ES hevur nú gjørt greitt, at samveldið tekur ikki undir við amerikansku ætlanini at leypa á Irak.
Grikkaland hevur í løtuni formansskapin í ES, og grikski forsætisráðharrin, Costas Simitis, sigur, at eitt kríggj við Irak fer at gera Miðeystur meiri óstøðugt, enn økið longu er. Uttanríkisráðharri hansara, Georgios Papandreou, heldur, at tað er óneyðugt at tosa um kríggj, so leingi vápnaeftirlitsmenninir hjá ST eru í Irak, og hann leggur afturat, at krígshóttanin órógvar arbeiðið hjá eftirlitsmonnunum.
Franski uttanríkisráðharrin, Dominique Villipin, hevur boðað frá, at hann fer at leggja Irak-kreppuna fyri uttanríkisráðharrafundin hjá ES í næstu viku. Franski ráðharrin hevur eisn og týski starvsbróður hansara, Joschka Fischer, gjørt greitt, at hann er ímóti kríggi við Irak.










