Strandfaraskipið Dúgvan kemur aftur í sigling mánadagin. Hetta er í øllum førum lagt út í kortið, sigur Magnus Magnussen, tekniskur leiðari á Strandferðsluni.
Dúgvan, sum hevur skift klassa, hevur verið leingi úr sigling um Leirvíksfjørð, og sigur tekniski leiðarin, at hetta kemst av, at nakrar ábøtur, sum klassin krevur skuldu gerast og tær hava tikið sína tíð.
Aksilin hevur verið úti og róðrið niðri, og ymiskt annað er nú fingið upp á pláss.
? Men ætlanin er so í øllum førum at fáa hana aftur at sigla mánadagin, segði Magnus Magnussen, beint sum hann var á veg av landinum fyrrapartin mikudagin.
Myndatxt: Dúgvan, sum nú í fleiri vikur hevur verið til umvælingar, kemur aftur í sigling mánadagin
Savnsmynd