur Birgir tá hann skal greiða frá um fyrstu tíðina bólkurin spældi saman. Birgir sigur víðari at teir skrivaðu nýggjar sangir alla tíðina, og tí gekk rættuliga stutt tíð til teir høvdu eitt rímuligt program.

Eftir at hava spælt til allar tær konsertir og andaligu tiltøk har teir sluppu upp í part, var endin tann at tað hevði eydnast bólkinum at skapt sær eitt navn millum tey ungu ið koma til slík tiltøk. Við eitt byrjaði tað at vera ein ávísur eftirspurningur eftir upptøkum við I am, men her var einki at heinta tí bólkurin hevði enn einki fest á band. Fyri at bøta um hetta luttók bólkurin á útgávuni Rock í Føroyum 2, har teir við lagnum Last Night fingu eitt rættuligt undirgrunds hitt, lagið var nógv spælt, men formáddi sær einki serligt á fimtan teimum bestu, sum má vera at rokna sum almenni føroyski hitlistin.


Prix Føroyar og fløguútgáva

Næsta stigið eftir hetta, var luttøkan í Prix Føroyar kappingini, sum var hildin á vári í 1999. Tað gekk rímuliga væl hjá I am í hesi kapping, eitt triðjapláss í innleiðandi umfarinum í Klaksvík bleiv tað til. Sostætt vóru teir í I am akkurát ov stuttir til at náa finaluna í norðurlandahúsinum. Eftir at hava vant nógv, og skrivað nógv nýtt tilfar til Prix Føroya, høvdu limirnir í I am fingið blóð uppá tonnina, og dreymurin um at fara undir innspælingarnar av einari fløgu var so smátt farin at taka skap í høvdinum hjá fleiri av limunum. ?Tað var akkurát tann rætta tíðin, allir vóru samlaðir, vit høvdu vant nógv, og vit høvdu eisini ivaleyst av tilfari, sigur Eyðbjørn tá tosið fellur á tíðina framman undan innspælingunum. ? Eg vil siga at Pegasus, nokk eigur tann stórsta heiðurin fyri at hetta bleiv til nakað. Orðini eigur Birgir, sum illa dugur at ímynda sær at fløgan hevði blivið til nakað um teir høvdu verið noyddir at fara av bygdini fyri at gera innspælingarnar. ? Vit vóru rættuliga hepnir, beint tá vit vóru uppá tað hægsta við fyrireikingunum til at fara undir upptøkur fór Studio Pegasus undir sítt virki ,og vit vóru skjótir at bíleggja studiotíð. -Hatta kann man gott kalla fyri timing, siga báðir við ein munn.


Cast

At fara undir innspælingar av einari heilari fløgu, har man ikki hevur ætlanir um at ganga uppá kompromis við góðskuni, er avgjrøt eisini eitt ódnartak fyri ein gospel bólk, sum ikki hevur møguleikan at spæla til dans fyri at gjalda hvørjum sítt, um sølan skuldi svikið. Hetta hevur verið vanligt hjá fleiri føroyskum bólkum sum hava latið kostnaðarmiklar útgávur úr hondum. ?Hetta vóru vit sjálvandi væl klárir yvir tá vit byrjaðu, og vit vóru til reiðar at gjalda tað sum restaði í úr egnum lumma, siga Birgir og Eyðbjørn. ?Vit høvdu gjørt okkara forarbeiði grundiga áðrenn vit fóru undir upptøkurnar, og vóru tí alla tíðina greiðir yvir hvat hetta kom at kosta okkum, so at vit ikki stóðu í nakrari óendaligari skuld tá vit vóru lidnir, siga teir víðari. ?Um vit selja 1500 eintøk, so hava vit slætt borð, sigur Birgir. Í december mánaða í fjør var fløgan send á marknaðin eftir fleiri seinkingar. Cast var heitið á útgávuni, við einum av mest snotiligu føroysku húsunum nakrantíð. Sølan gekk væl tað fyrstu tíðina, og ein uppgerð sum var gjørd um ársskiftið vísti at umleið 1300 eintøk vóru tá seld. Tískil eru vónirnar um at sleppa við skinninum á nøsini rættuliga góðar.

Sjálvir eru I am væl nøgdir við útgávuna, sum teir hava latið úr hondum. Teir eru skjótir at leggja afturat, at teir hava eina rúgvu av fólkum at takka fyri, at úrslitið gjørdist so væleydnað ? Uttan alla tað hjálp vit hava fingð, hevði tað sæð eitt sindur øðrvísi út. At sølan av Cast hevur gingið so væl, ger at einstakir av limunum í I am, longu eru farnir at spæla sær við tankan um at tað kanska ikki hevði verið so býtt at farið undir eina aðra útgávu. ?Vit hava nokk av tilfari til eina útgávu afturat, og eisini liggur okkurt í Pegasus, sum ikki kom á hina fløguna, sigur Birgir, samstundis sum at Eyðbjørn leggur ein dempara á tað heila við at siga at teir neyvan fara undir nakað nýtt fyrr enn teir hava fingið slætt borð.


