Tað gekk, sum væntað

Fótbóltur, UEFA Champions League: Eftir seinastu dystirnar í bólki A og B er tað nú greitt, at Porto og Valencia skulu fylgja Barcelona og Manchester United til fjórðingsfinalurnar

Seinasta umfarið í øðrum bólkaspælinum í europeisku kappingini fyri meistarar varð avgreitt hetta vikuskiftið. Týskvøldið vórðu bólkarnir A og B avgreiddir, og úrslitini gjørdust á leið soleiðis, sum flestu serfrøðingarnir høvdu roknað við. Í hvussu so er tá tosað verður um, hvørji lið komu víðari.


Bókur A

Barcelona hvíldi seg

Í bólki A hevði Barcelona longu tryggjað sær fyrsta plássið í bólkinum, og hóast Porto hevði møguleika at tryggja sær framhaldandi luttøku fyri einari viku síðani, so mistu teir sigurin móti Prag í seinastu løtu ta ferðina.

Tískil mátti teir bíða enn eina viku, men hesu ferð var avrikið nóg gott, til at tryggja luttøkuna. Porto vann nevnliga dystin 1-0, við málið, sum Clayton skeyt tá 70 minuttir vóru leiktir av dystinum. Í veruleikanum var luttøkan hjá portugisisku meistarunum ongantíð í vanda, tí teir høvdu bert tørv á einum javnleiki.

Skuldi tað hent seg, at Porto tapti dystin, kundi Sparta Prag tryggjað sær sessin í fjórðingsfinaluni, um teir vunnu heimadystin móti Barcelona. Kekkarnir royndu eisini at vinna dystin, og tað eydnaðist teimum eisiniat koma á odda tíðliga í dystinum, við einum málið sum Svoboda skeyt.

Barcelona, sum má roknast fyri eitt av bestu boðunum upp á ein komandi EC-vinnara, fekk tó aftur tamarhald á dystinum, og við tveimum málum frá Gabri, eydnaðist teimum at vinna dystin. Seinasta málið kom tó ikki fyrr enn í seinasta minuttinum av dystinum, men hetta hevði tó einki at týða fyri Barcelona, sum lat fleiri leikarar fáa eina tiltrongda hvíld henda dystin, so fleiri eykaleikarar fingu nakrar minuttir á vølllinu, og harvið eitt sindur av dystarvenjing.

Bólkur B

Tveir javnleikir

Kanska var mest óvæntaða úrslitið hetta kvøldið, at Fiorentina bert fekk javnleik á heimavølli móti Bordeaux, men helst var laka úrslitið ávirkað av, at italsku leikararnir longu vistu av, at tað ikki fór at eydnast teimum at koma víðari.

Eingin ivi var tó um, at Fiorentina var nógv betra liðið á vøllinum, og eftir Wiltord heldur óvæntað hevði lagt fronsku meistararnar fram um, gjørdu Chiesa, Batistuta og Rui Costa bart, soleiðis at Fiorentina var á odda 3-1, og bert kundi vóna, at Manchester United fór at skora móti Valencia.

Hetta hendi tó ongantíð, og tá tað gjørdist greitt, at Fiorentina ikki kom víðari, fekk franska liðið tvey bílig mál móti endanum, sum Zanotti og Batlles skutu.

Seinasti dysturin í bólkinum endaði málleysur, og hetta var eisini av flesut serfrøðingum roknað sum mest sannlíka úrslitið, tí tað tryggjaði báðum liðunum víðari luttøku.

Manchester United vildi fyrst og fremst varveita fyrsta plássið í bólkinum, og vildu tí ikki satsa ov nógv frameftir, umframt at teir vóru á útivølli. Valencia kundi røkka fremsta plássinum í bólkinum, men til tess kravdist ein 3-0 sigur, og ístaðin fyri at leypa á, og harvið geva møguleikar fyri kontra-álopum, valdi venjarin, Hector-Cuper, heldur at spæla upp á tryggu loysnina, og sostatt endaði dysturin, sum hann byrjaði. Kanska eitt sindur keðiligt, men liðini hava í dystum sínum víst, at tey vóru bestu liðini í bólkinum.