Danmark á 2. plássi

Eitt yvirlit yvir, hvussu nógv ymisk lond lata í menningarhjálp, vísir, at Danmark er á øðrum plássi.

Yvirlitið umfatar 21 lond, og tað er ein amerikanskur stovnur, sum hevur gjørt tað. Har sæst millum annað, at bara Niðurlond lata meiri í menningarhjálp enn Danmark. Hinvegin eru rík lond sum USA og Japan langt niðri í yvirlitinum.

ST hevur lagt eina ætlan um menningarhjálp tey næstu tólv árini, og Kofi Annan, aðalskrivari hevur sett ein stovn at halda eygað við, at tey einstøku londini halda tað, sum tey hava lovað. Danska uttanríkisráðið hevur sett sær fyri at gera uppaftur meiri við menningarhjálpina og samstarvar við fleiri ST-stovnar og sjálvbodnar felagsskapir fyri at røkka málinum.