Fimtan tær bestu

Tey sum lurta eftir sendingini Fimtan Tær Bestu mugu í seinastuni hava lagt merkið til navnið I am. I am í lógu í fimm fylgjandi vikur á fremsta plássi á fimtan teimum bestu, við lagnum Alla leið, sum er annað av tveimum løgum á útgávuni við føroyskum teksti. Teir eru samdir um at hetta er heilt ótrúligt. ? Sjálvandi er tað altíð ein dreymur at enda sum nummar eitt, sigur Eyðbjørn, men fimm vikur er avgjørt meira enn teir høvdu torað at droymt um. Eftir hetta var náttúrligt at spyrja um hvørjar ambitiónir teir hava við at spæla. Um tað er við tí fyri eyga at blíva kendur, ella kanska enn betur fyri at fáa eitt gjøgnumbrot uttanlanda. ?Eins og tá vit byrjaðu bólkin, so spæla vit enn við tí fremst í huganum at boða boðskapin um Jesus, og hetta fer altíð at vera tað um fer at liggja okkum fremst í huga. ? Var tað ikki hetta sum dreiv verkið so høvdu vit langt síðani verið givnir, leggur Eyðbjørn afturat.


Í Amerikonskum útvarpi

Tað er ikki bara í føroyskum útvarpi og handlum at tú kanst renna teg í I am. Eitt nú fæst fløgan hjá I am eisini til keyps í einstøkum tónleikahandlum í Skotlandi. Ein vinmaður hjá teimum sum hevur verið í lestrarørindum í Skotlandi, hevur skipað soleiðis fyri, at I am eisini kunnu fáast til keyps á enska meginlandinum. Eisini í USA og Australia eru tað fólk sum hava hoyrt um I am. Sum sagt fyrr so hevur Birgir verið eitt ár í USA sum skiftisnæmingur, og hevur hann tískil eisini fitt av vinfólki har yviri. I am nýttu tí høvið at senda nakrar fløgur til vinfólkini hjá Birgir handan hav. Onkur av hesum hevur so latið eintøk av fløguni til lokalar útvarpsstøðir, og av hesum sama hevur eydnast I am at koma í luftina í USA, heimsins stórsta tónleikamarknaði. Nøkunlunda sama søga ger seg eisini galdandi fyri Australia har I am eisini hava verið at hoyrt í onkrum nærvarpi. Nærliggjandi var tí at spyrja um teir høvdu fingið nakrar reaktiónir úr USA ella Australia. ?Vit fáa ikki so sjálvdan e-post haðani, tað er so at vit hava eina heimasíðu har til ber at skriva til okkara, og har fáa vit viðmerkingar frá fólki sum hava hoyrt okkum. Vert er kanksa eisini at nevna at ein telefonsamrøða við eina amerikanska útvarpsstøð er í umbúna, men enn vita teir í I am ikki heilt hvussu tað verður við hesum.


Ísland er næst á skránni

Tað næsta sum er á skránni hjá I am er ein ferð til Íslands í samband við eina norðurlendsaka ráðstevnu nevnd Mentan & Ungdómur 2000, sum verður hildin í Reykjavík einaferð seinast í Juni mánaða. I am eru føroyska umboðið fyri nútímans tónleik, og ætlanin er at teir saman við fleiri øðrum norðurlendskum nøvnum skulu spæla til eitt stórt tiltak í Laugardalshøllini. Umframt hesa einu konsertina so hava I am eisini ætlanir um at sleppa at spæla onkra aðrastaðni í Reykjavík teir dagarnar teir eru har yviri. Umframt at spæla so nógv sum gjørligt er eisini ætlanin at ganga inn til tær ymisku útvarpsstøðirnar har yviri, fyri at gera eitt sindur av reklamu fyri fløguni, og í besta føri at fáa hana spælda eisini.

I am arbeiða í løtuni eisini við øðrum ætlanum um at sleppa út um landoddarnar. Á hvørjum ári verður ein ristastórur gospelfestivalur hildin í Norra, Skærgårds Gospel er heitið á hesum festivali sum savnar tey stórstu altjóða nøvnini innan andaligan tónleik. Eitt nú hava bólkar sum Petra, News Boys og D.C. Talk verið at hoyrt har. Tískil hevði tað verið ein stórur dreymur sum gekk út um I am kundu sloppið við á henda festival. Bólkurin hevur verið í samband við fyrireikararnar og fløgur eru sendar til Norra, í løtuni verður bíðað eftir svari. Fyri tey her heima sum vóna at síggja I am á palli aftur, er einki í umbúna sum er. ?Vit hava einki á skránni her heima beint nú, men tað kann blíva so knappliga, sigur Birgir at enda.