Eftir eitt ár í EB/Streymi er Mórits Heini Mortensen aftur í NSÍ
Í fjør spældi Mórits Heini Mortensen við EB/Streymi. Hann flutti úr NSÍ og norður í Hólman á Eiði, tí hann í 2024 hevði so ilt við at vinna fast pláss millum teir fyrstu ellivu. FaroeSoccer veit at siga, at hann var við í 22 dystum, og at hann í 15 av teimum varð skiftur inn.
Í EB/Streymi var miðvallarin ógvuliga eyðsýndur. Hann var við í fleiri dystum enn nakar annar av liðfeløgunum, og eingin ivi er um, at hann var ein av lyklaspælarunum og álitismonnunum hjá Sigfríði S. Clementsen.
Og nú boðar NSÍ frá, at felagið og Mórits Heini Mortensen, sum er uppvaksin í felagnum, hava skrivað undir nýggjan sáttmála:
NSÍ skrivar soleiðis:
26 ára gamli runavíkingurin hevur valt at koma aftur til barndómsfelagið, aftaná at hava leikt við EB/Streymi í fjør. Mórits Heini fekk sín fyrst dyst á besta liðnum hjá NSÍ í 2016, og hevur hann nú tilsamans leikt 125 dystir í Betri deildini. 98 av teimum fyri NSÍ og 27 fyri EB/Streym.
Høgrabeinti miðvallarin trívist best sentralt á miðvøllinum, har hann kann taka lut bæði í tí álopskenda og tí verjukenda spælinum. Hann hevur eisini víst sínar dygdir á øðrum plássum á vøllinum, um tørvur hevur verið á tí.
Vit í NSÍ fegnast um, at Mórits Heini er komin aftur til barndómsfelagið, og vit ynskja honum hjartaliga væl afturkomnum. Tað verður hugaligt at síggja Mórits Heina í gulu blusuni aftur.











