Bárður Johannesen og Hannus Petersen
Fyri góðum trimum vikum síðani skrivaðu vit um fyrireikingar og ferðaætlan til námsferðina til Róm, og lovaðu, at greiða frá túrinum, tá ið vit komu heimaftur. Túrurin í Róm hevur verið einastandandi góður við nógvum stuttligum, spennandi og minnisríkum upplivilsum.
Fríggjamorgunin tann 25. februar møttust vit á farstøðini við fullum kufferti, búki fullum av firvaldum og vónum um eina spennandi ferð, ið stóð fyri framman. Vit skuldu fyrst gista privat í Danmark í 2 dagar, áðrenn farið varð víðari við toki til Róm. Siglt varð fyrst við ferju til Týsklands, og síðani varð farið við toki gjøgnum alt Evropa. Tokferðin vardi í slakar 24 tímar, so ein kundi hugsað sær, at tað gjørdist heldur strævið, men so var ikki. Vit fingu sengur at sova á í tokinum, og tað var helst tað, ið veruliga gjørdi tokferðina góða, sjálvt um svøvnurin var lítil.
At koma til Róm var at kalla ein opinbering. Her er alt øðrvísi enn tað, ið føroyingar eru vanir við; mentaliteturin og atmosferan kundi ikki lýsast við orðum ? hetta má upplivast!
Tá ið vit komu á tokstøðina í Róm og byrjaðu at ganga til hotellið, ið lá stutt haðani, fingu vit ta fyrstu hómingina av, hvussu frávíkjandi livihátturin hjá okkum er í mun til tann italska; her sipa vit til ferðsluna í Róm. Fyri tað fyrsta koyrdu bilarnir bert í einari einvegis torvu, og fyri tað næsta var eingin gonguteigur í eygsjón, so vit máttu bara leypa yvirum vegin og vóna ikki at verða yvirkoyrd. Og um onkur gekk spakuliga yvirum, hoyrdist beinanvegin floyt og róp frá teimum ótolnu bilførarunum. Ferðslan í Italia er sum Ricki Martin tekur til: ?La Vida Loca?- tað svaka lívið, men hetta sum so mangt annað skal ein helst bara venja seg við.
Hotellið, har ið vit búðu, var ikki av teimum fínastu; men tað nýtist tað ei heldur vera, av tí at hotellið mest sum bert verður nýtt til at sova á. Hvør dagur hjá okkum gekk eftir fullum skema, har ið vit gingu runt í býnum og hugdu, ikki bert eftir stásiligum og gomlum bygningum, ið Róm er kendur fyri, men eisini tí, ið nútíðarmentanin í Róm hevði at bjóða uppá við kaféum og matstovum á hvørjum horni ? hetta setti ein serstakan dám á.
Økið rundanum hotellið var ei heldur nakað at reypa av. Skøkjur sóust allastaðni, og oftani fekk hotellið vitjan av hesum gleðisgentum ? Her er ikki talan um, at dreingirnir í okkara flokki lupu frammav og lótu seg freista; men aðrar heldur fínar handilsmenn, ið tóku sær av løttum.
Flott og fantastiskt!
Av tí at Róm var demokratiskt stýrt, so máttu keisararnir gera sítt til at fólkini vóru nøgd við teirra virki sum stjórnarleiðarar. Tann rómverski keisarin mátti geva fólkinum tað, ið fólkið vildi hava: panem et circensem ( breyð og sjónleik). Av tí sama nýttu teir nógva orku til at byggja almenn marglætishús s.s. svimjihallir (thermae) og ringleikhús, ið vóru at síggja allastaðni.
