Verkfallið og vinnan uttan fyri miðstaðarøkið

Føroya Arbeiðsgevarafelag er av somu fatan, sum økisvinnufeløgini: Áhaldandi samferðsluslit í hvørjum verkfalli er lemjandi og kappingaravlagandi fyri vinnuna í útjaðarinum.

Tí fer felagið nú at viðgera støðuna saman við lokalu vinnufeløgunum.
Enn einaferð hevur eitt verkfall lagt partar av samfelagnum lami, tí skipini hjá Strandferðsluni eru løgd. Í skjótt 2 vikur hevur vinnan í Suðuroy, Sandoy, Vágum og Norðoyggjum nærum ligið still. Hinvegin gongur alt stórt sæð sum vant í miðstaðarøkinum.
Føroya Arbeiðsgevarafelag skilir tí væl, at lokalu vinnufeløgini í raktu økjunum nú eru um at missa tolið. Arbeiðsgevarafelagið hevur mælt til, at vinnan ikki eigur at leypa framav. Hinvegin er støðan so lemjandi og kappingaravlagandi fyri vinnuna í útjaðarinum at viðgerast má, hvussu vit kunnu sleppa undan slíkum framyvir.
Arbeiðsgevarafelagið hevur tí boðað lokalu vinnufeløgunum til fundar hósdagin, at viðgera støðuna.