Sjónleikarakvinnan Catherine Zeta Jones, vinnur pening sum ongantíð fyrr. Væntast kann, at tað verður ikki longi til hon fer at eiga fleiri pengar enn maðurin, tann so víðagitni Michael Douglas. Catherine hevur fingið fleiri avbera góð tilboð um at gera filmar, men harafturat hevur hon so eisini fingið eitt tilboð frá einum kasino í Las Vegas. Ætlanin er, at hon í leypi av trimum mánaðum skal hava einar 70 framførslur. Aftur fyri hetta fær hon 85 milliónur krónur. Enn hevur Catherine ikki svarað, tí hon hugsar seg um. Men hon hevur góðan hug til at fáa gongd í eina møguliga sangkarrieru, og skuldi hetta tilboðið verið ein rættiliga áhugaverd byrjan ? sigst...