Her kunnu vit nevna tað stóra amphiteatrið ella ringleikhúsið, Kollosseum, ið rómverjar á sinni nýttu til undirhald. Á skránni var millum annað svørðleikaraspøl og veiðisýningar. Lítil vón var um lív hjá krígsfangum, trælum og borgarum, sum annaðhvørt vórðu tvingaðir ella valdu at gerast svørðleikarar (gladiatorar). Tá ráddi tað um at hava teir bestu svørðleikararnar, og løgnari djórini vóru, tess vísari var sigurin. Fylgjurnar vóru lítið hugaligar hjá djórunum. Í fjórðu øld vórðu fleiri villinidjór avoydd, eitt nú áarrossið í Nubia, leyvan í Mesopotamia og fílurin í Norðurafrika. Sagt verður, at tá ið ringleikhúsið varð vígt, vórðu eftir boðum frá keisaranum, næstan 5000 djór dripin bara í ein dag. Byggisniðið hjá Kollosseum gongur runt í ein ring, og av hesum stavar navni amphiteatrum (Orðið amphi er úr griskum og merkir ?í ring?). Byggimeistarar á okkara døgum hava nýtt hesi byggisnið sum fyrimynd, og t.d. eru ítróttarvallir víða um heim bygdir við amphiteatrum í huga.
Eisini vitjaðu vit kenda útgrivna býin Pompei, ið liggur gott og væl 2 tímar við toki úr Róm. Hesin býur varð fullkomiliga fjaldur í øsku, tá ið Vesuv fjallið goysti í 79 e.kr.. Hendingin varð til alla lukku skrivað niður av tænastumanni Traianus keisara, Plinius, ið sá hetta fyribrigdið nakað fjart haðani. Plinius, lýsur gjølla hesa ógvisligu hending í tveimum brøvum til vinmann sín, Tacitus.
Í dag er stórur partur av býnum útgrivin, har ið stásiligir bygningar og fornleivdir í hópatali standa at kalla júst sum um tað mundið, ólukkan hendi. At ganga runt í býnum kendist sum um ein var afturi í arinum 79 e.kr.
Barokkin
Í miðøldini hevði tann katólska kirkjan, t.e. pávamaktin, stórt vald. Uml. 400 kirkjur og kleystur vórðu bygd um hetta mundið. Hesar kirkjur eru so stórar og ógvusligar, at ein kennir seg sum eina meyru, tá ið ein stendur og skoðar alt tað stásiliga prýðið, ið har er at síggja. Orsøkin til, at alt er so stórt, er ikki tilvildarlig. Boðskapurin í øllum hesum er, at vit menniskju skula kenna okkum lítil og einkisigandi. Alt hetta virkar sum ein stórur maktfaktorur, ið kúgar fólkið - ein jantelóg um tú vilt.
Róm í dag
Tá ið tú gekk runt í býnum og fekk sólina í eyguni, var tað eisini ymiskt annað, ið tú fekk í eyguni:) Tá ið ein gongur runt allan dagin og hungrar eftir vitan, so er tað eisini freistandi at seta seg niður at sløkkja tostan. Hugnaligt, gott og deiligt var at sita á kafé og fáa sær eitt glas av víni ella sjey. Italiumonnum dáma væl at sita á kafé og bróta frá gerandisstríðnum inn í millum, og hetta tók okkum ikki langa tíð at venja okkum við.
Í fyrru greinini skrivaðu vit, at ætlanin var eisini at fara til fótbóltsdyst í Champions League, og so varð gjørt. Dysturin var ímillum italska liðið Lazio og Niðurlendska liðið Feyenord. Stuttligt var at sita ímillum 30.000 fólk, ið øll sótu og róptu og sungu. Hetta var eitt satt upplivilsi, og sjálvt um fitt av hooligans vóru at síggja, so gjørdu teir til alla lukku lítið og einki um seg.
Eftir at hava verið í Róm í sjey dagar, vóru vit øll eitt ferðaminni ríkari, og sjálvt um ferðin ongantíð var annað enn góð, so vóru vit glað at sleppa heimaftur til okkara at samanbera slowmotion gerandisdagin í Føroyum. ?
Úti er gott, men heima er best.