Peugeot 406 hevur sett heimsmet sum tann bilur, ið hevur klára at koyrt longst við einari áfylling av brennievni. Tað eydnaðist bilføraranum John Taylor, ið fyrr hevur sett fleiri evropeisk og australsk [...] australsk met, har hann hevur koyrt long strekkir við at brúka minst møguligt brennievni, at koyra 2348,3 kilometrar uppá ein tanga av dieselolju. Tað svarar til, at hann koyrdi 34,69 kilomterar pr. litur í hesum
eisini av Hvítanesi. Inger hevur verið virkin innan Frelsunarherin síðan hon var smágenta, har hon hevur verið skóti og skótaleiðari og var ungdómsleiðari í 18 ár. Umframt tað hevur hon havt sunnudagsskúlan [...] an í næstan 40 ár. Hon hevur verið kassameistari í Heimaforbundinum hjá Frelsunarherinum síðan 1995. Hon arbeiddi nøkur á hjá Bambus Foto, sum tá helt til í Tróndargøtu og í skóbúðini hjá Demmus í miðbýnum
Skjøl, sum kongresslimurin Henry Waxman hevur lagt fram, vísa, at amerikanska fyritøkan Halliburton hevur havt samhandil við lond, sum verða løgd undir at stuðla yvirgangi, og sum tí eru umfatað av serligum [...] felagið var virkið í fleiri av teimum sokallaðu ivingarsomu londunum júst í teimum árunum. Henry Waxman hevur ikki sagt, at Halliburton breyt amerikanska lóg við samhandlinum, men hann heldur kortini, at felagið [...] ymsar snildir fyri at snúgva sær uttan um lógina. Ein talsmaður hjá Halliburton ásannar, at Waxman hevur rætt, men hann leggur dent á, at felagið heldur seg innan fyri lógarinnar karm.
stovnur, sum hevur gjørt tað. Har sæst millum annað, at bara Niðurlond lata meiri í menningarhjálp enn Danmark. Hinvegin eru rík lond sum USA og Japan langt niðri í yvirlitinum. ST hevur lagt eina ætlan [...] tólv árini, og Kofi Annan, aðalskrivari hevur sett ein stovn at halda eygað við, at tey einstøku londini halda tað, sum tey hava lovað. Danska uttanríkisráðið hevur sett sær fyri at gera uppaftur meiri við
ES hevur nú gjørt greitt, at samveldið tekur ikki undir við amerikansku ætlanini at leypa á Irak. Grikkaland hevur í løtuni formansskapin í ES, og grikski forsætisráðharrin, Costas Simitis, sigur, at eitt [...] uttanríkisráðharrin, Dominique Villipin, hevur boðað frá, at hann fer at leggja Irak-kreppuna fyri uttanríkisráðharrafundin hjá ES í næstu viku. Franski ráðharrin hevur eisn og týski starvsbróður hansara, Joschka
so galið hóast alt, men dysturin verður óiva merktur at hesum. Hjá Fram hevur ikki ligið so væl fyri í seinastuni, men liðið hevur megnað at hótt Mjølnir í hinum dystunum, og kann ein góðan dag vinna á [...] meistaradeildini, og teir spæla fyri hesum møguleika. Mótstøðuliðið hesaferð er Fleyr, ið einki stig hevur fingið higartil, og tað skal undra almikið, um fyrstu stigini koma ímóti SÍ. Sørvingar eru sterkir [...] sterkir, serliga á heimavølli og liðið er sera væl fyri júst nú. Dysturin millum Mjølnir og Fram hevur ikki tann stóra týdningin, nú Mjølnir ikki kann vinna føroyameistaraskapin. Silvurið kann framvegis náast
pengar enn maðurin, tann so víðagitni Michael Douglas. Catherine hevur fingið fleiri avbera góð tilboð um at gera filmar, men harafturat hevur hon so eisini fingið eitt tilboð frá einum kasino í Las Vegas [...] einar 70 framførslur. Aftur fyri hetta fær hon 85 milliónur krónur. Enn hevur Catherine ikki svarað, tí hon hugsar seg um. Men hon hevur góðan hug til at fáa gongd í eina møguliga sangkarrieru, og skuldi hetta
lagt út í kortið, sigur Magnus Magnussen, tekniskur leiðari á Strandferðsluni. Dúgvan, sum hevur skift klassa, hevur verið leingi úr sigling um Leirvíksfjørð, og sigur tekniski leiðarin, at hetta kemst av [...] av, at nakrar ábøtur, sum klassin krevur skuldu gerast og tær hava tikið sína tíð. Aksilin hevur verið úti og róðrið niðri, og ymiskt annað er nú fingið upp á pláss. ? Men ætlanin er so í øllum førum at [...] beint sum hann var á veg av landinum fyrrapartin mikudagin. Myndatxt: Dúgvan, sum nú í fleiri vikur hevur verið til umvælingar, kemur aftur í sigling mánadagin Savnsmynd
Færøernes Kommando. Høvuðsuppgávan hjá honum hevur øll árini verið at halda vegin niðan á Sornfelli viðlíka og ymiskt annað fyrifallandi arbeiði. Síðan 1976 hevur hann verið Posthúsleiðari í Norðradali. Svenning [...] Svenning er fyrsti persónur, sum hevur arbeitt hjá Færøernes Kommando í so langa tið. Hann arbeiddi uppá Oyggjarvegin í 1959/60, síðan arbeiddi hann hjá skógfútanum í eitt styttri tíðarskeið. Í 1961/62 [...] Svenning dámar væl at fara á flot, eisini hevur hann ross, gæs og seyð. Móttøka verður í dag, 11. mars, frá kl.11.00-14.00 hjá Færøernes Kommando í Mjørkadali.
saman við lokalu vinnufeløgunum. Enn einaferð hevur eitt verkfall lagt partar av samfelagnum lami, tí skipini hjá Strandferðsluni eru løgd. Í skjótt 2 vikur hevur vinnan í Suðuroy, Sandoy, Vágum og Norðoyggjum [...] skilir tí væl, at lokalu vinnufeløgini í raktu økjunum nú eru um at missa tolið. Arbeiðsgevarafelagið hevur mælt til, at vinnan ikki eigur at leypa framav. Hinvegin er støðan so lemjandi og kappingaravlagandi [...] útjaðarinum at viðgerast má, hvussu vit kunnu sleppa undan slíkum framyvir. Arbeiðsgevarafelagið hevur tí boðað lokalu vinnufeløgunum til fundar hósdagin, at viðgera støðuna.