Skjøl, sum kongresslimurin Henry Waxman hevur lagt fram, vísa, at amerikanska fyritøkan Halliburton hevur havt samhandil við lond, sum verða løgd undir at stuðla yvirgangi, og sum tí eru umfatað av serligum handilstiltøkum.
Tað serliga við Halliburton er, at Dick Cheney, varaforseti var stjóri í felangum frá 1995 til 2000, og skjølini avdúka, at felagið var virkið í fleiri av teimum sokallaðu ivingarsomu londunum júst í teimum árunum.
Henry Waxman hevur ikki sagt, at Halliburton breyt amerikanska lóg við samhandlinum, men hann heldur kortini, at felagið nýtti ymsar snildir fyri at snúgva sær uttan um lógina. Ein talsmaður hjá Halliburton ásannar, at Waxman hevur rætt, men hann leggur dent á, at felagið heldur seg innan fyri lógarinnar karm.